Fit við Elini-logo

Fit við Elini

Podcasts

Savnssending Útvarpssending um venjing, kost, og sunnan lívsstíl.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Útvarpssending um venjing, kost, og sunnan lívsstíl.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Leif Sørensen ummælir grýtur o.m.a.

1/30/2013
Oddvør Skarðhamar fer at gera eina vetrarsalat úr blomkáli. Eisini er tíð, at viga okkara kvinnur eina sístu ferð. Uppá 4 mánaðir, eru tær samanlagt lætnaðar heili 130 kilo. Hvør teirra er lætnað mest, og hvør man hava tikið uppá aftur?

Duration:00:40:31

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um feitar menn, Meatless Monday og djús

1/23/2013
Soleiðis sigur Niels Jákup Heinesen, sum seinastu mánaðirnar er lætnaður heili 20 kilo. Hann heldur ikki, tað er nóg mikið, bert at hoyra um kvinnur, og hvussu tær gera, tá ið tær broyta lívstíl og vilja lætna.

Duration:00:51:12

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um fisk, renning og lívstílsbroyting

1/16/2013
Hann hevur runnið í 20 ár, og seinastu árini er renningin vorðin ein týðandi partur at lívinum. Men hví tímur hann (og nógv við honum), at renna áleið 50 km. um vikuna? Hvat gevu renningin kropsliga og sálarliga? Niels Poulsen kemur framvið at greiða frá, og geva góð ráð. Okkara Fit´tu kvinnur skulu eisini vigastr. Kappingin er komin at einum enda, og vinnarin av eini ferð fyri fýra til Danmarkar skal finnast. Hvør teirra er lætnað mest seinastu 4 mánaðirnar? Hvør teirra er lætnað næstan 25 kilo, og hvør hevur tikið uppá síðani seinastu viging?

Duration:00:47:17

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um The Dukan Diet, nýggjárslyfti o.a.

1/9/2013
Magnus Norðberg svarar lurtara, og sigur sína hugsan um klænkikurin, ið er uppfunnin av franska læknanum Pierre Dukan, The Dukan Diet. Ein klænkikurur, ið fleiri og fleiri føroyingar royna. Tveir venjarar siga sína hugan um nýggjárslyfti. Eisini geva teir síni ráð til, hvussu vit kunnu fara fram, um vit fegin vilja eyðnast, við at halda hetta nýggjárslyfti (meira enn bert nakrar fáar vikur) í alt 2012.

Duration:00:33:25

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um kokusolju, Panna Cotta og Gastric Bypass.

12/19/2012
Kvinna, ið fyri 4 mánaðum síðani vigaði 131 kilo, hevur nú í boði at fáa gastric bypass. Seinastu mánaðirnar er hon lætna góð 30 kilo, hetta við at eta minni og røra seg meira. Hon greiður okkum frá avgerðini, um hon velur skurðviðgerð, ella lívstílsbroyting fyri at lætna tey sístu 20 kilo´ini, sum nú mangla fyri at náa málinum. Kostfrøðingur svarar eisini lurtaraspurningi um kokusolju, og vit fara til kókikonu at gera Panna Cotta, sum hóskar seg væl til jóladøgurðaborðið.

Duration:00:50:21

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um klænking og kolhydratir, dunnusalat o.m.a

12/12/2012
Umframt at svara brævi frá lurtara, fer Magnus eisini at greiða frá muni á kolhydrattørvi, og hví munun er á tørvi hjá fólki, ið venja, í mun til fólk, ið ikki venja. Oddvør lærir okkum at gera dunnusalat til jóladøgurðaborðið, og vit spola tíðina aftur til leygardagin, tá fyrsti landsdysturin í styrki varð hildin.

Duration:00:48:29

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um kræsni, ummæli av pannum og jólaborðhald

12/5/2012
Kokkurin Leif Sørensen ummælir tvær pannur, eina bíligari teflon pannu, og eina dýrari Green Pan. Eisini greiðir Leif frá, hvat vit eiga at hugsa um, tá vit keypa pannur. Fit leggur eisini leiðina fram við jólaborðhaldi hjá fyritøku, sum borðreiður við soltnum jóladøgurða.

Duration:00:45:37

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um góðan matpakka, kost fyrr og nú o.m.a.

11/21/2012
Ein annar kostfrøðingur gevur boð uppá hvussu matarborið sær út ídag, og hvussu tað hevur sæð út hjá nógvum húsarhaldum seinastu mongu árini. Okkara kvinnur skulu vigast fyri næstsístu ferð, og so fer Oddvør Skarðhamar at læra okkum, hvussu vit gera leskiligt heimabakað rugbreyð úr millum annað havragrýni.

Duration:00:52:42

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um renning og renniskógvar

11/7/2012
Eisini fara vit at gera eina renniroynd á rennibandi, fyri at finna útav hvørjir renniskógvar passa best til okkara føtur. Kókikona fer at læra okkum at gera innballaðan fisk í pastaplátu, og so skulu okkara 8 kvinnur aftur vigast.

Duration:00:49:00

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um D3 Vitamin og akupunktur

10/31/2012
Tilmælini til D3 vitamin inntøkuna eru sera ymisk. Onkur vil vera við, at vit ikki eiga at eta ískoyti, annar vil vera við, at millum 30 og 70 mikrogram skal til. Aftur onnur siga, at vit eiga at eta minst 100 mikrogram um dagin. Hetta fyri at verja okkum móti sjúkum. Men hvat er rætt? Læknin kemur at greiða frá, hvat læknavísindin veit. Eisini svarar Ári Rasmussen spurningi um akupunktur, og vit fara at gera grønmetissuppu við okkara Fit´tu kvinnum.

Duration:00:54:03

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Verða vøddar til feitt?

10/24/2012
Eisini fara vit at hitta Jóninu, ið hevur vunnið sær pláss ti EM í Fitness í mai. Vit fara at gera kips úr rótfruktum, OG so skulu okkara 8 kvinnur aftur vigast.

Duration:00:49:33

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um landsdyst í styrki, Quinua og etingarólag

10/17/2012
Eisini fara vit at práta við Teir báðar berg & Hammer um landsdystin í styrki, tá teir fáa sterkastu danir á vitjan at dystast. Hvat er Quinua? Kostfrøðingur greiður frá, og vit fara heim til økonomu at gera ein Quinuarætt.

Duration:00:36:37

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um hunang, fiskafrikadellur og fyrstu viging

10/10/2012
Fit fer eisini við trimum tannáringum at gera fiskafrikadellur við grønmeti. Hvat tey halda um hetta, verður áhugavert at hoyra. Eisini skulu 8 kvinnurnar, ið luttaka í "Frá feit til Fit" vigast á fyrsta sinni. So háspeniingur er í luftini!

Duration:00:39:04

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um svøvn og sunna kostætlan

10/3/2012
Martin Kreutzer, granskari og serfrøðingur, greiðir frá, hvussu nógvan svøvn vit vaksnu hava tørv á. Eisini eru vit við, tá fýra av teimum átta kvinnunum í "Frá feit til Fit" fáa sína kostætlan til næstu 8 vikurnar.

Duration:00:45:23

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um "Frá feit til Fit", kiropraktik og rawfood

9/26/2012
Eisini kemur kiropraktor Ári Rasmussen at svara spurningi frá lurtara, umframt at vit fara at gera rawfood brownies við kokusi og mandlum.

Duration:00:45:12

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Um FM í Fitness og lívstílsbroyting

9/20/2012
Hvørjar eru tær fyrstu fýra kvinnurnar, sum eru útvaldar til nýggju (kvinnuligu) lívstílsbroytingina hjá Fit? Hví hava tær tekna seg? Og hvussu stórar eru tær? Eisini fara vit í Norðurlandahúsið til fyrsta FM í Fitness.

Duration:00:55:00

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Fitness og lívstílssending

9/20/2012
Ein granskari, ein kostfrøðingur og ein kiropraktor verða nú eisini partar av okkara serfrøðingabólki. Vit fara at spyrja hvørji tey eru, og hvussu tey fara at lita Fit í vetur. Eisini hitta vit fyriskiparan av kappingini FM í Fitness, og tríggjar av kvinnunum ið luttaka.

Duration:00:46:23

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: um FM í Fitness og lívstílsbroyting

9/20/2012
Hvørjar eru tær fyrstu fýra kvinnurnar, sum eru útvaldar til nýggju (kvinnuligu) lívstílsbroytingina hjá Fit? Hví hava tær tekna seg? Og hvussu stórar eru tær? Eisini fara vit í Norðurlandahúsið til fyrsta FM í Fitness.

Duration:00:55:00

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Nýggj lívstílsbroyting er ávegis

9/7/2012
Eisini fara vit at hitta tey 6, sum samanlagt lætnaðu áleið 70 kilo, tá tey samanvið Fit broyttu lívstíl tíðliga í summar. Hvussu man støðan vera nú? Eru tey framvegis eins sunn, ella eru grammini komin á aftur?

Duration:00:36:09

Ask host to enable sharing for playback control

Fit: Proteinrættir, sunt snack og síðsta vigingin

6/13/2012
Eisini fara vit at gera ymiskar smærri rættir, ið allir eru á tremur við proteinum. Grønmetis juice er eisini á skránni, og nógvar áhugaverdar uppskriftir verða nevndar og royndar. Vit siga eisini vit farvæl við okkara luttakarar í Fit´tu lívstílsbroytingini. Hvussu nógv munnu tey vera lætnaði seinastu 8 vikurnar?

Duration:00:57:10