Tey stóru orðini-logo

Tey stóru orðini

Podcasts

Savnssending Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi. Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig? Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi. Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig? Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.

Language:

Faroese


Episodes

Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 1

5/22/2022
Aldargomlu deyðssyndirnar eru sjey í tali. Eru hesar horvnar ella eru tær til enn, men í nýggjum hami? Onkur sigur, at syndin er horvin úr modernaða samfelagnum og hon tók etikkina og moralin við sær? Og skuldin - kenna vit hana bert sum bankaskuldina? Sagt verður, at tá menniskjan ikki longur trýr á ein Guð, so fer tað at spekja og ansa eyka væl eftir likaminum, tí tá hevur menniksjan bert tað at líta á.

Duration:00:31:58

Tey stóru orðini: Men størstur er kærleikin (3:3)

5/19/2014
Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki ? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki.

Duration:00:18:32

Tey stóru orðini: Men størstur er kærleikin (2:3)

5/15/2014
Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki ? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki. Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu.

Duration:00:27:27

Tey stóru orðini: Kærleikslyftið ikki áramálssett

5/12/2014
Tað ber illa til at vraka orðingina, til deyðin tykkum skilir, í brúðarritualinum, tí kærleiki kann ikki bindast í ein tíðaravmarkaðan sáttmála. Tað staðfestir Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum í sendingini, Tey stóru orðini, tosar um kærleikan. Prestur greiðir í brotinum frá gamlari søgu um brúðarpar, ið segði við prestin, at tey ikki ynsktu orðingina, til deyðin tykkum skilir. Hoyrið, hvat presturin svaraði her.

Duration:00:00:59

Tey stóru orðini: Men størstur er kærleikin (1:3)

5/1/2014
Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki? Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eil Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu.

Duration:00:35:53

Tey stóru orðini: Náðin er nýggj á hvørjum morgni

4/10/2014
Náði er, tá alt er mist, at fáa alt aftur. Á latínskum máli eitur náði gratia. Sama orð sum gratis, sum merkir ókeypis. Og á griskum máli hava vit orðið karisma, sum merkir náðigávur

Duration:00:34:05

Tey stóru orðini: Sáttargerðin

4/3/2014
Theodor E.D. Olsen, prestur, sigur frá hugtakinum sáttargerð. Lurta eftir sendingini her:

Duration:00:28:01

Tey stóru orðini: Faðir vár (6:6)

3/20/2014
Faðir Vár er bøn biðin av mongum menniskja. Lærusveinarnir bóðu Jesus læra teir at biðja. Hann svaraði teimum við bønini Faðir Vár. Tú kanst hoyra hinar sendingarnar um Faðir vár: her

Duration:00:31:11

Tey stóru orðini: Faðir vár (5:6)

3/13/2014

Duration:00:31:02

Tey stóru orðini: Faðir vár (4:6)

3/6/2014

Duration:00:31:32

Tey stóru orðini: Faðir vár (3:6)

2/20/2014

Duration:00:34:48

Tey stóru orðini: Faðir vár (2:6)

2/13/2014

Duration:00:44:27

Tey stóru orðini: Faðir vár (1:6)

2/6/2014

Duration:00:30:45

Tey stóru orðini: Job 2

1/23/2014
Úr søguni um Job dagar fyribrigdi, sum verður nevnt "theodicé trupulleikin." Um Guð er góður, og alt gott kemur frá Honum, hví hendir so nógv ringt og ónt í heiminum?

Duration:00:40:59

Tey stóru orðini: Job 1

1/16/2014
Harrin gav og Harrin tók og Harrans navn verið lovað. Jobsbók telist millum heimsbókmentir. Søgan um lívið hjá Job er serstøk og hevur gjøgnum mong ár hugtikið mong, givið svar og veitt linna. Hví er tað ónda til? Hvat er tað góða? Um Guð er góður, hví forðar Hann so ikki tí ónda at henda? Er alt tann bera tilvild ella er ein meining við øllum?

Duration:00:43:23

Tey stóru orðini:Eg kunngeri tykkum stór gleðiboð"

12/19/2013
Á jólum hoyra vit eingilin boða hirðunum á markini - "óttist ikki"! Hvat merkja hesi orð? Hvat skulu vit óttast ella ikki óttast - hvat er guðsótti? Og tá vit siga, at Guð er kærleikans kelda, hví skulu vit so óttast Guð? Soleiðis, sum vit skilja orðið ótti í dag, skulu vit ikki skilja guðsótta.

Duration:00:25:14

Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 7 - Leti

12/12/2013
Síðsta deyðssyndin er leti ella dovinskapur. Leti er ikki at brúka tær gávur ella tey evni, sum tær eru givin. Lívið skal livast og tíðin er dýrabær og skal ikki "sláast í hel", sum ofta verður sagt. Gomlu kleystrini livdu eftir meginregluni: Ora et labora - bið og arbeið!

Duration:00:32:36

Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 6 - Vreiði

12/5/2013
Deyðssyndin í dag er vreiði. Sannast má, at vreiði mann vera vanligasta deyssyndin, tí óð, ilsk og vreið eru vit tíðum. Ymiskt er, hvussu vit takla vreiðina - stóisk ró og friður, sigur onkur. Onnur siga tað vera sunt og gott at vísa sínar kenslur.

Duration:00:24:47

Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 5 - Oyðsl

11/28/2013
Eina deyðssyndin er oyðsl. Sum fleiri av teimum 7 deyðssyndunum, so hevur henda eisini annan týdning í dag. Tað verður sagt at tú hevur ikki fyri neyðini at eiga, men leiga. Alt er givið okkum til láns, alt er gáva, vit eiga onki - men alt skulu vit geva víðari til komandi ætttarlið. Tí áliggur okkum ein skylda at fara væl um skaparverkið við øllum tess margfeldni.

Duration:00:28:10

Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 4 - Øvund

11/20/2013
Øvundin er ein rættiliga avlagandi deyðssynd. Øvundin unnar ikki nøkrum nakað gott. Ongin vil viðganga at vera øvundsjúkur, tí hettta er ein kensla, sum mann skammast at hava, tí mann dugir ikki at samgleðast. Í okkara tíð er øvundin ikki bert av tí ónda, tí í dag dagar øvundin undan sum kappingarføri.

Duration:00:27:37