Ert tú við?-logo

Ert tú við?

0 Favorites

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Savnssending Føroysk barnasending í 13. pørtum. Í hesi barnasendingini síggja vit góðar filmar. Og læra bæði at trumma og tekna. Ert tú við? Lív er vertinna. Í sendingini verður vístur ein stuttur góður filmur um happing, og aftaná koma leikararnir í sjónvarpsstovuna at greiða frá. Børn úr frískúlanum á Velbastað spæla við og tosa um filmarnar. So skulu vit eisini læra at tekna, og tí er neyðugt at hava pappír, blýant og tusj hjá sær, tá sendingin byrjar. Janus fer at vísa hvussu man teknar, og Brandur er trummulærarin, sum saman við Aldu, Vár og Poul Jóhan fara at trumma saman við øllum, sum hyggja. Setið tykkum væl til rættis, so skulu tit bara síggja - og vónandi eisini læra, at tað væl ber til at trumma, hóast eingin trumma er.

Language:

Faroese


This show will be available later. Please come back then.