Logo

Kvørnin

  • 22
    Broadcasts
  • 16
    Followers

PROGRAM INFORMATION

More information

Savnssending Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk í alt, sum skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining. Farið var upprunaliga undir Kvørnina í útvarpinum í 2004, tí mett var, at tørvur var á ummælum av føroyskum tónleiki. Kvørnin hevur síðani, í fleiri umførum, verið á skránni hjá útvarpinum sum táttur í ymsum sendingum. Í sambandi við vetrarskránna 2010/2011 var avgerð tikin um á fyrsta sinni at royna Kvørnina sum sjálvstøðuga sending.
Loading
Cancel
Done 100

Are you sure that you want to delete this?

Cancel Delete