Logo

Bolero

  • 21
    Broadcasts
  • 13
    Followers

PROGRAM INFORMATION

More information

Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum. Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald. Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki. Eyðkennislagið til sendingina er Bolero satsurin úr Carmen-svituni eftir russiska tónaskaldið Rodion Shedrin (f. 1932). Vertur er Jóhannes Andreasen.
Loading
Cancel
Done 100

Are you sure that you want to delete this?

Cancel Delete