Logo

Rændu gimsteinarnir

  • 0
    Broadcasts
  • 0
    Followers
Now Playing:

PROGRAM INFORMATION

  • Tórshavn, Faroe Islands
  • Faroese

More information

Savnssending Jólakalendarasøgan hjá Barnaútvarpinum 2011, eitur - Rændu Gimsteinarnir. Tvíburðarnir Ida og Hjalti búgva í einum vanligum húsi onkrastaðni í Føroyum. Pápin er sjómaður. Tað fyrsta, vit hoyra um tey bæði, er, at Hjalti ikki hevur tað so lætt í skúlanum, tí dreingirnir arga hann. Ida roynir at hjálpa honum, men tað vil Hjalti ikki. Ida greiðir mammu síni frá støðuni, og mamman sigur uggandi, at tað fer at verða betri. Um náttina kemur ein løgin vera inn í kamarið hjá Idu og Hjalta. Veran er bangin, og biður tey hjálpa sær. Tey skilja onki, og verða síðani tikin úr kamarinum, og førd í annan heim. Søgan er ævintýrakend. Børnini eru útvald at fara í aðra verð, at bjarga rændu gimsteinunum. Tað er ikki so lætt, tí har eru nógvar forðingar og nógvir vandar. Har eru óndar djóraverur, men eisini vinarligar og hjálpsamar djóraverur. Vónandi sigrar tað góða innan jólaaftan, og børnini megna at bjarga rændu gimsteinunum, til tess at koma heimaftur at halda jól hjá mammu og pápa. Tá ið søgan er ævintýrakend, so kunnu øll børn og øll vaksin lurta. Vit hoyra eina spennandi søgu, sum onkuntíð er óhugnalig, men dirvi og megin hjá børnunum sigrar allatíðina, og Ida og Hjalti eru hetjur. Ein maður sigur einum smádrongi frá spennandi søgu. Drongurin er forvitin, og fær meira og meira at vita, sum dagarnir í desembur mánaða ganga. Søgan verður borðreidd við nógvum ljóði, tónleiki og sangi, sum hóskar til innihaldið. Jólakalendarasøgan "Rændu Gimsteinarnir" eru at hoyra mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 7:15 og eftir tíðindini á kvøldi klokkan 18:20. Tað eru Katrin Nolsøe og Kári Sólstein, sum skrivaðu søguna í 2004. Finnur Hansen var tøkningur. Hann gjørdi ljóðmyndina, og legði eisini tónleikin til rættis. Kári Jacobsen gjørdi tíggju sangir til leikin - orð og løg
Loading
Cancel
Done 100

Are you sure that you want to delete this?

Cancel Delete