Logo

Plátubarrin

  • 4
    Broadcasts
  • 35
    Followers

PROGRAM INFORMATION

More information

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki, sum partvíst er interaktivt útvarp í vetrarskrá Kringvarpsins. Frá kl. 19.00 til 20.00 spælir verturin tónleik og greiðir frá ymsum áhugaverdum. Næsti partur frá kl. 20.00 til 21.00 er ein dokumentariskur tími við denti á eina ávísa tónleikaútgávu. Frá kl. 21.00 til 01.00 verða lurtaraynski spæld, sum kunnu smsast til tlf. 224000 ella skrivast inn á Facebooksíðuna Plátubarrin. Plátubarrin varð ljóðsett 16. februar 2013 og hevur stóra undirtøku millum manna. Um sendingina: Plátubarrin, leygarkvøld frá kl. 19:00 til 01:00. Um vertin: Jákup Magnussen, útbúgvin journalistur, 50 ár. Verturin gjørdi sína fyrstu tónleikasending sum tannaáringur í 1982 og hundraðtals aðrar tónleikasendingar komu henni á baki. Eftir lokna útbúgving í 1993 hava tað mest verið morgunsendingar, prátsendingar, og aðrar meira journalistiskar sendingar, sum hann hevur tikið sær av. Men eftir eina drúgva fjakkaraferð í fjølmiðlahøpi, er hann nú komin heim aftur til yndispláss sítt í fjølmiðlaverðini; nevniliga sum tónleikavertur í útvarpi. Slóð: Plátubarrin á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Loading
Cancel
Done 100

Are you sure that you want to delete this?

Cancel Delete