Ítrottartíðindi-logo

Ítrottartíðindi

Podcasts

Sendingin byrjar aftur í heyst, tá landskappingin 2014 í fótbólti er liðug. Í sendingini verður tikið saman um ítróttin um vikuskiftið, har vit gera úrslit og støður í ymsum kappingum upp. Slag av sending: Ítróttartíðindi Málbólkur: Ítróttaráhugað Sendilongd: 20 minuttir Vertir: Heðin Arge, Símun Christian Olsen og Heidi Lava Elgeirsdóttir

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Sendingin byrjar aftur í heyst, tá landskappingin 2014 í fótbólti er liðug. Í sendingini verður tikið saman um ítróttin um vikuskiftið, har vit gera úrslit og støður í ymsum kappingum upp. Slag av sending: Ítróttartíðindi Málbólkur: Ítróttaráhugað Sendilongd: 20 minuttir Vertir: Heðin Arge, Símun Christian Olsen og Heidi Lava Elgeirsdóttir

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini

4/17/2016
At Føroyar ikki hevur egnan limaskap í OL, hevur avleiðingar. Um so var, hevði svimjarin, Óli Mortensen, eisini havt ognað sær luttøku í OL í 400 metra frísvimjing. Umframt svimjing, verður tikið samanum fótbóltin um vikuskiftið.

Duration:00:13:06

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini

4/3/2016
Kyndilskvinnur eru í FM-finaluni, meðan kyndilsmenn enn stríðast um annað finaluplássið. Teir vunnu í dag á oddaliðnum H71. HB varðveitir oddasessin í EFFO-deildini eftir tepran útivallasigur á TB í dag. Fleiri nýggir føroyameistarar vórðu funnir á stóra finaludegnum, sum var í gjár, í badminton, borðtennis og judo. Nýggj dopingreglugerð er sett í gildið í Føroyum. Revsingin at verða tikin fyri doping er tvífaldað. Hon er farin úr tveimum árum upp í fýra ár.

Duration:00:19:11

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 13. mars 2016

3/13/2016
U19 kvinnurnar í hondbólti hava vunnið kappingina Challenge Trophy í Georgia. Hoyr samrøðu við venjaran og spælara. Øll liðini í Effodeildini hava fingið stig, nú annað umfar er avgreitt, men onki lið hevur fulla úrtøku. Fyrsta svimjikapping á langgeil er farin um bak. Hoyr venjaran hjá SuSwim, Jón Bjarnason, taka samanum. Mansliðið hjá ÍF Føroyum í hondbólti er á uppflytingarkós. Djóni Højgaard, formaður í felagnum greiðir frá.

Duration:00:18:18

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 6. mars 2016

3/6/2016

Duration:00:16:41

Ask host to enable sharing for playback control

Tórur Mortensen DM-gull í trístøkk

2/29/2016
Tórur Mortensen er fyrsti føroyingur, sum hevur vunnið DM-gull hjá teimum vaksnu. Lopið hjá Tóri var 14,39 metrar. Hann var 1,5 metrar frammanfyri nummar tvey. 17 ára gamli Tórur Mortensen verður mettur sum stórtalent. Hann venur við Hvirluni í Havn, men umboðar Aarhus 1900, tá kappingar eru í Danmark.

Duration:00:00:55

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 28. februar 2016

2/29/2016
Bæði HM gull og DM gull eru í ítróttartíðindunum hesaferð. Eisini er hondbóltur, flogbóltur, fótbóltur og annar ítróttur á skránni.

Duration:00:16:26

Ask host to enable sharing for playback control

Andras Joensen: Hetta er líka gott aftur í ár

2/7/2016
Andras Joensen er sum vera man fegin um sigurin á STÍF, sum tryggjaði eitt finalupláss aftur í ár. Neistin vann stórsigur 27-19 á STÍF, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at Neistin rann frá STÍF. Hálvleiksstøðan var 10-12 til Neistan, men í seinna hálvleiki kom verulig gongd á álopsspælið hjá Neistanum, sum skoraði meðan STÍF misnýtti sínar møguleikar. Neistin royndi seg við einum eyka útispælara, tá Terji Mørk spældi í málsmansblusu. Hetta riggaði sera væl eina løtu, sum gav Neistanum eina oddaleiðslu.

Duration:00:01:22

Ask host to enable sharing for playback control

Pole Hansen: Hetta er ein skandala

2/7/2016
STÍF tapti seinnu hálvfinaluna 27-19 og fekk í veruleikanum ein avsmurning í seinna hálvleiki móti Neistanum. Finaludreymurin er brostin á Skála, tí hetta var møguleikin hjá STÍF at bjarga kappingarárinum 2015-16. Í landskappingini hevur ikki gingið væl, STÍF hevur 13 stig og møguleikin fyri einum FM finaluplássi er sera órealistiskur.

Duration:00:01:05

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindi 7. februar 2016

2/7/2016
Tað er nú greitt at tað vera Neistin og H71, sum spæla steypafinaluna hjá monnum í hondbólti. Og í kvinnufinaluni bresta Neistin og VÌF saman. Tá ítróttartíðidini vóru í luftini í dag, var enn ikki avgjørt um tað varð H71 ella KÍF sum skuldi møta Neistanum leygardagin. Torbjørn Mikkelsen fylgdi dystinum meðan sendingin var.

Duration:00:31:47

Ask host to enable sharing for playback control

Sverri er danmarkarmeistari

1/30/2016
Føroyskir rógvarar vunnu tvey gullheiðursmerkir og eitt silvurheiðursmerki í dag í DM í inniróðri. Jógvan Sofus Vilhelmsen gjørdist danmarkarmeistari í bólkinum 30-39 ár í tungvekt. Tíðin var 6.24.3. Brandur Kølbro vann silvur í bólkinum dreingir 15 ár. Tíðin var 7.09.08. Sverri Sandberg Nielsen gjørdist danmarkarmeistari í opna bólkinum í tungvekt við tíðini 5.51.6, sum er nýtt danskt met. Tað hevur gingið væl hjá unga miðvinginum seinasta árið, men hóast tað, er enn ógreitt, um hann sleppur við til OL í Rio í summar. Hoyr Sverra greiða frá hví.

Duration:00:02:25

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindi 13. desember 2015

12/13/2015

Duration:00:15:46

Ask host to enable sharing for playback control

Ein føroyingur kann verða heimsmeistari í talvi

11/22/2015
Seinasta umfari í EM-kappingini í talvi í dag millum Føroyar og Eysturríki endaði 2½-1½ til Eysturríki. John Rødgård tapti á 1. borði, hinir tríggir - brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen - telvaðu javnt. Føroyar fingu í gjár eitt sera gott úrslit móti Danmark. Støðan gjørdist 2-2 tá allir leikirnir vóru telvaðir. Úrslitið var heilt óvæntað, tí við trimum stórmeistarum var Danmark stórfavorittur at vinna.

Duration:00:05:38

Ask host to enable sharing for playback control

Framvegis kreppa í VB

11/22/2015
Einki er hent síðani síðsta sunnudag, vit hava bert verið tríggjar og fimml leikarar til venjing í Vági. Soleiðis sigur Gurið K. Mortensen sum framvegis kallar støðuna hjá VB eina kreppu. Men hon ásannar at støðan er hvat hon er, og at tær sjálvar bert mugu fáa sum best burturúr. Ivana Jakelja, sum sambært Gurið, ikki var nóg góð fyri VB, fer av landinum í morgin.

Duration:00:06:14

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindi 22. november

11/22/2015
H71, VÍF og KÍF vunnu sínar dystir, og tískil er einki broytt í oddinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Neistin vann tepurt á VB og Marjun F. Danberg skilir ikki at VB kallar sína støðu, eina kreppu. Gurið K. Mortensen fegnast um at VB bert tapti við trimum málum, men heldur framvegis at VB er í kreppu. Talvlandsliðið gjørdi bart í móti Danmark. Forsetin í talvasambandi føroya greinar føroysku talvstøðuna, og heldur ikki at tað er undarligt um vit fáa ein heimsmeistara innan næstu 10-15 árini.

Duration:00:26:23

Ask host to enable sharing for playback control

David A. Galán er heimsmeistari í kropsmenning

11/15/2015
Føroyski David Arge Galán vann um vikuskiftið eina altjóða kapping, tá vektlyftarar úr øllum heiminum kappaðust í 12 ymiskum kappingargreinum í New Jersey. Tá avtornaði vann David Arge Galán í kappingargreinini Mens Physique hjá World Natural Bodybuilding Federation, sum á hvørjum ári fyriskipar kappingina. World Natural Bodybuilding Federation er felagsskapurin hjá vektlyftarum, ið røkka sínum málum uttan at brúka ólóglig, stimbrandi evni.

Duration:00:04:46

Ask host to enable sharing for playback control

Kreppa í VB

11/15/2015
Tá útlendsku leikararnir ikki styrkja liðið, men bert breiðka hópin, so er ikki skilagott at brúka pening uppá útlendskar leikarar. Gurið K. Mortensen harmast, men ásannar at støðan í VB ikki er góð. Vit eru fáar til venjing, útlendingarnir spæla ikki væl, og hetta kappingárið er longu farið fyri VB. VB tapti í dag 26-17 fyri Kyndli, og sambært Onnu Brimnes í Kyndli, so var tað ikki trupult at skora hjá móti VB verjuni í dag. Óvist um VB sendir útlendingar heim

Duration:00:02:47

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 15 november

11/15/2015
David Arge Galán er heimsmeistari í kropsmenning. Hann vann í gjár kappingina, Men´s Physique Pro devision, sum var hildin í Atlantic City í USA. Aftaná kappingina fekk hann at vita at hann vann sannførandi á hinum. Hoyr hvat David Arge Galán sigur um heiðurin og hvat ítróttin krevur.

Duration:00:25:04

Ask host to enable sharing for playback control

Ítrottartíðindi 8. november 2015

11/8/2015
Kyndil er oddalið í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Kurvabóltsleikarar fegnast um, at teir nú spæla landskappingardystir í Føroyum. Bronsuheiðurmerkið hjá Pál Joensen er liður í fyrireikingunum til OL komandi summar. Hetta og meira í ítrottartíðindunum.

Duration:00:15:59

Ask host to enable sharing for playback control

Ítrottartíðindi

10/25/2015
Hoyr alla sendingina her

Duration:00:17:29

Ask host to enable sharing for playback control

Marna Egholm, okkara næstbesta ítrótttarfólk

10/19/2015
Marna Egholm tók átta minuttir og 45 sekund av sínum persónliga meti, men tók eisini góðar seks minuttir av føroyska metinum hjá Valborg Heinesen. Hon er okkara fremsta ítróttarfólk í frælsum ítrótti, og besta føroyska ítróttarfólkið aftaná Pál Joensen. Soleiðis sigur Hallur Holm, ið sjálvur rennur, skrivar fyri heimasíðuna fif.fo og fylgir gjølla við føroyskari renning. Hann grundar hetta á at Marna Egholm er ein nýggur rennari. Hon hevur bert runnið í umleið tvey ár, og tó hevur fingið sera góðar tíðir, sum nú teljast millum elitutíðir fyri kvinnur.

Duration:00:11:39