Frætt og fregnað-logo

Frætt og fregnað

0 Favorites

Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012. Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012. Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 1 (1:3)

3/27/2024
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum 28. februar 1999.

Duration:00:28:27

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 1 (2:3)

3/27/2024
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 18. apríl 1999. Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum. Umframt uppi á landi er myndatólið hesaferð eisini undir vatnskorpuni fyri at vísa hvussu eitt av teimum kendu ferðamálunum í Føroyum sær út undir vatni.

Duration:00:36:47

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 1 (3:3)

3/27/2024
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 9. mai 1999. Theodor Thomassen í Sørvági rør framvegis út við sínum seksmannafari, hóast hann er 90 ára gamal. Báturin hevur staðið uppi í vetur og er júst komin á sjógvin aftur. "Frætt og fregnað" er við fyrsta túrin í ár. Og hesin síðsti parturin er eisini merktur av árstíðini. Vit vitja á Skælingi, sum hesa ársins tíð ýður í lívi og spæli, bæði úti og inni.

Duration:00:33:37

Ask host to enable sharing for playback control

Úr savninum: Frætt & fregnað í Íslandi (4:4)

2/5/2020
Í fjórðu sending í røðini "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi" flúgva teir millum annað yvir jøklunum á Suðurlandinum við einum ógvuliga royndum flogskipara. Teir hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi. Lagt til rættis: Jógvan Eli Dam og Tórður Mikkelsen.

Duration:00:48:03

Ask host to enable sharing for playback control

Úr savninum: Frætt & fregnað (2:11)

7/17/2019
Aftur hesa ferð eru evnini ymsa staðni úr landinum. Í fyrstu sendingini varð serliga ljós varpað á viðurskifti í Nólsoy. Hesa ferð eru myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen í Skúvoy, har fleiri forkunnug evni í bygdini verða lýst.

Duration:00:36:40

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (4:4)

12/23/2012
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi. Á Siglufjørðinum er eitt spennandi sildasavn um tíðina, tá býurin var sildahøvuðsstaðurin í Íslandi. Har eru eisini partur av føroysku søguni varðveittur.

Duration:00:48:02

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (3:4)

12/16/2012
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið.

Duration:00:36:04

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (2:4)

12/9/2012
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Í stásiliga tónleikahúsinum Hørpu í Reykjavík hitta vit tvey ungfólk, sum ganga á tónlistaskúla í íslendska høvuðsstaðnum. Vit hoyra eisini um, hvussu ógvisliga kreppan í Íslandi ávirkaði fólkið.

Duration:00:35:03

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (1:4)

12/2/2012
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Teir upplivdu mangt og hvat og hittu bæði íslendingar og føroyingar, sum eru bústiandi í Íslandi. Í hesi fyrstu sendingini eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt.

Duration:00:27:48

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (12:12)

11/20/2011
Kvívík er ein gomul og hugnalig bygd, sum er nógv vaksin i nýggjari tíð. "Frætt og fregnað" setir hesa Kvívík á bredann, og hugt verður millum annað eftir, um tann gamli og tann nýggi parturin av bygdini virka saman sum ein góð heild. Grindadrápið er ein mentanararvur, sum vit eiga at halda fast við, eru grindmenn og fólkalívsfrøðingur á einum máli um í grindini í Funningsfirði. Paulina Eliasen á Syðradali hevur gjørt nógv kirkjuklæði, serliga altardúkar og messuaklar, og nú hvur hon eisini skrásett øll kirkjuklæði kring landið.

Duration:00:36:26

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (11:12)

11/6/2011
Vakra viðarlundin er ein sannur dýrgripur í Kunoy, og í 2012 eru tað 100 ár síðani, at hon var gróðursett. Viðarlundin í Kunoy er eitt av evnunum, tá Kunoyarbygd setur dám á hendan næstseinasta partin av "Frætt og fregnað" í hesum umfarinum. Vit hitta eisini ein teilendska kvinnu í Lopra, sum kom til Føroyar fyri 10 árum síðani at arbeiða á fiskavirki, so børnini kunnu ganga í skúla heima í Teilandi. Í frítíðini ger hon vakrar blómur úr nylonklæðum. Og í Oyndarfirði síggja vit eina byrsu, sum hevur eina serliga søgu.

Duration:00:32:13

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (10:12)

10/23/2011
Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Hattarvík, sum er eystasta bygdin í landinum. Har búgva fá fólk, men heystfrí er meðan sjónvarpið vitjar, og tí er fult lív í bygdini. Vit hitta eisini onkran av teimum, sum eru flutt burtur, men sum fegin vitja heimaftur í frítíðini. Ein gomul eldsmiðja í Oyndarfirði er eisini við í hesum partinum. Og tað er hugni, tá menn sita í Havnardali og binda flugur at fiska laks við.

Duration:00:38:25

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (9:12)

10/9/2011
Í Tjørnuvík er árligi staksdagurin ein heilt serligur dagur. Bæði bygdarfólk og gestir fara eftir seyðinum, sum hevur gingið í Tjørnuvíksstakki, og síðani verður seyðurin seldur á stórari uppboðssølu í bygdini. Tað er sanniliga ein heilt serligur dámur yvir norðastu bygdina á Streymoynni hendan dagin. Vit hoyra eisini um, hvussu bæði staksdagurin og kingosangurin í Tjørnuvík hava vakt ans uttanfyri Føroyar.

Duration:00:39:17

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (8:12)

5/22/2011
Í hesum partinum vitjar "Frætt og fregnað" gomlu bygdina Lamba, ið serliga er kend fyri Norsku Løvu - søguliga skipið, ið skuldi vera fult av gulli og endaði sínar dagar á Lambavík fyri 300 árum síðani. Fleiri ferðir hevur verið grivið eftir Norsku Løvu, men í Lamba hava tey ikki mist vónina um at finna hetta serliga skip. Men vitjað verður eisini aðra staðni í landinum.

Duration:00:32:56

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (7:12)

5/8/2011
Mikladalur í Kalsoynni, sum serliga er kend fyri søgnina um kópakonuna, er karmur um hendan partin av "Frætt og fregnað". Men vitjað verður í eisini í Havn, har vit síggja eitt nýtt, sjálvstøðugt savn, har lutir hjá sjálvum Nólsoyar Pálli hava verið íblásturin. Og ein kona í Leynum ger framúr góðar køkur.

Duration:00:32:11

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (6:12)

4/17/2011
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Oyndarfjørður er ein gomul og sera hugnalig bygd, har umleið 150 búleikast. Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Oyndarfirði, har vit m.a. hitta eina unga kvinnu, sum hevur stórar ætanir við gamla handlinum hjá abbanum. Hesin gamli úthandil skal nú gerast eitt verulgit tilboð til ferðafólk, sum vitja bygdina.

Duration:00:31:03

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (5:12)

4/3/2011
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Bygdin Leynar við stóra sandinum er karmurin um hendan fimta partin av "Frætt og fregnað". Og okkurt av evnunum fer fram á sandinum. Vitjað verður eisini í Syðrugøtu og á Eiði.

Duration:00:28:23

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (4:12)

3/20/2011
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Bygdarfólkið í Bø hevur umskapað eitt viðurbyrgi í bygdini til eitt livandi fríøki við einum amfiteatri. Hetta verður eitt av evnunum í hesum partinum av "Frætt og fregnað".

Duration:00:27:52

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (3:12)

3/6/2011
Triðja umfar av "Frætt og fregnað" var í sjónvarpinum í 2011. Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja. Tað fara vit at síggja í Frætt og fregnað hesu ferð, tí vitjað verður í Saksun.

Duration:00:34:24

Ask host to enable sharing for playback control

Frætt og fregnað 3 (2:12)

2/20/2011
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Á ferðini kring landið vitjar Frætt og fregnað í hesum partinum í norðastu bygdini í Suðuroynni, Sandvík. Eitt av evnunum er um skaðagrindini í Sandvík í 1915, sum setti djúp spor.

Duration:00:30:45