Jólakalendarin 2012-logo

Jólakalendarin 2012

0 Favorites

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

SavnssendingÍ ár er jólakalendarin hjá Barnaútvarpinum í 24 pørtum, og er um konuna, ið varð lítil sum ein teskeið. Konan býr heima saman við manninum hjá sær. Og hon ger alt tað, sum gerast skal heima. Hon eigur eina kettu, men dámar væl øll djór bæði stór og smá og eisini tey heilt lítlu. Og so hjálpir hon øllum sum hon kann. Men so hendir tað næstan hvørja ferð hon skal hjálpa, so verður hon lítil sum ein teskeið. Áðrenn hon veit av tí. Bara soleiðis knappliga. Men konan fellir ikki í fátt, bara tí hon er lítil, nei hon hugsar bara, at so má hon finna uppá ein annan máta. Tað góða, við at gerast so lítil sum hon, er, at tá skilir hon djóramál. Og tá ber væl til at spyrja onkran um at hjálpa, eitt nú revin, ella kettuna ja, ella eina mús...! Sum oftast verður konan stór aftur, men tá hevur hon longu klárað at gjørt tað, sum hon ætlaði sær. Ja, bara á ein heldur øðrvísi hátt enn vanligt. Tað eru 24 ymiskar søgur – og teskeiðkonan upplivir alt møguligt – onkuntíð er tað eitt sindur øðiligt og eisini eitt sindur syrgiligt, men eisini spennandi og nokso stuttligt viðhvørt og nakrar fáar ferðir óhugnaligt, men so endar tað altíð gott aftur. Jólakalendarin “Konan, ið varð lítil sum ein teskeið” verður at hoyra hvønn dag í desember. Klokkan 7:15 gerandismorgnar, 10:15 leygardag 10:05 sunnudag - og so eftir tíðindini á kvøldi. Hvønn dag heilt til 24. desember. Hvønn morgun bjóðar Jonna Fritsdóttir Mortensen øllum lurtarum vælkomnum í útvarpsstovuna at lata lúku upp. Og onkuntíð eru eisini onkur børn við henni. Jólakalendaramyndin liggur á heimasíðu Kringvarpsins, og øll kunnu fara á heimasíðuna saman við Jonnu og børnunum, og lata lúkuna upp. Og eisini hoyra partin, sum hoyrir til. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Tað er Alf Prøysen, sum hevur skrivað søguna. Og Sara Kadefors hevur skrivað handritið til jólakalendaran. Týtt til føroyskt hava týðararnir í Kringvarpinum Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Ljóðmyndina og lagt tónleik undir hevur Finnur Hansen.

Language:

Faroese


This show will be available later. Please come back then.