Logo

Dagur & vika

  • 0
    Broadcasts
  • 0
    Followers
Now Playing:

PROGRAM INFORMATION

More information

Høvuðstíðindasendingin í sjónvarpinum er til dagfesting einasta regluliga tíðindasending í landinum, har móttakarin fær tíðindi við livandi myndum. Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin í eisini dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við at hava tema sendingar, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum viklum yvir fleiri sendingar. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum. Stjórnin handan Dag og viku leggur seg eftir at røkka einum breiðum málbólki, og snúgva innsløgini seg tí um evni bæði í tyngra og lættara endanum. Dagur og vika er tí alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni. Søgan Dagur og vika fór í luftina á fyrsta sinni í mei 1984, og fram til 1. septembur sama ár varð ein sending víst um vikuna. Hesir fýra mánaðirnir vórðu sæddir sum ein royndartíð, og tá tíðin royndist væl, varð farið undir at senda tvær ferðir um vikuna eftir hetta. Fólkini handan Dag og viku vóru tá millum onnur Finnbogi Ísakson, sáli, Zacharias Hammer, Jógvan Olsen, Árni Gregersen, Bergljót D. Hentze, Jógvan Jespersen og Johnsigurd Johannesen. Tað var Finnbogi Ísakson, ið kom við heitinum, ”Dagur og vika”, og hevur tað hingið við síðan. Navnið varð valt, so at ein ikki bant seg til at koma við dagsaktuellum tíðindum, men bæði tí nýggjasta og tíðindum gjøgnum alla vikuna. Framleiðslan av Degi og viku er nógv broytt gjøgnum árini. Tá innsløg skuldu gerast fyrstu árini, varð farið út um landið við útgerð á virði á umleið hálva millión, og innsløgini vardu okkurt um fimm minuttir. Útlendsku tíðindini komu við flogfari úr Danmark og vóru í minsta lagi ein dag gomul, tá tey vórðu send. Í dag er útgerðin bæði bíligari og lættari, og útlendsku tíðindi verða fingin til vega sama dag, í samstarvi við altjóða tíðindastovur ella varpað beinleiðis gjøgnum talgilt sendi
Loading
Cancel
Done 100

Are you sure that you want to delete this?

Cancel Delete