Skiftissiðir á lívsleiðini-logo

Skiftissiðir á lívsleiðini

Podcasts

Savnssending Øll menniskju hava ymsar skiftissiðir í samband við føðing, dóp, pubertet, polterabend, hjúnarlag og í samband við deyða. Hesar sendingar lýsa hesar siðir í okkara føroyska umhvørvi.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Øll menniskju hava ymsar skiftissiðir í samband við føðing, dóp, pubertet, polterabend, hjúnarlag og í samband við deyða. Hesar sendingar lýsa hesar siðir í okkara føroyska umhvørvi.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Kirkjuligir spurningar (15:15)

11/28/2002
Marjun Bæk, prestur, svarar spurningum, ið snúgva seg um, hví táin verður klipt av hosuni hjá brúðgóminum, hví kistan verður skjótt lorað niður í jørðina, at vera deknur, hvussu grivið verður og hví kirkjurnar hava benkur og ikki stólar.Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sigur frá ymsum siðum í samband við deyða og jarðaferð. Vit fáa eisinni søguna um krossin.Sendingin varð fyrru ferð send 28.11.2002.

Duration:00:31:20

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Kirkjuligir spurningar (14:15)

11/21/2002
Marjun Bæk, prestur, svarar spurningi frá lurtara, ið spyr "um foreldur, sum bera barnið til dópin, verða skrivaði sum faddur".Vit hoyra eisini ymiskt um deyða og jarðaferð, deyðsváttan, grøv og kistu, hví hond verðir løgd á kistuna, hvat tað merkir at kondolera, jarðarferðartalur og hví fólk gera so nógv burturúr gravstaðum.Sendingin varð fyrru ferð send 21.11.2002.

Duration:00:29:09

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Kirkjuligir spurningar (13:15)

11/14/2002
Sendingi varð fyrstu ferð send 14.11.2002.

Duration:00:33:48

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Kirkjuligur spurningar (12:15)

11/7/2002
Sendingin varð fyrru ferð send 07.11.2002.

Duration:00:24:36

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Kirkjuligir spurningar (11:15)

10/24/2002
Marjun Bæk, prestur, sigur eisini frá um altargongd og ferming. Sendingin varð fyrru ferð send 24.10.2002.

Duration:00:29:46

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Kirkjuligir spurningar (10:15)

10/17/2002
Søgan um sjeyarmaða ljósastakan. Hví er tað so ymiskt, sum prestarnir siga, tá barnið skal doypast? Hvussu verður prestur settur í starv? Hvussu kann mann fáa sítt navn broytt?Vit reisa okkum, meðan prestur lesur bíbliutekstin, lýsir vælsignilsi og tá trúarjáttanin verður søgd. Hvussu fyrireikar prestur eina prædiku? Hvussu ger man, tá man vil at barnið skal doypast? Hvør kann verða faddur?Vit hoyra eisini um heimadóp og um vaksin, sum verða doypt í Fólkakirkjuni og offur tá barn verður doypt. Er munur á gentu og dreingjabarni, tá gingið verður inn í kirkjuna til dóp?

Duration:00:29:56

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Um kirkjulig viðurskifti (9:15)

10/10/2002
Jóan Pauli, fólkalívsfrøðingur sigur frá, hvønn status kirkja og prestur og deknur hava havt í føroyska samfelagnum. Hví standa flest allar kirkjur niðri við sjóvarmálan?Marjun Bæk, prestur, sigur frá, hví kirkjurnar hava klokku. Hvørja funktión hevur kirkjan og hvat ger prestur? Um kirkjubøkurnar. Hvussu verður mann limur ella strikar seg sum lim í Fólkakirkjuni?

Duration:00:31:31

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Um kirkjuligar siðir (8:15)

10/3/2002
Marjun Bæk, prestur sigur frá frá, hví vit siga kirkjuna verða eitt skip. Hvar fer mann, tá mann vil hava navnabroyting? Hví kasta vit rís eftir brúðarparinum? Hví eru nýggju biðisløg? Hví leggja vit hondina á kistina?Teir spurningarnir verða svaraðir í sendingini, sum fyrstu ferð varð send 03.10.2002.

Duration:00:27:16

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: So siga vit farvæl (7:15)

12/20/2001
Hans Jacob Joensen, biskupur, og Heri Joensen, prestur, siga frá ymsum siðum, sum eru tengdir at deyða og jarðaferð. Eisini sigur ein kvinna frá, hvussu hon eftir lokna krabbameinsviðgerð, gjørdi av hvørt ár at halda sín føðingardag. Hon segði krabbanum og deyðanum farvæl og heilsar føðingardegnum og lívinum.Sendingin varð fyrstu ferð send 20.12.2001.

Duration:00:32:22

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Vilt tú elska og æra? (6:15)

12/13/2001
Gestur í útvarpsstovuni er Marjun Bæk, prestur, sum sigur frá ymiskum í samband við trúlovilsi og hjúnarband. Eisini tosa vit við eini nýgift hjún - Siri Ann og Petur Eli. Anne-Lene Olofsen, adjunktur í religión, hugleiðir.Sendingin varð fyrru ferð send 13.12.2001.

Duration:00:29:29

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Hvat er kærleiki? (5:15)

12/6/2001
Størst av øllum sigst vera kærleikin. Uttan nakar varnast, kann kærleikin venda alt upp og niður og fólk gerast heilt í ørviti. Men tá ein tíð er fráliðin, javnar hetta seg. Tá sleppa tey úr psykosuni.Men hví kann henda kenslan ikki vara við og hvussu kanst tú lova einum øðrum menniska at elska og æra alt lívið, tá henda kenslan er so svikalig?Gestur í útvarpsstovuni er sálarfrøðingur Eyðun Joensen. Sendingin varð fyrru ferð send 06.12.2011.

Duration:00:34:11

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Um polterabend (4:15)

11/22/2001
Polterabend er gamal siður í norðurlondum, men ikki í Føroyum. Men í dag er hann ivaleyst ein siður, sum er komin fyri at verða. Nakrar dagar, áðrenn brúdleypið skal verða, fara vinkur eftir brúður og vinmenn eftir brúðgómi og fáa tey so at gera ymiskt "skilaleyst" og stuttligt. Slíkt, sum fer útum mørk.Gestir í útvarpsstovuni eru Dia Midjord og Birgir Sondum. Sendingin varð fyrru ferð send 22. novembur 2001.

Duration:00:26:22

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Um konfirmatión (3:15)

11/8/2001
Nógvar mentanir hava pubertetsskiftissiðir. Hildið verður at tá barnið er um 14 ára aldur er tað vaksið og kann taka við ábyrgd. Fyrr fóru dreingir til skips og ggentur fóru út at tæna, tá tey vóru fermd. Men soleiðis er ikki í dag.Gestir í útvarpsstovuni eru tannáringarnir Hans, Jógvan, Teitur, Anna-Katrina og Rakul. Eisini fer lektari í religión Anne-Lene Olofsen at siga frá.Sendingin varð fyrru ferð send 8. novembur 2001.

Duration:00:34:59

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Um dóp (2:15)

10/25/2001
Sagt verður frá siðum, sum eru tengdir at dópinum. Farið verður aftur í gamla tíð, tá børnini vanliga vóru doypt fáar dagar gomul og ofta vóru flutt langa leið um fjøll ella við báti til kirkju.Eisini verður sagt frá, hvussu siðirnir vóru úr Suðuroy til Norðoyggjar. Eisini verður sagt frá, hvat ein kirkjugangskona er. Hetta var kvinna, sum varð leidd í kirkjuna, aftaná hon hevði átt.Sendingin varð fyrstu ferð send 25. oktobur 2001.

Duration:00:32:36

Ask host to enable sharing for playback control

Skiftissiðir: Um skiftissiðir (1:15)

10/11/2001
Fólk hava altíð og allastaðni á knøttinum havt ymsar skiftissiðir. Øll gera burtur úr teimum stóru hendingunum í lívinum - føðingini, pubertetinum, hjúnarbandinum og deyðanum.Elin Súsanna Jacobsen sigur frá ymiskum siðum í Føroyum og uttanlands. Tosað verður eisini um, hví tað er so umráðandi at geva teimum ymsu hendingunum í lívinum gætur.Sendingin varð send fyrstu ferð í 11. oktober 2001.

Duration:00:28:32