Bólturin-logo

Bólturin

News

Sendingin er á skránni í útvarpinum, tá landskappingin í fótbólti hjá monnum verður leikt. Fylgt verður við landskappingarfótbólti kring landið í beinleiðis sending.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Sendingin er á skránni í útvarpinum, tá landskappingin í fótbólti hjá monnum verður leikt. Fylgt verður við landskappingarfótbólti kring landið í beinleiðis sending.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Heðin Askham iðraði seg um spiltan møguleika

6/7/2015
HB-venjarin, Heðin Askham, var ikki heilt nøgdur við tað eina stigið, sum hansara menn fingu í oddadystinum ímóti NSÍ í dag. Hóast venjarin lat væl at innsatsinum, iðraði hann seg um, at HB ikki gjørdi sær dælt av teimum málmøguleikunum, sum teir fingu, serliga ímóti endanum av dystinum. Alex Dos Santos og Levi Hanssen kundu havt avgjørt dystin til egnan fyrimun, men báðir misnýttu úr góðum støðum. Hoyr samrøðuna, sum Suni Merkistein hevði við Heðin Askham, omanfyri.

Duration:00:03:19

Ask host to enable sharing for playback control

Trygvi Mortensen nøgdur við stigið

6/7/2015
Venjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen var fegin um, at hansara menn kundu fara úr Gundadali við einum stigi. Hóast Magnus Olsen legði NSÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki, kundu teir staðið eftir við ongum. Alex Dos Santos og Levi Hanssen brendu stórar málmøguleikar móti endanum av dystinum, eftir at Arnbjørn Hansen hevði javnað til 1-1 fyri HB. Hoyr samrøðuna, sum Suni Merkistein hevði við venjaran hjá oddaliðnum, omanfyri.

Duration:00:00:44