Radarin-logo

Radarin

Podcasts

Farið verður í dýpdina við teim evnum, ið verða vald til hvørja sending. Heldur enn at fevna víða, er tankin at fara djúpt. Tað vil siga, at kavað verður niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Av tí at sendingin er á skrá einaferð um vikuna, so ber væl til at taka somu evni uppaftur, ella onnur evni innan fyri sama øki.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Farið verður í dýpdina við teim evnum, ið verða vald til hvørja sending. Heldur enn at fevna víða, er tankin at fara djúpt. Tað vil siga, at kavað verður niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Av tí at sendingin er á skrá einaferð um vikuna, so ber væl til at taka somu evni uppaftur, ella onnur evni innan fyri sama øki.

Language:

Faroese


Episodes

Radarin: Politiska støðan og politisk ung

5/1/2019
Prát við politisk ungmannafeløg um ungmannapolitiskt virksemi. Luttakarar: Unga Sjálvstýri: Heri Danielsen Unga Sambandið: Linnéa L. Petersen HuXa: Beinir Johannesen Unga Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir Sosialistik Ung: Barbara G. Apol Framsøkin Ung: Bjarni K. Petersen. Eisini er viðgerð av politisku støðuni. Luttakarar eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm.

Duration:00:49:24

Politiskt virksemi í ungmannafeløgum

5/1/2019
Luttakarar: Frá vinstru á myndini: Unga Tjóðveldi - Hervør Pálsdóttir Ungmannfelagið Samband - Linnéa L. Petersen Framsøkin Ung - Bjarni Kárason Petersen Sosialistik Ung - Barbara Gaardlykke Apol HuXa - Beinir Johannesen Unga Sjálvstýri - Heri Danielsen

Duration:00:44:12

Radarin: Gloymd endurmenning

4/3/2019
Hoyr sendingina her.

Duration:00:41:35

Bretland er stórur missur hjá ES

3/28/2019
Bretland hevur sama búskaparliga týdning sum 20 av teimum smærru limunum í ES, so tað er greitt, at tað fær avleiðingar fyri ES at missa ein so stóran búskap í samstarvinum, sigur føroyska sendikvinnan í Brússel. Tað verður ikki friður í Bretlandi fyrr enn Bretland er farið úr ES. Dregur Bretland í land nú, fer hendan ósemjan um limaskap at prutla undir lokinum í ævir, metir landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen.

Duration:00:54:25

Føroysku fólkatingssessirnir

3/20/2019
Valfepurin er so smátt farin at gera um seg, og politisku flokkarnir eru byrjaðir at markera seg til tey bæði valini, sum eru fyri framman. Føroyingar skulu á val tvær ferðir í ár og nógv bendir á, at fyrru ferð krossurin skal setast verður á fólkatingsvalinum, sum skal vera í seinasta lagi 17 juni. Men fólkatingsvalið verður av nógvum mett at hava avmarkaðan týdning, og flokkarnir brúka munandi minni orku til valstríð til fólkatingið í mun til løgtingið. Valluttøkan er eisini munandi lægri til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið.

Duration:00:53:56

Radarin: Føroyabanki

3/13/2019
Vit fara í hesi sending at viðgera Føroyabanka úr ymsum sjónarhornum. Hvat er tað sum ger hann serligan? Hví er hann stongdur? Hví er toskastovnurin serligur? Skal Føroyabanki latast upp aftur til vinnuligan fiskiskap? Tað eru nakrir av spurningunum, sum eg farið at seta fólki, sum hvat tey tosa um. Luttakarar í sendingini eru Eyðfinn Magnussen, Petur Steingrund, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Eyðstein Poulsen og Jóhan Mortensen.

Duration:00:43:21

Radarin: Út við diesel-bussunum

3/6/2019
Útlátið av vakstrarhusgassi frá akførum í Føroyum setir met og dálkar nú næstan líka illa sum samlaða el- og hitaframleiðslan í landinum. Av meira enn 25.000 privatbilum eru bara 115 el-bilar, av 104 hýruvognum koyrir bara ein við streymi, og eingin el-bussur er í landinum.

Duration:00:53:00

Radarin: Vænta broytingar í Sandoynni

2/20/2019
Hann var ávegis í nógv ár, Sandoyartunnilin. Men leingi var tað bara tos og ofta eisini politiskt rok. Hann var ofta havdur á munni, men fekk ikki tað politisku rafestingina, sum skuldi til og so datt málið burtur aftur. Inntil 2014. Tá bragdaði. Tá funnu politisku flokkarnir eina semju millum sín, og settu Sandoyartunnilin á skrá. Men tað var í kjalarvørrinum av einum øðrum tunnilsmálið, málið um tunnilin undir Tangafjørð ella Eysturoyartunnilin, ið gjørdi tað, at Sandoyartunnilin eisini gjørdist veruleiki.

Duration:00:44:03

Fleiri hús standa tóm í Føroyum

2/13/2019
1481 hús standa tóm í Føroyum, vísa tøl hjá Kommunufelagnum. Á Sandi standa 77 av 270 húsum tóm, og tað merkist fíggjarliga hjá kommununi. Lurta eftir sendingini Radarin.

Duration:00:34:32

Radarin: Grøn kós og svørt olja

2/6/2019
Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar. Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska olju. Hvussu hongur tað saman?

Duration:00:52:24

Øll ábyrgd skal liggja hjá einum ráði

1/30/2019
Nógv hevur verið tosað um, at ábyrgdarbýtið er ógreitt, tá tað kemur til almennar byggingar, og nú verður tað broytt, sigur løgmaður. Radarin í dag snýr seg um Glasir, um risa eykarokningarnar og um hvat gekk galið frá byrjan. Eisini tosa vit við løgmann um eftirlitið við byggjarínum.

Duration:00:52:30

Seta luppin á avkastið hjá pensjónsfeløgum

1/23/2019
Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns- og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku. Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kanna onnur viðurskifti hjá feløgunum, millum annað umsitingarkostnaðin.

Duration:00:51:51

Radarin: Politiskt og rættarlig eftirlit

1/16/2019
Hvat er politiskt eftirlit og hvat er rættarligt eftirlit við landsstýrinum? Tann spurningin seta vit í Radaranum hesaferð. Eisini hyggja vit nærri at lógini um ábyrgd landsstýrisins saman við løgfrøðingi. Lógin er næstan 23 ára gomulm, men ongantíð brúkt. Eisini greina vit politisku støðuna saman við Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen.

Duration:00:50:58

Radarin: Smáu valstøðini og persónsdata á netinum

1/10/2019
Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at fólk á smáplássum ikki kunnu atkvøða í loyndum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum tvær ferðir hevur lagt uppskot fram um at telja smáplássini saman við størri valstøðum. Ein meirluti í løgtinginum mælir tó frá at broyta skipanina Er tað ein trupulleiki fyri fólkaræði í Føroyum, at atkvøðugreiðslan á fleiri valstøðan er meir ella minnið almenn?

Duration:00:48:48

Valstríð og grundgevingar

12/12/2018
Hvussu er støði á politiska kjakinum, hvussu grundgeva politikarar og hvørjum skulu veljarar serliga ansa eftir í einum komandi valstríði? Eydna Skaale, retorikari, Jógvan Hansen, heimspekingur, og Asta Hansen, politiskt samskiftisfólk, greina politiska orðaskiftið kvøldið fyri seinasta val. Rógvi Olavson leggur til rættis.

Duration:00:54:07

Glasir ikki egnaður til undirvísing

12/5/2018
Tað er so nógv órógv í bygninginum, at næmingar eru troyttir og orka ikki at gera skúlating, tá teir koma heim. Tað siga bæði einstakir næmingar, sum útvarpið tosar við í hesum Radaranum og formaðurin í næmingaráðnum. Larmur frá "atrium" ella felagsrúminum órógvar so illa, at tað er ringt at hugsavna seg í undirvísingini. Haraftrat hoyrist so væl millum skúlastovurnar, at næmingarnir mugu hugsavna seg um ikki at lurta eftir læraranum í grannastovuni.

Duration:00:52:03

Verkfall og Kontórshavn

11/28/2018
Hoyr sendingina her

Duration:00:52:16

Kenna ikki langtíðaravleiðingar av alivinnu

11/14/2018
Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt. Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Hann heldur, at við verandi tøkni er neyvan gjørligt at alivinnan kann vaksa meira í Føroyum uttan at gera seg inn á umhvørvið. Einasta loysnin er at flyta alingina út á meira harðbalin øki.

Duration:00:52:46

Radarin: Trump og EIK

11/7/2018
Amerikanska miðskeiðisvalið hevur verið eitt val um Trump - men vann hann ella tapti hann? Tað umrøða Tóri Højgaard og Sjúrður Skaale í dagsins Radara. Vanliga er ikki stórur áhugi fyri amerikanska miðskeiðisvalinum, men amerikanski veljarin er vaknaður - bæði tann, sum vil hava Trump, og tann sum ikki vil hava hann. Valluttøkan er nógv hægri- møguliga 20 prosent hægri - enn hon var seinast miðskeiðisval var.

Duration:00:46:52

Radarin: Betri samtakið og politiska støðan

10/31/2018
Í Radaranum hesaferð verður hugt at Betri Samtakinum og hvørjar avbjóðingar samtakið hevur. Tað hevur verið torført at finna ein stjóra at leiða samtakið, eins og tað hevur verið rumbul kring nevndirnar eisini. Fyrrverandi nevndarlimurin Kim Hansen gevur sína meting av hvørjar avbjóðingar samtakið hevur. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sigur frá sínum ætlanum, ið hann hevði við samtakinum. Hann ætlaði at skilja tað sundur við lóg, men tað bar ikki til. Nú vil hann heldur herða eftirlitið.

Duration:00:52:33