Barnaútvarpið-logo

Barnaútvarpið

News

Kringvarpið sendir hvønn morgun søgur, reportasjur, ljóðmyndir og mangt annað til yngstu lurtararnar. Á odda fyri hesum standa Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen. Barnaútvarpið hevur av og á temavikur, har farið verður í dýpdina við ymiskum evnum, til dømis happing og forelskilsi. Harafturat hevur sendingin eisini fastar tættir til dømis Lova mær við, har vertirnir biðja børnini lova sær við at uppliva eitthvørt. Millum annað hava vertirnir verið við børnum, sum hava fingið hol í oyruni, staðið á vatnskí, spælt Barbie og so framvegis. Søgan Útvarpið hevur altíð havt barnasendingar. Longu í tíðini hjá føroyska útvarpinum úr Keypmannahavn í fimmtiárunum varð dentur lagdur á eisini at røkka børnini á føroyskum máli, og hendan kós varð hildin, tá Útvarp Føroya fór undir sínar sendingar í 1957. Vanliga vóru barnasendingarnar eina ferð um vikuna. Innihaldið í teimum vóru søgur, samrøður, brøv, sangur og leikur. Aðrar sendingar í útvarpinum hava verið komandi og farandi. Í barnasendingunum hevur ongantíð verið steðgur. Við árunum hava barnasendingarnar verið mentar í innihaldi og vavi. Nú í nógv ár hevur útvarpið havt barnasendingar hvønn dag í árinum, og hetta verður eins og áður hildið at hava stóran týdning fyri eitt nú samleikakensluna hjá børnunum í Føroyum.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Language:

Faroese

Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Søgan - Rok í veltuni

9/21/2015
Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt

Duration:00:27:07

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Prinsessan, ið hvarv

6/19/2015
Vivian Sjóðklett leggur til rættis. Finnur Hansen setti saman

Duration:00:09:13

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Søgan um Ernst

6/18/2015
Í dag hoyra vit søguna um Ernst, sum børnini í Frítíðarskúlanum í Smílið-Býlinum hava skrivað. Tey siga frá og eru leikarar. Henry á Fríðriksmørk hevur sett saman og gjørt tónleikin til

Duration:00:14:12

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Pippi finnur ein spunk

6/16/2015
Í dag fara vit at hoyra um eina sterka og djarva gentu, sum eitur Pippi. Pippi er nú 70 ára gomul, so søgurnar um hana eru vælkendar. Søgan í dag er - Pippi finnur ein spunk. Astrid Lindgren skrivaði um Pippi og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Eir í Ólavstovu lesur fyri okkum.

Duration:00:14:29

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: John Bjarki og Tróndur í Vestmanna, greiða frá

5/22/2015
Vit eru í dag í Vestmanna. John Bjarki og Tróndur greiða frá.

Duration:00:13:52

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Heimalomb í Vestmanna

5/22/2015
Í dag eru vit í Vestmanna og vit eru og vitja Filip,, sum er 7 ára gamal og Páll, sum er 10 ára gamal. Teir greiða frá heimalombunum og geva teimum at eta.

Duration:00:12:51

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Pangea roknikappingin 2015

5/20/2015

Duration:00:13:02

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Ari er røktingardrongur á Eiði

5/20/2015
Í dag eru vit á Eiði. Her býr Ari, sum er 9 ára. Hann gongur í 3.flokki og er sera áhugaður í seyði. Í hesum døgum er nokk at gera hjá honum, tí hann fer burtur í haga at marka lomb. Onkuntíð er hann saman við abba sínum ella einum vinmanni, men onkuntíð fer hann burtur í haga einsamallur.

Duration:00:11:27

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Komandi 1. flokkur í Eiðis skúla

5/18/2015
Tey greiða frá skúlatasku, pennahúsi og hvat tey læra. Fýra næmingar fara í 1. flokk í Eiðis skúla í summar.

Duration:00:11:59

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Móðurmálsdagur

3/25/2015
Í dag er móðurmálsdagur, so vit fara at tosa um mál. Fyrst fer Bogi Hansen, sum gongur í 6.flokki at greiða frá. Síðani fer Erling Isholm at siga okkum eitt sindur um V.U. Hammershaimb, tí vit siga, at Hammershaimb er faðirin at skriftmálinum. At enda fer Sólvá Jónsdóttir at greiða frá ð´inum.

Duration:00:14:05

Ask host to enable sharing for playback control

Sí filmin her: Sólarmyrking til og fyri børn

3/18/2015
Hvussu ber tað til, at sólarmyrking verður í Føroyum fríggjamorgunin? Hvat er tað, sum hendir? Fá svarið í hesum filminum, vit hava framleitt. Lagt til rættis: Hanna Árnadóttir Svartafoss, Sólfríð Maria í Rók og Páll Danielsen.

Duration:00:08:53

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Ævintýraferðin 2015

3/11/2015
Hesa vikuna, hoyra vit um føroyskar sangir.Í dag eru vit saman við Búa og Dánjal á ævintýraferð í Hoyvíkar skúla. Teir greiða frá nýggju sangunum á fløguni - Ævintýraferðin 2015.

Duration:00:15:41

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Børnini syngja

3/9/2015
Hesa vikuna, hoyra vit um føroyskar sangir.Í dag hoyra vit um savnið - Børnini syngja. Tað er eitt savn við sangbók, ljóðfløgu og sjónfløgu. Vit eru á vitjan í býlingshúsinum - Sólareygað. Tey greiða frá sanginum - Másin sigur pli pli. Tey eru við á fløguni. Síðani greiða Margreth Jacobsen og Súsanna Thomsen frá, tær hava givið savnið út. Eisini hoyra vit sangir av ljóðfløguni.

Duration:00:14:36

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Gita hvussu góður eg eri við teg?

2/25/2015
Jensina Olsen sigur frá

Duration:00:06:41

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Føstulávintsprát - 5. flokkur úr Vági

2/16/2015
Fýra næmingar greiða frá

Duration:00:14:53

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Brot úr leikinum um Klintrimús

2/13/2015
Alla hesa vikuna í barnaútvarpinum hava vit hoyrt um Thorbjørn Egner. Vit hava hoyrt vælkendar søgur og sangir. Og í dag fara vit at hoyra eitt brot úr einari søgu, sum Thorbjørn Egner eisini hevur skrivað. Hetta er ein leikur, sum var gjørdur til Barnaútvarpið fyri langari tíð síðani. Vit fara nevniliga at hoyra 1. part um Klintrimús og øll hini í Valbakkaskóginum. Eyðun Johannesen týddi og sigur frá. Marius Rein og Finnbogi Johannesen tóku upp. Kom og lurta

Duration:00:14:30

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Kópakonan og trettanda

1/6/2015
ì dag hoyra vit Elina á Rógvi lesa søgnina - Kópakonan. Børn í Frískúlanum í Havn greiða frá søgnini og trettandu

Duration:00:14:23

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: NiviNaja - jólakalendarin 2014

12/1/2014
Í dag vilja vit hoyra eitt sindur um jólakalendaran 2014, sum eitur NiviNaja. Elin á Rògvi hevur skrivað, og hon greiðir frá. Vit tosa eisini við leikarar, tónleikarar og hoyra brot úr sangum.

Duration:00:15:11

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Um jólakalendaran Jólakongurin

11/27/2014
Fýra børn, ið eru við í jólakalendaranum Jólakongurin, eru og vitja Páll og Jógvan Páll, ið hava framleitt føroysku útgávuna av Jólakonginum.

Duration:00:14:15

Ask host to enable sharing for playback control

BÚ: Um bókadagar í Norðurlandahúsinum

11/21/2014
Í dag eru vit á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Her greiðir Beinta Johannesen frá bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Har er nógv spennandi á skránni.

Duration:00:14:24