Sjónarhornið-logo

Sjónarhornið

Podcasts

Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, liljan@kvf.fo, og Grækaris Djurhuus Magnussen, grakaris@kvf.fo

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, liljan@kvf.fo, og Grækaris Djurhuus Magnussen, grakaris@kvf.fo

Language:

Faroese


Episodes

Forskúlar og bókasøvn

6/10/2013
Seinastu tíðina hava nógvar røddir verið frammi í fjølmiðlunum um forskúlar í Føroyum - fyri og ímóti. Tað eru tey, sum fegin vilja hava fleiri forskúlar, meðan onnur halda tað verða skeivt at koyra børn í skúla longu um 6 ára aldur. Tveir gestir eru í útvarpsstovuni at tosa um evnið. Vit hava eisini tosað við forkvinnuna í Pedagogfelagnum og formannin í Lærarafelagnum um hetta málið.

Duration:00:51:58

Bjartskygni í ferðavinnuni

5/30/2013
Hetta er háárstíðin fyri føroyska ferðavinnu. Fyrsti útlendska ferðamannaskipið var á Havnini í gjár, og vit byrja so smátt at síggja fremmand ferðafólk í gøtunum. Vit fara at tosa við nøkur teirra, sum arbeiða í føroysku ferðavinnuni. Hoyrið meira í Sjónarhorninum.

Duration:00:21:26

Útróðrarflotin í stórum trupulleikum

5/30/2013
Støðan hjá útróðrarflotanum er vánalig. Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit nógvar útróðrarmenn og útróðrarbátar, men nú eru bert heilt fáir eftir. Spurningurin er, um føroyskur útróður er við at hvørva, ella um útróðurin stendur at bjarga. Hoyrið meira í Sjónarhorninum.

Duration:00:26:54

Kvinnurættindi fyri ST

5/22/2013
Hósdagin, skulu Føroyar saman við Danmark og Grønlandi lata ST áttandu frágreiðingina um um kvinnurættindi. Bergljót Debes Hentze hevði kvinnurættindi á skránni í Eyðgleiðingini í Góðan Morgun Føroyar týsmorgunin. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:21:28

Leigunevndin hevur ávirkað leigumarknaðin

5/22/2013
Leigunevndin avgreiddi í fjør 26 mál um ósemjur millum tey, sum leiga, og tey, sum leiga út. Fýra mál vórðu víst burtur. Vit tosa við nevndarformannin í Leigunevndini, Andrass Holm Arge. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:10:48

Bjørn Kalsø vil hava breiða fjølmiðlasemju

5/22/2013
Við jøvnum millumbili stendst øsing um Kringvarp Føroya. Seinastu tíðina er tað ein avtala, sum leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt við eitt felag um sponsor-innsavnan, ið hevur elvt til øsing. Avvarandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, hevur fingið ábreiðslur fyri at hava sovið í tímanum. Og tað er serliga privata Miðlahúsið, ið hevur funnist at Kringvarpinum og avvarðandi landsstýrismanni.

Duration:00:19:16

Sjónarhornið: Altjóða arbeiðaradagurin enn týdning

5/6/2013
1. mai er enn ein dagur, sum hevur týdning fyri bæði fakfeløg og land. Tað halda tveir formenn og ein forkvinna í trimum av stóru fakfeløgunum. Í sendingini setur Erland Viberg Joensen søguna hjá arbeiðararørsluni í perspektiv, og Bergur A. Dalsgarð úr Sosialistiskum Ungmannafelag og Ólavur í Búrstovu úr Framsóknarungdómi halda báðir, at enn hava vit brúkt fyri 1. mei, tí nógv er eftir at stríðast fyri hjá arbeiðararørsluni.

Duration:00:51:02

Gransking er fortreyt fyri framburði í alivinnuni

4/26/2013
Føroysk aling hevur veruliga tikið dik á seg seinastu árini, og føroyskur alilaksur telist millum heimsins besta. Men fyri at tryggja alingina í framtíðini er neyðugt við gransking, og í løtuni eru føroyingar við í fleiri granskingarverkætlanum, millum annað fyri at slóða fyri aling á opnum havi og øðrum harðbalnum støðum. Hoyr meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:18:43

Jacob Vestergaard skuldsettur fyri korrupsjón

4/24/2013
Ákoyringarnar á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vóru ógvusligar í tinginum í farnu viku. Høgni Hoydal legði landsstýrismannin undir at arbeiða sum best ber til, og Kristina Háfoss samanbar landsstýrismannin við Nixon-forseta, sum á sinni noyddist at leggja frá sær orsakað av korrupsjón. Jacob Vestergaard fekk eisini harðar ákoyringar frá tingfólki úr sínum egna flokki. Vit spyrja, hvussu nógv tingfólk kunnu loyva sær at siga í tingunum, áðrenn talan er um beinleiðis ærumeiðing. Hoyr meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:31:47

Fleiri kvinnur boða frá harðskapi

4/17/2013
Í 2012 fekk Kvinnuhúsið í Havn 624 áheitanir um hjálp av ymsum slag, 331 snúðu seg um beinleiðis harðskap. 55 kvinnur við útlendskum uppruna vendu sær eisini til Kvinnuhúsið. Hetta sama tíðarskeiðið gistu 15 kvinnur og 6 børn í Kvinnuhúsinum. Vit spyrja millum annað, hvussu hesar kvinnur eru fyri sinnisliga, hvussu Kvinnuhúsið kann hjálpa teimum, og hvussu tær kunnu koma víðari í lívinum. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:31:08

Privat skulu taka sær av nýggjum rannsóknarskipi

4/17/2013
30. apríl í 2012 lovaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at finna alternativa fígging til nýtt havrannsóknarskip. Men tað eydnaðist honum kortini ikki, og enn er nýggja havrannsóknarskipið ikki komið longur enn til tekningarnar og eina lidna verkætlan. Nú ætlar landsstýrismaðurin, at privatir skulu taka sær av skipinum. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:21:47

Jarnfrúan deyð

4/11/2013
Mánadagin andaðist fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Margaret Thatcher. Thatcher var kend fyri sína beinhørðu framferð í politikki. Nøkur elskaðu hana, meðan onnur hataðu hana. Vit fara at tosa um hendan umstrídda enska politikaran. Hoyr meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:38:15

Kommunufeløg verða løgd saman

4/11/2013
Leingi høvdu vit Føroya kommunufelag, sum var felagsskapur hjá flestu kommununum í Føroyum. Men í 1999 stovnaðu stóru kommunurnar Kommunusamskipan Føroya. Í byrjanini vóru 6 kommunur í nýggja felagnum, men síðan eru fleiri lagstar aftrat. Spurningurin er, hvussu leingi vit skulu hava TVEY kommunufeløg í Føroyum. Hoyr meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:14:11

Norðurkoreanskar hóttanir órógva heimsfriðin

4/3/2013
Spenningurin millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea og USA hinumegin er øktur seinastu vikurnar. Stjórnin í Norðurkorea hevur millum mangt annað hesa seinastu tíðina hótt við at leggja bæði USA og Suðurkorea í oyði. Spurningurin er, um hetta bara er ógvusligur retorikkur frá norðurkoreansku stjórnini, ella um veruligar ætlanir liggja aftanfyri. Og týsdagin 2. apríl var altjóða Autismudagur. Vit tosa við umboð fyri Autismufelagið um umstøðurnar hjá fólki við autismu í Føroyum, og hvørji útlitini eru. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!

Duration:00:53:02

Ov nógvur skundur á sjúkradeildum hóttir góðskuna

3/27/2013
Sárbærir og ússaligir sjúklingar noyðast stundum at liggja úti á gongini, tá teir eru innlagdir á sjúkrahúsi. Hetta evnið hava vit viðgjørt í Sjónarhorninum fyrr, og nú taka vit tað uppaftur. Marjun Thomsen, cardiologiskur sjúkrarøktarfrøðingur, master í health science og lærari á Sjúkrarøktarfrøðideildini, viðger evnið í Vitan og Vísindi hjá Fróðskaparsetrinum í hesum døgum.

Duration:00:52:57

Harðskapur í náttarlívinum

3/21/2013
Aftur hetta seinasta vikuskifti hoyrdu vit um ógvusligan og beinleiðis vandamiklan harðskap millum ung í náttarlívinum. Ein ungur maður varð so illa viðfarin, at hann í skundi varð sendur av landinum til viðgerðar. Í Sjónarhorninum í dag spyrja vit millum annað, um vit noyðast at liva við ógvusliga harðskapinum, ella um vit kunnu gera nakað til tess at forða fyri, at harðskapurin veksur upp aftur meira - ella upp aftur betri: Um vit kunnu gera nakað, sum fær ógvusliga harðskapin at minka aftur.

Duration:00:48:35

Trýst á føroysku mjólkina

3/14/2013
Í nógv ár hevur verið funnist at, at føroyska mjólkin er ov kostnaðarmikil. Í 2015 tekur ES so allar mjólkarkvotur av, og tað kann lættliga herða kappingina á evropeiska mjólkarmarknaðinum. Og verður mjólkin í Evropa bíligari, er spurningurin, hvussu verður við føroysku mjólkini. Hvørjar ætlanir hava føroyskir mjólkarbóndur og Mjólkarvirki Búnaðarmanna í hesum sambandi, og hvussu við øðrum mjólkarúrdráttum, eitt nú osti, spyrja vit millum annað. HOYR MEIRA Í SJÓNARHORNINUM!

Duration:00:42:54

Røktarsjúklingar fylla ov nógv á sjúkrahúsunum

1/31/2013
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur skotið upp, at røktarsjúklingar á sjúkrahúsum skulu gjalda, um teir verða liggjandi á sjúkrahúsi eftir lidna viðgerð. Uppskotið hevur lopið øði í fólk, men spurningurin er, um nøkur verulig orsøk er til hesa øsingina. Var tað rætt, so lógu hesir sjúklingar á t.d. røktarheimi, og tá høvdu teir kortini verið noyddir at goldið ein part.

Duration:00:51:21

Spenningur eftir valið í Ísrael

1/24/2013
Týsdagin var val til ísraelska tingið, Knesset. Roknað varð við, at forsætisráðharrin seinastu fýra árini, Benjamin Netanyahu, og hansara stjórn, fóru at vinna valið lættliga. Men tá talt varð upp týskvøldið sá út til, at sitandi stjórn fekk 61 tinglimir í Knesset, meðan Sentrum-vinstra fekk 59 tinglimir. Men eftir fínteljingina mikunáttina er spenningurin vorðin upp aftur størri, tí nú hava høgri- og sentrum-vinstra fingið 60 tinglimir í part.

Duration:00:50:50

Meira føroyskur matur á føroyskar matstovur

1/17/2013
Í longri tíð bar ikki til at borðreiða við føroyskum seyðakjøti á føroyskum matstovum, men tað er nú loyst. Verri er við føroyskum kálva- og neytakjøti. Trupult er eisini at borðreiða við øðrum føroyskum mati, til dømis kræklingi. Vit skifta orð um, hvør trupulleikin er, og hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikan.

Duration:00:53:52