FM204-logo

FM204

Podcasts

Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag. Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir. FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag. Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir. FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Harpa setur Ísland á arkitektoniska heimskortið!

9/5/2011
Í dýrdarveðri og við tónleiki og tiltøkum bæði innandura og uttandura, var nýggja mentanar- og tónleikahúsið Harpa í Reykjavík alment tikin í nýtslu leygardagin 20. august. Harpa telur 4 konserthallir, ráðstevnuhølir, framsýningarmøguleikar, matstovur, eins og serhandlar við tónleiki og designi. Harumframt eru venjingar-, backstage- og starvsfólkaumstøðurnar í serflokki. Tað er føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, ið vegna teknistovuna Henning Larsen Architects, hevur staðið á odda fyri byggingini. Vit hava gjørt hesa reportagu frá degnum!

Duration:00:16:01

Ask host to enable sharing for playback control

Kynsligur ágangur millum børn

9/4/2011
Altjóða kanningar vísa, at av øllum kynsligum ágangi móti børnum, ið onnur fáa kunnleika um, verður ein triðingur framdur av øðrum børnum og ungum. Barnabati setir fokus á kynsligan ágang, ið børn og ung fremja móti øðrum børnum, og skipar fyri skeiði. Skeiðið er ætlað øllum, ið arbeiða við børnum og ungum og gjørt til at hesi starvsfólk fáa nýggjastu vitanina og neyðugu amboðini, soleiðis at tey kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi frá øðrum børnum. Samskiparin hjá Barnabata, Alis Simonsen, sigur, at ongar kanningar eru gjørdar í Føroyum.

Duration:00:13:53

Ask host to enable sharing for playback control

Kristian vann FM í Spurnarkapping

9/2/2011
FM í Spurnarkapping var ein cupkapping, við fjórðingsfinalum, hálvfinalum, og finalu. Luttakararnir dystaðust umvegis telefon. Í finaluni vóru sjey umfør við blandaðum evnum, allar kappingarnar frammanundan høvdu fimm umfør.

Duration:00:16:26

Ask host to enable sharing for playback control

Italsk matgerð og livandi tónleikur í FM 204

9/1/2011
Suonabanda úr Riolunato spælir ymsastaðni í Føroyum hesar dagar. Í kvøld er Norðurlandahúsið á skránni, men áðrenn tað gekk leiðin inn í Kringvarpshúsið, har spælimenninir úr Norðuritalia spældu live. Uppi í køkinum sat italski føroyavinurin Gianfranco Contri til borðs og át matin, sum italska matstovan Toscana borðreiddi við. Vertirnir fingu eisini ein smakk.

Duration:00:33:20

Ask host to enable sharing for playback control

Italskur seinnapartur í FM 204

9/1/2011
Í samband við fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Italia, varð skipað fyri italskum seinnaparti í FM 204. Lurtararnir kundu vinna atgongumerki til dystin, umframt landsliðstroyggjur. Og uppi í køkinum var rokan í fjøruni. Í seinna parti av tí, ið verður lagt út her á heimasíðuna, hoyra vit eisini eitt italskt orkestur spæla live.

Duration:00:10:23

Ask host to enable sharing for playback control

Hummari í klokku og skerpikjøt í reagensglasi

9/1/2011
Bæði malargrót og grann verða nýtt í tilgerðini av hummaranum, ið verður hitaður í einari klokku, bólti, og afturvið eru skorpur við frískostakremi, pyntað við krøkju. Lættroyktur hummari er best umtókti verðurin í ár, sigur Leif Sørensen. Í samrøðuni greiðir Leif eisini frá sónvarpsætlanini, ið skal lýsa møguleikarnar í norðurlendskum mati. Játtan er fingin til vega.

Duration:00:14:02

Ask host to enable sharing for playback control

Best um bæði kvinnur og menn vórðu koppsett

9/1/2011
Virusið kann tó eisini staðfestast í tarmunum. Hetta er eitt prát við kvinnulæknan Katrin Kallsberg, um HPV virus og áhugan hjá føroyskum kvinnum at lata seg koppseta. Læknin sigur, at vitanin broytist alsamt. Tað hevur verið hildið, at bara ungar gentur eiga at lata seg koppseta fyri HPV, men hesum er ein farin burtur frá nú. Kallsberg sigur, at eisini drongir og menn eiga at fáa tilboðið. Hetta vísir gransking. Ilt er at siga, nær HPV virusið brýtur út - um tað brýtur út.

Duration:00:16:45

Ask host to enable sharing for playback control

Gud skapti sex sum nakað gott

8/31/2011
Jústinus Eidesgaard sigur nógv áhugavert og hugvekjandi í samrøðuni. Til dømis tosar hann um javnvág í menniskjanum og at vit øll hava eina mannliga og eina kvinnuliga síðu. Jústinus heldur, at um ein hevur stóra trongd at vera saman við kvinnu, við tí endamáli at vera lukkuligur, merkir tað ójavnvág: -Men fyri tað havi eg hug at liva saman við konuni. Mín eydna má bara ikki vera avhengig av einum øðrum menniiskja, tá er tað ikki verdugt, sigur Jústinus Eidesgaard.. Hoyr aðrar rúmligar áskoðanir Jústinus her.

Duration:00:07:34

Ask host to enable sharing for playback control

Sannur kærleiki er leysur frá egoismuni

8/31/2011
Jogalærarin Hildur Eyðunsdóttir er í Heita Stólinum í FM 204. Hildur er væl kend sum býráðspolitikari í Havn, men í dag fyllir joga sera nógv í hennara lívi. Í dagsins sending svarar hon nøkrum persónligum spurningum. Hon sigur, at endamálið við joga er at samaneina sinn, kropp, og sál. Egoið forðar fyri, at ein kemur í samband við sál sína. So, tað er ein spurningur um javnvág og fokus.

Duration:00:09:09

Ask host to enable sharing for playback control

Føroyameistari við grillvanum

8/30/2011
Jákup Suni Berg starvast sum vegleiðari í venjingarhøli. Har undirvísir hann í likamsrørslu og sunnum vanum, men tað eigur ikki at vera blandað saman við hansara egnu lívsførslu og vanum. Jákup Suni sigur, at tí at hann er vektlyftari, eru aðrar treytir galdandi fyri hann - um hann skal hava ein kjans í kappingini um at vera Føroya sterkasti maður. Tá skulu nógvar kaloriur niðurum. Elin í Stórustovu vitjaði Jákup Suna Berg á arbeiðsplássinum og fór síðani við honum oman í pylsuvognin á eystaru bryggju. Lurti her.

Duration:00:15:12

Ask host to enable sharing for playback control

Tað er ok ikki at vera ok

8/26/2011
Samkoman Lívdin hátiðarheldur 10 ára dagin um vikuskiftið. Og tað er í tí sambandi, at vit hava hitt Jógvan til eitt prát. ?Tað er ok, ikki at vera ok? sigur Jógvan, sum sipar til, at ongin er fullkomin, sjálvt ikki ein samkomuleiðari. Hoyr samrøðuna við Jógvan Zachariassen her.

Duration:00:19:52

Ask host to enable sharing for playback control

33 ár og totalt invalideraður av alkoholismu

8/26/2011
Justinus skrivaði soleiðis á Facebook: Nú hugsar onkur ?hasin helligi fanin.? Og tað eru í morgin 20 ár síðan eg tók mín seinasta snaps og nakrar aðrar, sum ikki vildu liggja og varð koyrdur ristandi og sveittandi vestur um Velbastaðháls, 33 ára gamal og totalt invalideraður av alkoholismu. Undrið er, at tað hevur ikki verið neyðugt at rúsa meg síðani. Og hetta er for stórt til at haldast privat. Vit hittu Jústinus til eitt prát um alkoholismu og tað at leggja av at drekka.

Duration:00:12:34

Ask host to enable sharing for playback control

Føroyingar hava flutt seg nógv

8/25/2011
Heimasandskvinnan Durita Holm býr í Suðurspania. Samrøðan er býtt í tríggjar partar. Eitt er prátið um føroyingar, annað er um støðuna í Spania, har fíggjarkreppan er ógvisligari enn her. Og vit tosa eisini við Duritu Holm um menniskjuna sum heild. Hon er útbúgvin mannfrøðingur og heldur, at í hvørjum okkara býr bæði gott og ilt. Í samrøðuni verða tvey poppløg nýtt. Durita Holm fer aftur til Spania leygardagin, hon hevur verið í Føroyum síðan á ólavsøku.

Duration:00:28:01

Ask host to enable sharing for playback control

Ein Njál Djurhuus í hvønn bý

8/24/2011
Ann Askham sigur, at vit ikki kunnu leita eftir kærleikanum. Hann er í okkum, eins og alt annað guddómskent kemur innanifrá. Hon heldur, at vit leggja ótta í børn okkara, tá vit siga frá himmali og helviti. Ístaðin áttu vit at givið teimum kærleika og virðing. Ann Askham sær ikki synd sum nakað skaðiligt og neiligt.

Duration:00:07:17

Ask host to enable sharing for playback control

Rotta og ketta kunnu oyða ein fuglastovn

8/24/2011
Rotta kom til Føroya fyri umleið 250 árum síðani, og í dag eru 11 av 18 oyggjum rottufríar. Tað eru serliga oyggjarnar, Skúvoy, Mykines og Nólsoy, sum skulu verjast ímóti rottu, tí her finst nógvur fuglur. Serliga eru tað lunda- og drunnhvítastovnarnir, sum eru viðbreknir. Rotta er eitt skaðadjór, og hon hevur stóra ávirkan á eina oyggj. "Vit vita, at lundastovnurin í Viðoy minkaði rættliga nógv, tá ið rotta kom í oynna" sigur Sjúrður. Í fyrstu syftu mælir hann til, at fólk hyggja eftir og boða frá, um tey síggja rottu, soleiðis at hon ikki fær frið at nørast.

Duration:00:13:11

Ask host to enable sharing for playback control

Lívskreppur kunnu vera neyðugar

8/23/2011
Uni Arge greiðir frá, hvussu tað var at gevast við fótbólti á hægsta stigi, og um broytingarnar í lívinum; frá ungdómsárum til miðaldur. Í dag sær hann tað mesta í fortíðini sum lærdóm og royndir, sum hann kann nýta nú. Uni Arge greiðir eisini frá tónleikinum, sum hann hevur spælt síðan tannárini. Og vit hoyra nýggja sangin.

Duration:00:18:48

Ask host to enable sharing for playback control

Kári er ein av nítjan í Fornagarði

8/20/2011
Serliga eru tað fólk við bústaði í Tórshavn, ið hava keypt sær grundstykki til frítíðarhús við Gjógv. Men ikki øll koma úr høvuðsstaðnum. Tvørafólkini Kári Niclasen og konan Anja byggja frítíðarhús í bygdini við teimum mongu ferðafólkunum og vøkru náttúruni. Fornagarður er ein útstykking til 19 frítíðarhús, ið eisini kunnu nýtast sum heilárshús. Vit hava prátað við Kára Niclasen, hvørs mamma var frá Gjógv. Tí kennir hann seg ikki fremmandan í bygdini.

Duration:00:09:36

Ask host to enable sharing for playback control

Børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina

8/19/2011
Listakvinnan Hansina Iversen ynskir, at børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina, og er tí flutt aftur til Føroya saman við manni og børnum. Hansina hevur búð uttanlands, síðani 1988. Hon hevur búð bæði í Íslandi, Finnlandi og Danmark. Hansina fer at leita sær eftir einum atelieri at mála í og ætlar at vera virkin í listarliga umhvørvinum í Føroyum. Hansina harmast um, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur og fer saman við øðrum at arbeiða fyri at fáa politikarar at gera lógir fyri Listasavnið. Hesar lógir skulu fylgjast, óansæð hvør tað er, sum starvast í Listasavninum.

Duration:00:08:18

Ask host to enable sharing for playback control

Mest eksotiskt í Meksiko

8/17/2011
Tey trý Kirstin Hentze, Schønning Eysturoy, og Jóhanna Erlendsdóttir Persson gingu í sama flokki í Hoydølum og avgjørdu at fara at fjakka saman, tá tey høvdu fingið húgvuna. Í oktober í fjør byrjaði minniliga ferðin. Tey eru sera hugtikin av pyramidunum í Meksiko, náttúruvakra Guatemala við ríka djóralívinum og so er tað býurin, sum aldrin svevur, New York. Har eru so nógv fólk, og har hendir okkurt allastaðni. Eisini greiða tey frá, hvussu tað er, tá man fær brúk fyri lækna í Meksiko.

Duration:00:33:07

Ask host to enable sharing for playback control

Fjøllini í Klaksvík standa framvegis

8/17/2011
Betina Frederiksberg er kend sum av og á greinaskrivari í Norðlýsinum, har hon lýsir sosial og samfelagslig fyribrigdi á sín heilt serliga hátt. Eisini kenna nógv hana frá Facebook, har hon ikki smæðist burtur. Eitt nú dámar Betinu Frederiksberg at vísa hinum feysbukkarunum myndir frá matgerð síni, og matgerð er eisini eitt evni í Heita Stólinum hesaferð.

Duration:00:07:57