Pressan (savnssending)-logo

Pressan (savnssending)

Podcasts

Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Pressan: Nær skulu nøvn avdúkast í dómsmálum?

5/15/2014
Rættiligt kjak hevur tikið seg upp í sambandi við, at miðlarnir valdu at nevna fulla navnið á tí dømda í einum drápsroyndarmáli, meðan teir tagdu við navninum á einum manni, sum sama dag varð dømdur fyri kynsligan ágang. Í Pressutáttinum hesu ferð verður kjakast um, hvørji atlit viga tyngst, tá miðlarnir velja at nevna nøvn í dómsmálum ella velja at tiga við navninum.

Duration:00:40:16

Ask host to enable sharing for playback control

Public service tænastur til privatar miðlar

12/1/2012
Í samband við at stjórin í Rás 2, Jonhard Hammer, hevur bjóðað rásina hjá sær fram til at gera public service, var kjak um hetta evnið. Harafturat var hugt nærri at sjónvarpssendingunum, Allah er stórur og Spískamarið. Hoyr sendingina her

Duration:00:48:01

Ask host to enable sharing for playback control

Blóð, steikipanna og DNA-spor aftur við døgurðanum

11/15/2012
Størsta drápsmálið í føroyskari rættarsøgu fær nógva umrøðu í føroysku miðlunum í hesum døgum. Pressan heldur seg ikki aftur í at endurgeva, hvat ið sagt verður í rættarsalinum. Heilt niður í smálutir, fáa lesarar, lurtarar og hyggjarar at vita, nær og hvar blóðplettir vóru funnir, nær og hvar fartelefonir vóru tendraðar og sløktar og hvussu heilt intim og privat viðurskifti vóru hjá teimum, sum verða avhoyrd. Men er tað etiskt rætt av miðlunum at kunna um hvønn smálut, sum kemur fram í rættarsalinum?

Duration:00:51:39

Ask host to enable sharing for playback control

Blaðstjórar: Bløðini yvirliva

11/1/2012
Blaðdeyði, fallandi upplagstøl, bløð, sum sløkkja og lata aftur og miseydnaðar royndir at koyra bløðini út á netið. Tíðindini frá blaðheiminum í londunum kring okkum eru alt annað enn bjartskygd. Í Pressuni verður spurt, í hvønn mun døpru spádómarnir eisini anda føroysku bløðini í nakkan? Hetta kjakast Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjórar á Sosialinum og Dimmalætting, og Niels Uni Dam og Martin Simonsen, miðlafrøðingar, um.

Duration:00:55:09

Ask host to enable sharing for playback control

Kvinnur renna undan fjølmiðlunum

10/18/2012
Kvinnur eru oftast so trekar at fáa inn í sjónvarpsstovuna, at tað er bæði lættari og skjótari at biðja eitt mannfólk, siga fleiri journalistar. Úrslitið er, at miðlarnir als ikki endurspegla samfelagið, meta tríggjar kvinnur við drúgvum royndum sum journalistar. Politikarar, sum nokta at úttala seg til miðlarnar, hava ikki fatað, hvønn týdning frælsa pressan hevur fyri okkara fólkaræði. Tað meta blaðstjórar og tíðindaleiðari. Lurta eftir sendingini her

Duration:00:52:07

Ask host to enable sharing for playback control

Pressan: Journalistar stjala frá hvørjum øðrum

10/4/2012
Journalistar stjala greinar frá hvørjum øðrum, uttan at vísa til kelduna. Tað vildi stjórin á Norðlýsinum prógva. Hann tók tí og skrivaði eina grein, og við vilja skrivaði hann ein feil í greinina. Stutt eftir var sama søga við feilinum, at síggja á fleiri øðrum heimasíðum, uttan at vísa til kelduna, sum í hesum føri var nordlysid.fo. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, Kári Durhuus, journalistur, og John William, stjóri á Norðlýsinum, kjakast um góðan sitatsið.

Duration:00:49:15

Ask host to enable sharing for playback control

Nefs og herðaklapp til Dag & Viku

9/21/2012
Pressukjak: Hálvkvøddar vísur fingu takið, tá Dagur og Vika í einum innslagi róði framundir, at borgarstjórin í Havn gjordi sær dælt av sorgarleikinum umborð á polska seglskipinum Rzeszowiak. Tað meta eygleiðarar í Pressuni hesa ferð. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vísir ákærunum aftur, men ásannar, at innslagið vantaði ein greiðan vinkul. Ummælarar lata sum heild væl at nýggja Dag og Viku sniðnum, hóast tátturin Vangamyndin kanska ikki heilt hevur funnið síni bein Útisetasendingin Ghetto Føroyar bjóðar seg fram, sum eitt djarvt alternativ til føroysku miðlarnar.

Duration:00:53:46

Ask host to enable sharing for playback control

Kringvarpið søkkir sítt flaggskip

5/24/2012
Men hvat fyri signal sendir hetta út til hyggjaran? Niels Uni Dam, miðlafrøðingur, heldur, at hetta setir spurnartekin við rættin hjá Kringvarpinum at verða til. Birgir Kruse, ritstjóri, heldur, at hetta er ein glíðibreyt, sum reisir spurningin, hvat man í grundini vil við einum føroyskum sjónvarpi. Hoyr kjakið her.

Duration:00:11:09

Ask host to enable sharing for playback control

Árni: Hetta er at halda fólk fyri gjøldur

5/24/2012
Annika Mittún, kringvarpsstjóri, sigur at hetta er ein avleiðing av ta fíggjarstøðu sum stovnurin er komin í, meðan Árni heldur at stovnurin hevur eina fíggjarætlan á 60. mió og við teimum pengunum kann man ráðfesta øðrvísi. Hoyr kjakið her:

Duration:00:10:41

Ask host to enable sharing for playback control

Pressan í andstøðu við samgonguna

5/24/2012
Bjarni Djurholm, løgtingslimur, og Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri, kjakast um politiska tíðindaflutningin seinastu tíðina

Duration:00:12:43

Ask host to enable sharing for playback control

DR hvessir public service profilin

5/24/2012
Marie Rørbye Rønn, stjóri í DR, vitjar Pressuna hjá Kringvarpinum.

Duration:00:12:40

Ask host to enable sharing for playback control

Skøkjujournalistikkur hóttir trúvirðið

4/20/2012
Tað heldur ein lesari og lurtari, sum eftirhondini hevur ilt við at skyna á, hvat er skøkjujournalistikkur og hvat er óheft journalistiskt tilfar í føroysku pressuni. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og Vikublaðnum, Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting, Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpi Føroya, Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður, og Halgir Winther Poulsen, limur í Fjølmiðlanevndini eru í útvarpsstovuni og kjakast um evnið.

Duration:00:39:19

Ask host to enable sharing for playback control

Bannan og blótan í Barnaútvarpinum

3/30/2012
Tað var í hoyrispælinum "Kári og Serliðið", ið snýr seg um drykkjuskap hjá foreldrum, vansorgan og sjálvmorð, at tað varð bannað og blótað. Hetta hevur follið fleiri fyri bróstið og spyrja, um tað er neyðugt at banna í Barnaútvarpinum? Um tað ikki er gjørligt at broyta orðalagið til ein meira virðiligan málburð? Jonna F. Mortensen og Jensina Olsen, frá Barnaútvarpinum, eru í útvarpsstovuni og greiða frá, hví júst hendan søgan varð vald, og hví tað er neyðugt at banna í Barnaútvarpinum. Hoyr samrøðuna her.

Duration:00:19:12

Ask host to enable sharing for playback control

Journalistiski botnurin er náddur!

3/30/2012
"At skriva um onkra kenda amerikanska stjørnu, ið hevur víst seg nakna, er ikki eg" sigur Jákup Bogi Joensen, sum gongur á journalistháskúlanum í Århus "Men tað, haldi eg, er journalistiski botnurin".

Duration:00:07:45

Ask host to enable sharing for playback control

Fótbóltur fær alt ov nógva rúmd

3/29/2012
Her verður serligan hugsa um, at ongir hondbóltsdystir ella flogbóltsdystir verða varpaðir beinleiðis í útvarpinum, men so skjótt fótbólturin byrjar, so virkar tað sum, at tá er onki óført, heldur ein lurtari. Vit spyrja programmleiðara kringvarpssins, Solby Eliasen, hvussu ítrótturin verður raðfestur í kringvarpinum?

Duration:00:12:54

Ask host to enable sharing for playback control

Málburðurin í miðlunum kundi verið munandi betri

3/16/2012
Ein av dómararnum var Birgir Kruse, sum í hesum sambandi hevur tikið stig til, at Móðurmálsvirðislønin í ár skal varpa serligt ljós á málið í miðlunum. Eisini stóru miðlarnir Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarp Føroya eru við til at skipa fyri Móðurmálsvirðislønini. Í útvarpsstovuni at kjakast um týdningin av góðum máli í miðlunum eru Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, Brynhild Thomsen, blaðstjóri á Dimmalætting og Birgir Kruse, ritstjóri á Námi.

Duration:00:18:38

Ask host to enable sharing for playback control

Politikarar harta pressuna

3/16/2012
Er pressan vorðin ov nærgangandi ella eru politikarar vorðnir ov erkvisnir? Seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at politikarar alment finnast hvassliga at pressuni.

Duration:00:19:12

Ask host to enable sharing for playback control

MÆLT verður ummælt

3/16/2012
Hvørt fríggjakvøld er sjónvarpssendingin MÆLT á skránni. Sendingin varð send fyrstu ferð síðsta fríggjakvøld, og vit ummæla sendingina.

Duration:00:09:19

Ask host to enable sharing for playback control

Árni Gregersen: KVF undirgrevur pressufrælsið

3/16/2012
Hetta skrivar hann í oddagrein í Dimmalætting. Orsøkin var, at tað var komið fram, at Kringvarp Føroya hevði latið politiið hugt politiisendingarnar 14:48 ígjøgnum, áðrenn tær vóru sendar. Hetta metir ábyrgdarblaðstjórin vera so álvarsligt, at spurningurin er, um ikki Kringvarp Føroya á hendan hátt er í ferð við at undirgrava sjálvt pressufrælsið. Árna Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting og Anniku Mittún Jacobsen, Stjóri í Kringvarpi Føroya kjakast um evnið í útvarpsstovuni.

Duration:00:12:01

Ask host to enable sharing for playback control

Áðalstjóri koyrir ávirkaður - almennan áhuga?

3/16/2012
Herfyri var høvuðssøgan í tíðindasendingini hjá útvarpinum, at aðalstjórin í vinnumálaráðnum var tikin fyri at koyra fullur, eftir at hann hevði rent á ein garð og síðani rýmdi frá staðnum. Dagin eftir prýddi sama søga forsíðuna á Dimmalætting við yvirskriftini "Ávirkaður aðalstjóri - rendi á og stakk av" Rættiligt kjak tók seg skjótt upp á Facebook, har onkur helt tað verða bæði ósømiligt og óneyðugt av miðlunum at blása eina slíka søgu út um allar geilar. Hvønn almennan áhuga hevur ein slík søga, vildu fleiri fegin vita

Duration:00:14:57