Plátubarrin-logo

Plátubarrin

Podcasts

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN 40: 'Love At First Sting', Scorpions, 1984

4/20/2024
Í 1984 vóru skorpiónirnar ikki heilt ókendar, til dømis rakk 'Blackout' verkið frá 1982 til nr. 10 á Billboard 200; amerikanska albumhittlistanum. Tað er plátan við 'No One Like You'. Frá '82 bleiv útrykkið heldur mjúkari og tónleikurin tóktist miðja beinleiðis eftir popplistunum. Í 1990 kom 'Crazy World', ið hevur 'Send Me An Angel' og 'Wind Of Change'. Tá bleiv Scorpions av álvara ein bólkur fyri øll.

Duration:00:54:44

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN 30: 'The Division Bell', Pink Floyd, 1994

4/18/2024
Henda fjúrtanda Pink Floyd útgávan frá 1994 er eins og flestu aðrar útgávur hjá Pink Floyd gjøgnumførd og væl úr hondum greidd tekniskt. Bretin, Alan Jackson, var tøkningur, hann hevur mixað nógv fyri Pink Floyd, og av tí hann hevur avrikað fyri onnur, kann eg nevna lagið, I Don't Like Mondays,, ið hann hjálpti Boomtown Rats við. Divison Bell framleiðarar vóru enski gittaristurin, David Gilmour, og kanadiski Bob Ezrin, sum eisini spælir keyboard á nøkrum løgum, umframt at hava hjálpt til við lagsmíðnum, tá 'Take It Back' varð sett saman.

Duration:00:57:50

Ask host to enable sharing for playback control

Táttur í Plátubarrini 7.4.24: Shakin' Stevens hittparada

4/11/2024
Valisarin, Shakin' Stevens, gav á fyrsta sinni tónleik út í 1970 og helt fram øll sjeytiárini, men tað var ikki fyrr enn í 1980, at hann byrjaði koma við teimum løgunum, sum vit lurta eftir í Føroyum: Marie Marie, This Ole House, You Drive Me Crazy, Green Door, It's Raining, Oh July, Cry Just a Little Bit, Shirley, Give Me Your Heart Tonight, Hello Jospehine, og onnur. Hann hevur selt 2,5 milliónir album-eintøk. Og so seint sum í 2020 var hann á bretska album Top 10.

Duration:00:35:41

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN: Boston, Boston, 1976

3/23/2024
Talan er um rock and roll og harðrokk. Frammanundan hevði bólkaleiðarin, Tom Scholz, tikið tað mesta av tónleikinum upp í kjallaranum heima og spælt tey flestu ljóðførini sjálvur, tó ikki trummur og forsang. Hann byrjaði síðst í trýssunum at manna ein bólk, sum hann kundi trívast við, men alt riggaði ikki, sum hann ætlaði. Tí vóru tað næstin ongir aðrir tónleikarar enn hann sjálvur, sum spældu við á endaligu upptøkunum, ið gjørdar vóru til fyrstu Boston plátuna.

Duration:00:54:55

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN: 'Tíð', Deiggj, 2023 + prát

3/16/2024
Næstan fjøruti ár eru millum 'Stormávaring' í 1985 og 'Tíð' í 2023, men Deiggj hevur kortini verið virkin konsertbólkur. Nýggja útgávan frá 30. november 2023 hevur eitt mildari úttrykk, enn tann í 1985. Tekstliga eru báðar djúpar, men tann nýggja er meira lýsandi enn lærandi, og lagsmíðið er mjúkari.

Duration:00:56:31

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN: 'Nalja', Elin & Kári, 1988 + prát við Elina um verkið

3/12/2024
Elin Brimheim Heinesen og Kári Linderoth Jacobsen manna Nalju-duettina, sum seint í fýrsunum gjørdu Temaplátuna, ið var tann best umtókta føroyska útgávan við nútímans ungdómspoppi tað tíggjuáraskeiðið. Til dømis kallaði Kári sjálvur eitt annað av hittunum, Ansa eftir, fyri: "eitt diskotekslag eftir urbanum leisti".

Duration:00:59:50

Ask host to enable sharing for playback control

Temaplátan: 'NALJA', Elin & Kári, 1988 + prát við Elina um verkið

3/9/2024
“NALJA útgávan var væl umtókt millum fólk í Føroyum síðst í 80'unum - ikki bara tí hetta var ein útgáva við góðum sangbærum poppløgum, sum fólk kundu dansa til, men eisini tí útgávan rakti beint niður í tíðarandan tá.

Duration:01:01:21

Ask host to enable sharing for playback control

TEMA40: 'The Works', Queen, 1984 + eykalag

3/2/2024
Queen hevði slept rótleysa elektroniska átakinum í Hot Space í 1982, sum vit lurtarar heldur ikki tímdu. Vit vildu hava Queen sum vit kendu tað aftur, so tær meira discokendu arrangementini vórðu fyri tað mesta goymd til fyrru soloútgávuna hjá Freddie Mercury í '85. Tó er hetta albumið ikki heilt 70?ini aftur, og tað hevði eisini verið løgið. Árið er jú 1984 og ljóðførismenningin gav nýggjar møguleikar í tónleikinum. Á The Works verða synteseisarar nýttur á seks av níggju løgum. The Works er eisini eitt prógv um, at Queen var annað enn Freddie Mercury.

Duration:00:58:00

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN: London Town, Wings, 1978 + eykaløg

2/24/2024
Á plátuni eru fleiri fyrstafloks poppløg, men nakrar av innspælingunum tykjast at vera ífylla. 'London Town' var eitt nógv spælt album í føroyskum útvarpi.

Duration:01:04:23

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN 40: '1984', Van Halen '84, við viðmerkingum og eykatilfari

2/3/2024
Fyrst í síðsta mánað, ið var januar 2024, varð kendasta albumið hjá Van Halen 40 ár. Tí verður tað tikið fram aftur nú við dagføring og viðmerkingum frá rokkgittaristinum, Mikkjali Hvannastein, sum eisini fer at spæla nakrar kendar Van Halen tónar, ið tú kanst gleða teg til. Haraftrat er henda Temapláta ein heiðran av Eddie Van Halen, guitaristi, sum fór frá okkum í 2020, 65 ára gamal. Í august í fjør (2023) kom sonur Eddie, Wolfgang Van Halen, við endaligum boðunum, at bólkurin Van Halen er ikki til meira. Plátubarrin 3. februar 2024

Duration:00:54:53

Ask host to enable sharing for playback control

Gott nýggjár í Plátubarrini: Herborg Torkilsdóttir, sangari, 2. partur

1/1/2024
Verður tosað um bæði umførini, er nógv av prátinum sjálvandi um mannfólk og parløg, tí soleiðis eru hennara tekstir, men eisini verður nomið við evnini børn, heimloysi, og døming í samband við aldur og útsjónd. Tvær reisir á kvøldinum greiðir Herborg Torkilsdóttir frá og í hvørjum umfari verða eisini sjey av hennara løgum spæld. Í hesum seinna parti, sum kann hoyrast her, tosa hon og verturin millum annað um góðtøku

Duration:00:59:06

Ask host to enable sharing for playback control

Gott nýggjár í Plátubarrini: Herborg Torkilsdóttir, sangari, 1. partur

1/1/2024
Nógv av prátinum er sjálvandi um mannfólk og parløg, tí soleiðis eru hennara tekstir, men eisini verður nomið við evnini børn, heimloysi, og døming í samband við aldur og útsjónd.

Duration:00:52:09

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN: 'Supernatural', Santana, 1999

12/2/2023
Mitt í nítiárunum var Carlos Santana og pikkaði á dyrnar hjá fleiri plátufeløgum, men flestu teirra hildu hann líkasum vera ov gamlan - vera passé. Í 1995, í samband við ein dokumentarfilm um plátufelagsmannin, Clive Davis, har Carlos eisini segði nøkur orð inn á film, varð Clive Davis aftur aktuellur, eisini tí Santana kendi hittinstinktini hjá Davis, sum hevði hjálpt Santana fram seint í trýssunum.

Duration:00:54:31

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN: Vital Signs, Survivor, 1984

11/18/2023
Best umtóktu stakløgini frá Vital Signs vóru: 'The Search is Ove'r, 'High on Yo'u, og 'I Can't Hold Back'. Í hittlistahøpi hevur henda útgávan eina betri søgu enn hitt platin-albumið hjá Survivor, Eye of the Tiger, í 1982. Vital Signs Temaplátan er eisini eitt slag av minnissending um Jimi Jameson, sum fór frá okkum í 2014, og tí verður lagið frá 1985, 'Burning Heart', spælt sum eitt eykalag. Talan er um næststørsta hittið hjá bólkinum (US nr. 2), bara 'Eye of the Tige'r staklagið (US nr. 1) er keypt meira. Plátubarrin 18. november 2023

Duration:00:49:02

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN 40: She's So Unusual, Cyndi Lauper, 1983

11/12/2023
Cyndi Lauper er framvegis ein fyrimynd í sangi, dirvi, og litfagra klædnastílinum. She's So Unusual løgini eru saman við 'True Colors' frá 1986 hennara popptindur. Seint í sendingini hoyra vit eitt brot frá uppruna-demoini av 'Girls Just Wanna Have Fun', sum Robert Hazard gjørdi. Robert Hazard fekk ongantíð troytt lagið til fulnar sjálvur, men tað megnaði Cyndi Lauper. Tað varð hennara stóra gjøgnumbrot sum poppsangari fyri 40 árum síðan í 1983. Plátubarrin 11. november 2023

Duration:00:53:21

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN 40: Rebel Yell, Billy Idol, 1983

11/6/2023
Við fyrstu albumútgávuni frá árinum fyri hevði Billy Idol longu lagað tann fyrsta av stásiligastu rokkvarðum sínum, tað var við løgum sum 'Hot in the City' og 'White Wedding'. Men Temaplátan Rebel Yell hevur eitt nógv størri sølutal og verður eisini mett at vera eitt betri heildarverk samanborið við áðurnevndu frumplátu. Talan er um stílbland við new wave, skjótum rokki av ymsari styrki, og poppi. Plátubarrin 4. november 2023

Duration:00:50:26

Ask host to enable sharing for playback control

TEMAPLÁTAN 40: Bent Out of Shape, Rainbow, 1983

10/28/2023
Bent Out of Shape var sjeynda útgávan hjá Rainbow, áðrenn bólkurin fyribils varð niðurlagdur, tí Deep Purple skuldi endurstovnast. Bassisturin, Roger Glover, ið eins og bólkaleiðarin, Ricthie Blackmore, hevði spælt við Deep Purple, legði til rættis upptøkurnar, ið gjørdar vóru í Sweet Silence Studio í Keypmannahavn í mai og juni 1983. Útgávudagur var 24. august í 1983, men í fleiri londum í september. Í Norðuramerika var úgávufelagið Mercury, meðani tað alla aðrastaðni var Polydor.

Duration:00:56:11

Ask host to enable sharing for playback control

Bloody Dice og Dagfinn givið rokkalbum út

10/28/2023
Bloody Dice spælir harðan og tungan rokk, men manningin hevur lagt seg eftir at ganda eitt so upprunakent útrykk fram, sum teimum gjørligt. Til dømis verða synthezisarar ikki nýttir. Dagfinn Joensen var gestur í Plátubarrini 28. oktober 2023 at greiða frá Bloody Dice bólkinum og útgávuni, ið fæst sum LP-pláta, fløga, stroyming, og hjá Itunes. Innslagið byrjar við lagnum 'Bloody Dice', meðan endalagið er 'Evil Desire'.

Duration:00:17:37

Ask host to enable sharing for playback control

Modern Talking hittini runga í Klaksvík í summar

5/7/2023
Tað verður á Vágsbøi, at Thomas Anders fer at spæla saman við bólki sínum í august í ár. Í 'Hálvantímatáttinum' í Plátubarrini leygarkvøldið 6. mai var ein av fyriskiparunum, Erik Biskopstø, í útvarpsstovuni at avdúka hetta navnið, sum føroyingar hava dansað og murrað nógv til gjøgnum árini. Umframt 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady', eru onnur kend løg: 'You Can Win If You Want', 'Atlantic is Calling (SOS for love)', 'Geronimo's Cadillac', 'You Are Not Alone', og 'Sexy Sexy Lover'.

Duration:00:34:41

Ask host to enable sharing for playback control

TEMA40: 'Too Low For Zero', Elton John, 1983

5/6/2023
Hittini frá plátuni vóru 'I Guess That's Why They Call It The Blues', 'I'm Still Standing', og 'Kiss the Bride'. Sjeytiáramanning frá millum øðrum 'Captain Fantastic and the Dirt Brown Cowboy' albuminum í '75 var her aftur savnað í Elton John Band; Nigel Olsson, Dee Murray, Davey Johnstone, eins og teksthøvundin, Bernie Taupin, aftur var á liðnum. Teir hittust allir í nýggja yndisupptøkuhúsinum hjá Elton John í Karibiska havinum, har teir vóru saman um at skapa tónleikin.

Duration:00:54:39