Spískamarið (Savnssending)-logo

Spískamarið (Savnssending)

0 Favorites

Savnssending Spískamarið leggur dent á allar tær góðu rávørurnar, sum okkara 18 oyggjar hava at bjóða. Saman við Gutta Winther ferðast vit kring Føroyar og uppliva umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur. Í føgru føroysku náttúruni og í býlingum av tí gamla slagnum, matgerð Gutti siðbundnan føroyskan mat á ein øðrvísi, einfaldan og spennandi hátt. Matur, fólk og náttúra - tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið, vælkomin! Spískamarið á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Language:

Faroese

Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Spískamarið í Koltri

1/24/2013
Hesa ferð gongur leiðin til Kolturs, har Gutti fer at ganga fjøllini og at fletta saman við royndum og mergjaðum fjallfólki.Eisini finnur Gutti soppar og brobber, sum hann matger alternativar lambsrættir við. Millum annað letur Gutti upp fyrstu "durumbiks" í Koltri.Lagt til rættis: Pætur Marjunarson Dahl.

Duration:00:41:40

Ask host to enable sharing for playback control

Spískamarið í Elduvík

1/17/2013
Í fimtu sendingini av Spískamarinum fer Gutti saman við filmslinum at veiða og borðreiða haru.Tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið - vælkomin!Lagt til rættis: Pætur M. Dahl.

Duration:00:33:56

Ask host to enable sharing for playback control

Spískamarið í Nólsoy

1/10/2013
Gutti leitar eisini eftir serrættinum hjá nólsoyingum, nevniliga Fredrikki (!). Nólsoyarævintýrið endar úti á Prinsessutoftum, har Gutti matgerð ein sera leskiligan fyltan náta.Tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið - vælkomin!Lagt til rættis: Pætur M. Dahl

Duration:00:31:45

Ask host to enable sharing for playback control

Spískamarið í Sandoynni

12/6/2012
Eisini vitjar Gutti frálíkan køkshava í Skálavík og ger fish&chips á Skarvanesi.Lagt til rættis: Pætur M. Dahl.

Duration:00:31:30

Ask host to enable sharing for playback control

Spískamarið í Borðoy

11/22/2012
Hesa ferð er "Spískamarið" í Borðoy, har Gutti tekur jomfrúhummara í Árnafirði og ger drýl við rabarbuøli í Klaksvík. Eisini vitjar Gutti hjallin hjá Guttormi í Múla, har hann finnur ost og skinku, ið matglaðir menn hava latið búnað í eitt ár.Sí eisini: Uppskriftir: Spískamarið í Borðoy

Duration:00:30:17

Ask host to enable sharing for playback control

Spískamarið í Saksun

11/11/2012
Matur, fólk og náttúra - tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið, vælkomin!Í vetur sendir Kringvarpið ”Spískamarið”, ið er spildurnýggj matsending við Gutta Winther, sum er kokkur og vertur. ”Spískamarið” leggur dent á allar tær góðu rávørurnar, sum eru í okkara oyggjum.Sí eisini: Uppskriftir: Spískamarið í Saksun

Duration:00:30:43