Meg minnist-logo

Meg minnist

Podcasts

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Dánjal Andreasen (5:5)

12/11/2023
Dánjal Andreasen var eisini uppi í ítrótti. Hann var formaður í Leirvíkar Ítróttafelag í fleiri ár, tá felagið var frammarlaga í landskappingum. Sum framhald av hesum var Dánjal Andreasen nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya saman við eitt nú formanninum Torleifi Sigurdsson. Sjálvur var Dánjal formaður í FSF í tvey ár. Tað var ein góð tíð. Eitt stutt skifti var Dánjal stjóri á Strandferðsluni, sum hevði sæti á Tvøroyri. Haðani fór hann aftur út at sigla. Hesaferð við Mærsk og var har í fleiri ár, til hann nú kom til pensjónsaldur.

Duration:00:39:03

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Dánjal Andreasen (4:5)

12/11/2023
Dánjal fekk hug at fara út at sigla. Fekk kjans við einum nýbygningi hjá Elite Shipping í Ringkøbing. Fyrst vóru hann og skiparin John á Líknagøtu nakrar mánaðir á skipasmiðjuni í Århus. Fyrsta túrin fóru teir eystureftir og vóru burtur um 3 mánaðir. Fekk aftur tjans við nýggjum skipi, sum fór eystureftir við útgerð til eitt sukurvirki í Indonesia. Triðja ferðin var ruta millum Cuba, Mexico og Ný Funnland. Landsverk søkti eftir fólki at taka sær av maskinum. Haðani fór Dánjal á Skála Skipasmiðju sum driftsleiðari. Hetta var góð tíð, men í 2006 fekk hann krabbamein.

Duration:00:40:46

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Dánjal Andreasen (3:5)

12/7/2023
Dánjal Andreasen var eina tíð til skips við "Grunningi". Ein dagin hitti hann skiparan Kjartan Joensen, sum júst tá hevði keypt "Hvilvtenni". Hann spurdi, um Dánjal kendi nakran 2. meistara. Jú, svaraði Dánjal, hann kendi ein, sum æt Dánjal Andreasen. Nú var hann við Kjartani á rækjuveiði í Grønlandi. Í 1977 tók hann prógv sum maskinistur og fór við aftur "Hvilvtenni". Í 1980 fór hann í land og arbeiddi eina tíð hjá Brøðrum Petersen. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Fór eisini í starv á Landsskúlafyrisitingini, har hann serliga hevði áhuga fyri at menna maskinskúlan.

Duration:00:43:08

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)

12/3/2023
Dánjal Andreasen fór til Íslands sum 13 ára gamal. Pápin hevði hann við sær, tá hann fór við einum íslendskum báti á Norðvesturlandinum. Dánjal arbeiddi í landi saman við Enna í Skopun, og var eisini til skips við íslendingum.

Duration:00:43:22

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Dánjal Andreasen (1:5)

11/26/2023
Dánjal Andreasen í Leirvík er júst givin at sigla sum maskinmeistari eftir fleiri ár við Mærsk. Pápi Dánjal var leirvíkingur. Mamman var dóttir Áar Dánjal í Miðvági. Tað var stuttligt og rokaligt at vera smádrongur í Leirvík, men minni stuttligt at ganga í skúla. Leirvíkingar róðu nógv út, og dreingirnir vóru umborð, tá høvi beyðst. Leirvík hevði trupult ferðasamband, men fekk sum fráleið heilar tveir tunlar. Siglingin frammanundan var stundum vandamikil.

Duration:00:41:05

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Alfred Olsen (3:3)

11/19/2023
Alfred hevur búð í Saltnesi síðani 1978. Fyrstu fólk í Saltnesi vóru Óla Christian Joensen og Inger Ann í 1837. Næstur var skúlalærarin Johs. Petersen og síðani Andrias í Túni við húski. Óla Christian, nevndur Olgar, vildi eiga trøðna, sum hann velti. Søkti, men fekk nei frá øllum í Føroyum.

Duration:00:42:14

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Alfred Olsen (2:2)

11/12/2023
Alfred Olsen hevur gjørt mangt og hvat. Hann var fiskimaður eini seks ár 1960'unum. Fór síðani á handilsskúla og fekk lærupláss í Sjóvinnubankanum. Var stundum í Keypmannahavn og fekk sær meiri kunnleika. Í 1977 starv sum skrivari í Nes Kommunu, sum hann var í í 35 ár. Nes Kommuna hevur ment seg sera nógv á øllum økjum, síðani Nes, Toftir og Saltnes vórðu sjálvstøðug kommuna í 1968. Alfred Olsen hevur verið løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í 20 ár. Alfred ivast í skipanini við Føroyum sum eitt valdømi.

Duration:00:39:10

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Alfred Olsen (1:2)

11/5/2023
Alfred Olsen er toftamaður. Bæði pápin Jens Chr. Olsen og mamman Hilda vóru av Toftum. Pápin varð nevndur Jens uppi á Regni. Hilda var úr Túni. Jens Chr. var løgtingsmaður í mong ár. Hann fekk vitjan av fiskimonnum, sum vildu hava hann til Havnar, tá stóra verkfallið var í 1954. Á Toftum hava pensjónistarnir nógv tilboð. Undirhúsið, har menn hittast, Tilhaldið, har kvinnur hittast og Eldrafelagið, har bæði kvinnur og menn hava atgongd. Alfred gekk í skúla á Toftum. 14 ára gamal fór hann til skips við. Skipari var bróðurin Jógvan Olsen, sum var tingmaður í næstan 30 ár.

Duration:00:44:08

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Svanbjørg Manai (2:2)

10/20/2023
Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak. Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi. Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani fóru tey til Føroya.

Duration:00:37:11

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Svanbjørg Manai (1:2)

10/20/2023
Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum. Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímerki, sum hava stóran áhuga millum savnarar um allan heim. Tað var tann tíð, tá frímerkini trygggjaðu Postverki Føroya avlop í rakstrinum. Nú verða ikki longur so nógv frímerki seld til vanliga nýtslu. Tað minkar um avlopið.

Duration:00:37:31

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Petur Simonsen (5:5)

10/15/2023
Petur Simonsen hevur sínar hugsanir um framtíðina hjá føroyskum fótbólti. Hann heldur, at tað er umráðandi at varðveita tey ungu, sum byrja at spæla fótbólt, so tey eisini gera vart við seg í vaksna-mannadeildunum. Tað tykist verða ein trupulleiki, at ov nógv gevast, tá tey eru hálvvaksin.

Duration:00:39:03

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Petur Simonsen (4:5)

10/8/2023
Petur Simonsen var formaður í ítróttafelagnum ÍF í Fuglafirði árini 1978-1982. Fótbóltsvøllur varð gjørdur í Fuglafirði í 1956. Hann var nakað lítil, men vaksið varð um hann, tá ÍF var komið í meistaradeildina, og her vunnu teir sítt fyrsta FM í fótbólti í 1979. Tað var stórur dagur í Fuglafirði. Venjari var tann sjáldsami sviin Ronni Gunnarsson.

Duration:00:41:31

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Petur Simonsen (3:5)

10/1/2023
Petur Simonsen fór í 1966 til Keypmannahavnar á studentaskúla, og tók prógv í 1969. Tá hevði hann longu funnið saman við Gunnrið úr Havn. Afturkomin til Føroya, fekk hann kjans sum læraravikarur í Skúgvi, har hann var eitt áhugavert skúlaár sama vetur, sum bókin Rannvá hjá Dagmar Joensen-Næs varð lisin í útvarpinum. Hendan veturin avgjørdi hann at fara at lesa til lærara. Tá liðugt var í 1976, fór hann til Fuglafjarðar at verða lærari í støddfrøði, alis- og evnafrøði og ítrótti. Í 1987 tók Petur við sum stjóri á Landsmiðsstøðini fyri undirvísingaamboð.

Duration:00:40:12

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)

9/24/2023
Martha og Sigurð Simonsen bygdu sær hús í Fuglafirði í 1941. Hetta vóru stór betonghús við betongtaki. Eftir kríggið, tá skipini fóru av knóranum, var vandi fyri, at húsini fóru á aðrar hendur, men tað hendi ikki. Sigurð fór nú at sigla við ymsum fiskiskipum og farmaskipum. Petur var tvey summur við "Hólmi" og seinni á sild við "Gulldrangi" við pápanum sum skipara. Í Fuglafirði hava verið fleiri skúlar. Ein varð nevndur Gamli skúli. Hann kom í 1882 og tá hevði skúli verið frammanundan. Skúlin er javnt og samt útbygdur, og tann nýggjasti er tikin í nýtslu 2021.

Duration:00:39:43

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Petur Simonsen (1:5)

9/17/2023
Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður Petur Simonsen úr Fuglafirði. Eitt av hansara áhuga-málum er søgan um ítróttin í heimbygdini. Menn spældu fótbólt á sandinum um aldarskiftið 1900, men stovnaðu ikki felag fyrrenn í 1938, tá eiðismenn, leirvíkingar, fuglfirðingar og gøtumenn spældu eina vetrarkapping.Í 1946 fekk felagið navnið Ítróttafelag Fuglafjarðar.

Duration:00:39:11

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Annika Hoydal (3:3)

6/11/2023
Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari. Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn. Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smáum sjónleikapallum og hevur ferðast um alt Danmark eins og í Grønlandi og aðrastaðni. Hon hevur sungið nógv og hevur nú givið út eina plátu við løgum úr Suðuramerika.

Duration:00:40:13

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Annika Hoydal (3:3)

6/11/2023

Duration:00:40:13

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Annika Hoydal (3:3)

6/11/2023

Duration:00:40:13

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Annika Hoydal (2:3)

6/4/2023
Tá Karsten Hoydal var liðugur í Ekvador á vesturstrond Suðuramerika, sigldu tey aftur til Evropa við einum italskum ferðamannaskipi. Nú steðgaðu tey aftur hjá FAO í Rom. Heilsan hjá Anniku var onki at reypa av, men hon fekk bart seg gjøgnum skúlan við einum studentaprógvi úr Danmark. Hevði ilt við at avgera, hvat hon so skuldi gera, men fekk sum fráleið eina spennandi lívsleið sum sangarinna og sjónleikari. Eina ferð spældi hon nakin í einum filmi. Tá fóru mennn a ringja til hennara. Ein hoyrdi til í statsfongslinum í Nyborg.

Duration:00:40:40

Ask host to enable sharing for playback control

Meg minnist - Annika Hoydal (1:3)

5/29/2023
Annika Hoydal er fødd í Havn stutt eftir, at familjan kom úr Danmark í 1945. Mamman var donsk av ættini Falk-Rønne. Abbi hennara hevði verið prestur á Sandi. Pápi Anniku var Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann hevði lisið fiskivinnufrøði í Keypmannahavn. Fyrru helvt av 1950unum fór øll familjan, Annika og tríggir brøður, við foreldrunum yvir til Ekvador í Suðuramerika, har hann arbeiddi fyri ST-matvørustovnin FAO. Annika búði tvey skifti har yviri. Ein trupulleiki var, at hon fekk ov lítla skúlagongd. Tá hon var heima ímillum, búði hon hjá eini fastur heima á Sandi.

Duration:00:38:05