Bismarin-logo

Bismarin

News

Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa lurtarar aftur høvi at siga sína meining í eini útvarpssending. Slag av sending: Útvarps-dokumentarsending um aktuell evni við lurtarakjaki aftaná Málbólkur: Vaksin Sendilongd: 55 minuttir Journalistar: Elin Winther Poulsen og Jóhann Mortensen Redaktørar: Elin Winther Poulsen, elin@kvf.fo, og Jóhann Mortensen, jomo@kvf.fo

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Language:

Faroese

Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Hvussu menna vit Fróðskaparsetrið?

6/7/2011
Skal føroyska samfelagið mennast, er eisini neyðugt at menna Fróðskaparsetrið. Bæði tá tað snýr seg um hægri útbúgving og gransking. Tað søgdu fleiri av teimum, sum hildu fyrilestur á ráðstevnu um at menna Fróðskaparsetur Føroya í síðstu viku.

Duration:00:53:31

Ask host to enable sharing for playback control

Hvussu fyribyrgja vit, at unga lærda fólkið rýmir?

6/7/2011
60 prosent av teimum ungu, lesandi føroyingunum fara út í heim at nema sær útbúgving. Av teimum kemur einans helvtin heimaftur. Orsøkirnar eru nógvar: Vantandi útbúgvingarmøguleikar, vánalig bústaðarviðurskifti, og eitt samfelag, sum er ov maskulint. Í sendingini spyrja vit: Hvat kunnu vit gera, til tess at fáa unga, lærda fólkið heimaftur?

Duration:00:52:38

Ask host to enable sharing for playback control

Skal ALS skipa arbeiðstilboð fyri arbeiðstøk?

5/26/2011
Tilsamans hava sløk 1800 fólk einki arbeiði í Føroyum. Í aldursbólkinum 20 til 29 ár eru 450 fólk arbeiðsleys. Í øðrum aldursbólkum er tað nakað minni - úr 278 upp í 362. Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá ALS, sum hvønn mánað rindar umleið 20 milliónir krónur í arbeiðsloysisgjaldi. Kjakast varð um, um arbeiðstøk skulu hava tilboð um arbeiði ella útbúgving, tá tey fáa pening úr ALS.

Duration:00:55:05

Ask host to enable sharing for playback control

Liðini virka, tilbúgvingarætlanin vantar

5/18/2011
Eldsbrunin umborð á Athenu vísti, at flestu liðini í føroysku tilbúgvinini virka, men at samskipanin er ikki nóg góð. Nýggi stjórin á tilbúgvingarstovninum miðar ímóti at hava ta yvirskipaðu tilbúgvingarætlanina klára í heyst.

Duration:00:52:31

Ask host to enable sharing for playback control

Skulu vit gevast at drepa grind?

5/10/2011
Í øldir hava føroyingar dripið grind, og eins leingi hava tvøst og spik verið týdningarmikil kostur her á landi. Flestu føroyingar halda grind og grindadráp vera ein stóran og týðandi part av okkara søgu og mentanararvi. Seinnu nógvu árini er ágangurin uttaneftir tó vaksin í hvørjum. Og kanningar hava staðfest, at grindin er so dálkað av kyksilvuri og PCB, at hon rætt og slætt er vandamikil kostur. Tí eru summi, sum halda, at vit eiga at halda uppat at drepa grind. Lurta eftir sendingini her

Duration:00:54:37

Ask host to enable sharing for playback control

Kann marknaðurin venda gongdini hjá fiskaflotanum?

5/10/2011
Tjóðveldi hevur gjørt uppskot um, at fiskidagar skulu seljast í tilfeingisbúð. Magni Laksáfoss, tingmaður, hevur gjørt uppskot um tað sama, og mælir til at býta leiðirnar í øki eftir fiskasløgum og veiðihættum. Fiskidagatalið skal setast eftir tilmæli frá fiskifrøðingum. Bismarin spyr, um hesi uppskot kunnu venda gongdini hjá feskfiskaflotanum?

Duration:00:52:09

Ask host to enable sharing for playback control

Umsetningurin í Ferðavinnuni er 700 mió.kr

4/19/2011
Ein meting fyri 2010 vísir, at ískoytið til føroyska búðskapin, frá ferðavinnuni er omanfyri 700 mió.kr. Men kortini eru tað tey, sum halda at henda vinnan ikki verður tikin fyri álvara. Eitt nú verur alt ov lítið játtað til marknaðarføring uttanlands. Í sendingini Bismaranum verður spurt: KANN ferðavinnan gerast ein vinna, sum búskaparliga ger mun - eitt annað bein at standa á?

Duration:00:54:08

Ask host to enable sharing for playback control

Skulu álvarslig mistøk í heilsuverkinum kunngerast

4/14/2011
Aðrastaðni hava heilsuverk slíkar listar. Danska sjúklingaumboðið - Patientombuddet - hevur eisini lista yvir avgerðir, sum eru kærdar um heilsustarvsfólk. Hetta verður partvíst gjørt fyri at tryggja sjúklingar og fyri at góðskutryggja heilsuverkið. Heilsustýrið hevur mett, at øll tey, sum standa á listanum, kunnu halda fram at arbeiða. Eingin teirra fremur sostatt virksemi, sum er óforsvarligt ella vandamikið. Um so var, hevði Heilsustýrið tikið autorisatiónina frá teimum. Á listanum eru altso starvsfólk í heilsuverkinum, sum hava gjørt mistak ella mistøk.

Duration:00:52:29

Ask host to enable sharing for playback control

Hvussu skal fólkaskúlin vera í framtíðini?

4/14/2011
Ì sendingini Bismarinum verða foreldur, pedagogur, skúlastjóri og lærarar spurd, hvussu tey kunnu hugsa sær skúlan í framtíðini? Hvat eru tey ikki nøgd við og hvat kundi verið øðrvísi við skúlanum? Lurtað eftir sendingini Bismaranum.

Duration:00:52:11

Ask host to enable sharing for playback control

Hvussu kann Suðuroyggin mennast burðardygt?

4/13/2011
Fólkatalið er minkað nógv í Suðuroy seinastu 20 árini og í dag er arbeiðsloysið rættiliga stórt. Spurningurin er tí, um tað ber til at menna oynna aftur, m.a. við tí tilfeingi, sum er til taks? Ein burðardygg mennigarætlan fyri Suðuroynna var heitið á eini ráðstevnu í Øravík 2. apríl við fyrilestrum,orðaskifti og verkstovum. Agenda 21-stovan og Føroya Kommunufelag skipaði fyri. Henda ráðstevnan var grundarlagið undir Bismaranum og kjakinum í sendingini.

Duration:00:55:14