Logo

Jólagøtan

  • 0
    Broadcasts
  • 0
    Followers
Now Playing:

PROGRAM INFORMATION

  • Tórshavn, Faroe Islands
  • Faroese

More information

Savnssending Jólagøtan er ein jólapyntað gøta í gamla býarpartinum úti á Reyni í Havn. Gøtan er full av børnum og fólki í jólahýri. Húsaskjaldrarnir eru allir gjørdir jólaligir, og ljós er í øllum rútum. Í gøtuni undirhalda summi við sangi, smá jólaorkestur spæla og eisini smáar búðir og básar har børnini og tey vaksnu kunnu fáa heitt at drekka (kakao og gløgg). Og í øðrum básum eru verkstøð, sum evna ymiskt til. Hugni, jólahugni fyrst og fremst, har øll vilja hvør øðrum væl. Ímillum øll fólkini gongur verturin Lív, og leitar eftir røttu lúkuni til dagin. Lúkan er antin eitt vindeyga ella ein hurð við tali á. Í Reyngøtu eru nógv vøkur vindeygu og hurðar, og har er rímiliga stórt og vítt, til tær stóru myndirnar. Og í Skipara Hansensgøtu, ovara parti av Reyngøtu, undir Kletti og í Klettaskotið er meiri trongt og hugnaligt, har ber til at filma í nærmynd. 23 vindeygu og hurðar skulu vera lúkur, ein til hvønn dagin, júst sum ein k´jólakalendari. Nummar 24 verður nakað heilt serligt. Verturin finnur nummarið til dagin, og letur upp – fer inn, og er knappliga stødd eina heilt aðra staðni, í Føroyum saman við hugnaligum og dugnaligum børnum. Børnini hava fyrireikað okkurt serstakt, sum tey fara at vísa fram. Og tá ið tey hava víst og greitt frá, biður Lív teimum farvæl, og fer út aftur sama veg sum hon kom – og endar aftur í Jólagøtuni úti á Reyni. Av tí at 24. er ein eitt sindur øðrvísi partur, 24. er siður at dansa um jólatræið, hoyra jólaevangeliið og fáa pakka frá jólamanninum, sum í sjónvarpshøpi í nógv ár hevur verið Jólavætturin Gneisti. Hvønn dag verður vitja í einum av búðunum, tí har eru fólk, ið duga okkurt heilt serligt handverk. Eitt nú at gera prýðislutir úr steinum, at gera krukkur og koppar úr leiri ella at gera skálir og ljósastakar úr einum træpetti. Og hvønn dag skulu vit eisini síggja hvat vættrarnar Pjøppa og Goffi havast at. Alla tíðina er okkurt sum tey mugu ansa eftir – ella læra seg. Og tað duga tey bæði væl, men tey duga bara at greiða trupulleikarnar á sín serliga vættrahátt. Áðrenn sendingin
Loading
Cancel
Done 100

Are you sure that you want to delete this?

Cancel Delete