Álvaratos!-logo

Álvaratos!

News

Savnssending Álvaratos er kjaksending við pallborði, sum á sín egna og rúmliga hátt viðgerð aktuell evni, sum fjølmiðlarnir hava tikið upp frammanundan. Sendingin vil upplýsa og undirhalda, verða partur av almenna kjakinum, umframt at hvessa tilvitni hjá brúkaranum sum lesara og lurtara. Pallborðið er breitt samansett við trimum fólkum, ið hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Oftast hava hesi útbúgvingar og eginleikar, sum gera tey før fyri at taka støðu í einføldum eins og torgreiðum spurningum. Talan er ikki um eitt serfrøðinga-pallborð burturav, tí luttakararnir skulu eisini kunna vera fólksins rødd. Verturin Jákup Magnussen byrjaði sum blaðungur at gera tónleika- og ungdómssendingar í útvarpinum. Seinni nam hann sær útbúgving sum journalistur, og síðani hava arbeiðsuppgávurnar verið nógvar og ymiskar. Nevnast kunnu sendingar sum Góðan Morgun Føroyar og Nón. Jákup Magnussen hevur eisini havt uppgávur fyri sjónvarpið, serliga í mentunarpartinum. Jákup Magnussen starvast í dag sum freelancari. Slag av sending: Kjaksending Málbólkur: 20+, samfelagsáhugað Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Jákup Magnussen Redaktørur: Jákup Magnussen, jakup@kvf.fo

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Language:

Faroese

Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Í lagi at Ingolf S. Olsen stillar upp

6/17/2011
Pallborðið: Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Jógvan Esmar Ósá. Tey halda, at tað er í fínasta lagi, at journalisturin Ingolf S. Olsen stillar upp til næsta løgtingsval. Onkur teirra helt, at tað kann vera ein fyrimunur fyri samfelagið, tí hann kennir væl til samfelagsviðurskifti. Panelið var ikki samt í spurninginum, hví alsamt fleiri børn verða fødd uttanfyri hjúnarlag. Heri segði tó, at fíggjarligir fyrimunir kunnu vera í at liva ógift, meðan Rósely bara staðfesti, at hetta er ein atljóða gongd, sum so Jógvan harmaðist.

Duration:00:52:58

Ask host to enable sharing for playback control

Vit eru ikki klár til tey fýra ES frælsini

6/10/2011
Elin Michelsen, Jógvan Esmar Ósá, og Heri Jakobsen mannaðu pallborðið. Tey sóknaðust eftir, at fjølmiðlar greiða betur frá, hvat gongur fyri seg í makrelmálinum. Í spurninginum um javstøðu í leiðsluni í BankNordik var ikki breið semja; Elin helt, at leiðslan átti at økt um kompetansuna við kvinniligum førleikum, meðan Heri helt, at leiðlslan kundi gera sum henni vildi og um hon helt tað hóska bestu við teimum kompetansum, sum teir átta menninir í leiðsluni kunnu bjóða, ja, so er tað tað besta. Jógvan tók undir við Elini.

Duration:00:47:27

Ask host to enable sharing for playback control

TAKS fær tað ikki lætt

6/3/2011
Álvaratosmanningin, Elin Michelsen, Jógvan E. Ósá, og Heri Jakobsen heldur, at TAKS hevur eina møtumikla uppgávu, nú stovnurin fer at kanna viðurskiftini viðvíkjandi svørtum peningi í føroyskari ítrótt. Í spurninginum um at samansjóða komandi fólkatings- og løgtingsval, eru tey misjøvn á máli, og als ikki sannførd um, at tað kann verða veruleiki. Álvaratospanelið er heldur ikki sannført um, at uppskotið um, at ein pakki av sigarettum skal kosta 100 krónur, fer at verða lætt at gjøgnumføra.

Duration:00:52:51

Ask host to enable sharing for playback control

Strongd er eisini ein spurningur um uppaling

5/27/2011
Álvaratosmanningin hesaferð, Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Elin Michelsen vóru rættiliga ítøkilig, tá kjakast var um strongd á arbeiðsplássum. Tey vóru rættiliga samd um, at oftani er talan um at liva upp til krøv, eisini sjálvskapt. Tey nevndu harafturat, hvussu týdningarmikið tað er at geva barninum tað rætta í beinið. Pallborðið helt ikki, at avgerðin hjá Sjúrður Skaale, um at fara úr Tjóðveldi, fór at hava annað við sær, enn at ein litrík persónligheit minni er í Tjóðveldi.

Duration:00:51:41

Ask host to enable sharing for playback control

Álvaratos! pallborðskjak

5/13/2011
Elin Michelsen, Heri Jakobsen, og Jógvan Ósá kjakast um starvsfólkaviðurskifit á Tryggingarfelagnum Føroyar, internetsensur, skotsmál um ALS misnýtslu, fólkateljingina, og rúsdrekkalóggávuna.

Duration:00:53:28