Nørdarnir-logo

Nørdarnir

Podcasts

Savnssending Hvat er eitt lukkuligt lív? Hvaðani stavar átrúnaður? Er Gud til? Hvør er munurin á monnum og kvinnum? Hvat er deyðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum nýggja útvarpssendingin "Nørdarnir" í summarskránni hjá Kringvarpi Føroya viðger. Sendingin er mannað við fýra fakfólkum, sum viðgera nakrar av lívsins stóru spurningum frá ymsum fakligum sjónarhornum. Tey fýra, sum manna panelið, eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur og Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Hvat er eitt lukkuligt lív? Hvaðani stavar átrúnaður? Er Gud til? Hvør er munurin á monnum og kvinnum? Hvat er deyðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum nýggja útvarpssendingin "Nørdarnir" í summarskránni hjá Kringvarpi Føroya viðger. Sendingin er mannað við fýra fakfólkum, sum viðgera nakrar av lívsins stóru spurningum frá ymsum fakligum sjónarhornum. Tey fýra, sum manna panelið, eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur og Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Hvat er ein rættur føroyingur?

8/8/2011
"Vit eru føroyingar serstøk tjóð", yrkti Pól f á sinni. Men hvat merkir tað at vera føroyingur í 2011? Hvat merkir tað í heila tikið at hoyra til eina tjóð? Er føroyskleiki tengdur at máli, mentan og siðum, ella er tað nóg mikið at kenna seg sum føroying? Í mong ár hava globalisering, kapitalisma og multikulturalisma máað støðið undan nationalum mørkum um allan heim, men samstundis hava tjóðskaparflokkar framgongd í fleiri europeiskum londum. Í dag spyrja vit nørdarnar: Hvat merkir tað at vera føroyingur í dag? Hvaðani stavar hugtakið tjóð?

Duration:00:48:08

Ask host to enable sharing for playback control

Hvør er munurin á monnum og kvinnum?

7/25/2011
Dreingir eru dreingir, tí teir eru føddir so, og gentur eru gentur, tí tær eru føddar so. Ella er tað nú soleiðis? Eru dreingir møguliga dreingir, tí samfelagið ger teir til dreingir, og eru gentur møguliga gentur, tí okkara mentan og sosialu vanar gera tær til gentur? Í dag spyrja vit nørdarnar: Í hvønn mun eru menn og kvinnur fødd ymisk, og í hvønn mun er hugtakið kyn ein sosial og mentanarlig konstruktión?

Duration:00:37:37

Ask host to enable sharing for playback control

Í hvønn mun er menniskjan ein fræls vera?

7/18/2011
Øll menniskju uppliva, at lívið og gerandisdagurin eru á tremur við avgerðum, bæði stórum og smáum. Men er menniskjan grundleggjandi ein fræls vera? Ella eru vit bert úrslit av lívfrøðiligum arvi og sosialum og mentanarligum umstøðum? Er okkara uppliving av einum fríum vilja okkurt, sum vit billa okkum? Ella eru vit harrar í egnum lívi við teimum fortreytum, sum vit hvør sær eru fødd inn í? Í dag spyrja vit Magnus Gaard, lívfrøðing, Súsonnu Skaale, sálarfrøðing, Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum og Jógvan D. Hansen, heimspeking: Er menniskjan ein fræls vera?

Duration:00:51:39

Ask host to enable sharing for playback control

Er Facebook vandamikið?

7/11/2011
Kann man ímynda sær Søren Kierkegaard við fartelefon, Dostojevski vid iPad ella Charles Darwin við einum profili á Facebook? Alnótin og tann tøknifrøðiliga kollveltingin hevur grundleggjandi broytt lívið hjá tí modernaða menniskjanum. Rúm og tíð eru upployst í cyberspace, fartelefonir, iPad og iPod eru hvørs mans ogn, og heimasíður sum Facebook, Twitter, Myspace, Google og Youtube eru ein fastgrógvin partur av gerandisdegnum hjá milliónum av menniskjum.

Duration:00:44:27

Ask host to enable sharing for playback control

Guð er komin fyri at verða

7/4/2011
Menniskju hava til allar tiðir havt sinar atrúnaðir. Fra náttúrureligion og persónligum spiritualiteti til trúnna á fleiri gudar til trúnna á ein guð. Men hvaðani stavar átrúnaður? Hvaðani stavar hugmyndin um ein guð? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tey fýra, Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, livfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, og Dorit Hansen, cand. mag. i enskum og søgu, viðgera í dag. Háast tey ikki koma við kategoriskum svarum, so eru tey samd um, at trúgvin á ein guð er til, og at hon ikki fer at hvørva i bræði.

Duration:00:49:56

Ask host to enable sharing for playback control

Hvat var lívið uttan deyðan?

6/27/2011
Hvat er deyðin? Kann deyðsótti nýtast til okkurt gott? Hvørja ávirkan hevur okkara tilvit um deyðan á okkara lív? Hvat hendir eftir deyðan? Í panelinum eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum og Jógvan D. Hansen, heimspekingur.

Duration:00:40:59

Ask host to enable sharing for playback control

Hvat er eitt lukkuligt lív?

6/21/2011
"Nørdarnir" er nýggj útvarpssending í summarskránni hjá Kringvarpi Føroya, har fýra fakpersónar komandi vikurnar fara at kjakast um lívsins stóru spurningar. Í dag spyrja vit nørdarnar kring borðið: Hvat er eitt lukkuligt lív? Í panelinum sita Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum og Jógvan D. Hansen, heimspekingur.

Duration:00:48:11