25 minuttir-logo

25 minuttir

News

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini. 25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum. Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini. 25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum. Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Olaf Johannessen

1/19/2022

Duration:00:35:26

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Håkan Ericson

10/11/2021
- samrøða við Håkan Ericson

Duration:00:25:20

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir

6/14/2021

Duration:00:24:18

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Tim Birkhead

1/22/2020
Hvussu er at vera fuglur? Hava fuglar kenslur? Og hvat kunnu vit læra um menniskjað við at granska fugl? Júst tað hevur víðagitni fuglafrøðingurin og professarin, Tim Birkhead, granskað. Hann hevur millum annað kannað og skrivað bøkur um, hvussu tað er at vera fuglur - hvussu fuglur sansar heimin. Millum annað vísir hann á, at fuglur á mangan hátt líkis okkum menniskjum - eins og menniskju er fuglur ein sosial vera og hevur eisini kenslur.

Duration:00:24:22

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Sissal Kj. Kristiansen

5/15/2019
At sleppa at vera júst tann tú ert, tykist ofta at vera trupult í Føroyum, tí vit kenna øll hvønn annan og fortíðina hjá hvørjum øðrum. Tí er gott at sleppa burtur av og á, fyri at finna inn aftur til tín egna persón. Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í øllum førum. Hon ferðast javnan einsamøll til fjarskotin lond fyri at læra og fáa íblástur

Duration:00:24:33

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Terji Rasmussen

5/8/2019
Terji Rasmussen er útbúgvin námsfrøðingur, men serliga kenna vit hann frá føroyska tónleikaheiminum. Hann er uppvaksin í Havn, men flutti í 2002 til Nólsoyar, har hann í 2015 lat upp spælistaðið Maggies saman við konu síni í kjallaranum á sethúsum teirra í Nólsoy. Síðan staðið lat upp, hava óteljandi konsertir verið í Maggies, og Terji hevur tikið upp konsertirnar bæði sum ljóð og mynd, og fyri hetta skajalfestingararbeiði, umframt spælistaðið Maggies, fekk hann FMA virðislønina fyri Ársins átak.

Duration:00:26:39

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Jasmin Mote

5/1/2019
Jasmin Mote er fødd í 1998. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men flutti sum 13 ára gomul til Havnar við familju síni. Í Havn byrjaði hon at syngja og spæla tónleik. Tónleikurin gjørdist ein áhugi, hon síðan hevur fylgt og ment seg í. Tónleikurin fyllir nú so at siga alt í hennara lívi og tilviti, og í ár fekk hon FMA virðislønina fyri Ársins kvinnuliga sangara.

Duration:00:24:34

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Andrias Høgenni

4/24/2019
Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var 16 ár. Sum 30 ára gamal í dag telist hann millum mest virknu og vælumtóktu filmsleikstjórunum vit hava í Føroyum. Andrias hevur vunnið filmsvirðislønina "Geytin" ikki færri enn tríggjar ferðir, seinastu ferð í ár við filminum "Ikki illa meint", og so hevur hann eisini móttikið "Viriðsløn til ungt listarfólk" frá mentamálaráðnum í 2015.

Duration:00:26:11

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Julie Sass

4/17/2019
Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising. Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión.

Duration:00:25:07

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Katarina Nolsøe

4/10/2019
Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22. Í 2006 fekk Katarina álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og angist.

Duration:00:24:40

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Knút Háberg Eysturstein

4/3/2019
Knút Háberg Eysturstein f.1980 er cand.mag í tónleikafrøði og tónleiki. Knút hevur skrivað um tónleik, eins og hann hevur undirvíst í tónleiki. Hann hevur givið tónleik út í egnum navni, og hevur eisini spælt ein stóran leiklut í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri tónleikabólkum. Serritgerðin hjá Knúti snúði seg um tónaskaldi, yrkjaran, mentanmannin og bohemelegenduna og próstasonin, Regin Dahl, sum var borin í heim fyri hundrað árum síðan, hin 5. november 1918.

Duration:00:24:50

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Linda Mortansdóttir

3/27/2019
Kring allan heim hevur útvarpsdokumentarurin sum genra brotið sær veg inn i playlistarnar hjá lurtandi fólkinum. Men hvat kann ein útvarpsdokumentarur og hvat er tað, sum fangar? Hesir eru millum spurningarnar Linda Mortansdóttir fær í 25 minuttum hesaferð.

Duration:00:24:10

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Jóna Joensen

3/20/2019

Duration:00:24:53

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Julia í Kálvalíð

3/6/2019
Julia í Kálvalíð er útbúgvin í miðlasamskifti við lærda háskúlan í Tallin í Estlandi. Hon hevur seinastu mongu árini starvast sum framleiðsluassistentur fyri m.o. Heiðrik á Heygum og Andrias Høgenni, men eisini hevur hon leikstjórnað tríggjar stuttfilmar, John, (2013), Boys (2015) og nú Omman, sum var frumsýndur á Geytanum í ár. Fyri stuttfilmin fekk hon áskoðaravirðislønina á Geytanum.

Duration:00:23:40

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Oddfríður Marni Rasmussen

2/18/2019
Oddfríður Marni Rasmussen (1969) er lærari, ritstjóri og útbúgvin høvundi av Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hann debuteraði í 1994 við yrkingasavninum, Aldur hugans. Síðan fyrsta yrkingasavnið eru 16 verk løgd avtrat rúgvuni, sum umfata yrkingasøvn, stuttsøgur og barnabók. Týðingar hevur hann eisini latið mangar úr hondum, sum eru at finna í tíðarritinum, Vencil, sum hann ritstjórnar saman við Arbirni Ólavsson Dalsgaard.

Duration:00:24:28

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Maria Winther Olsen

2/8/2019
- samrøða við

Duration:00:22:42

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Jógvan Isaksen

2/4/2019
Jógvan Isaksen (1949) er bókmentafrøðingur og starvast sum lærari við lærda háskúlan í Keypmannahavn í føroyskum bókmentum og málfrøði. Flestu okkara kenna hann tó helst sum krimihøvund, og hann hevur ikki skrivað færri enn 17 brotsskaldsøgur - herav eru tríggjar til børn. Eisini hevur hann skrivað bókmentafrøðilig verk, og hálvtrýssinstjúgunda verk hansara hevur júst sæð dagsins ljós, Ars Moriendi - kynstrið at doyggja. Eitt verk um yrkingasavnið, Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen frá 2017.

Duration:00:25:38

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Astrid Andreasen

1/25/2019
Fjøllistakvinnan, Astrid Andreasen, varð fødd í Vestmanna í 1948. Húskið var serstakliga skapanarhugað og gávað, og eftirnølarin Astrid valdi at útbúgva seg innan handarbeiði sum ung. Síðan hava skeið, útbúgvingar við mongum meira lagt seg afturat hennara lívsrensli, og fyri fjølbroytta og týdningarmikla virkið sítt og týdning fyri føroyska mentan, varð hon heiðrað við Heiðursgávu Landsins, á móttøku í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019.

Duration:00:24:20

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Búi Rouch

1/23/2019
Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman. - Dansur kann vera søguforteljing, men eg havi mest arbeitt við at lýst evnir ella fyribrgidir, sigur Búi Rocuh. Innan dans hevur hann serliga viðgjørt evni sum seksualitet, ognartøka, patriarki og digitalar miðlar. Búi Rouch býr í München í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi-akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Føroyar, har hann hevur fleiri verkætlanir fyri framman.

Duration:00:25:00

Ask host to enable sharing for playback control

25 minuttir: Høgni Rasmussen

11/21/2018
Hann hevur drúgvar royndir innan marknaðarførlsu, sum hann hevur arbeitt við í 32 ár. Fyri trimum árum síðani upplivdi hann størstu lívskreppu sína, tá hann var blakaður úr fyritøkuni, hann sjálvur var við til at stovna. Útblakingin gjørdi, at Høgni – bókstaviliga – fór at ganga aðrar leiðir. Hann fór ein Caminotúr, har hann skrivaði dagbók – og fyri stuttum gav hann so bókina ”Mín caminodagbók” út.

Duration:00:25:38