In mente-logo

In mente

Podcasts

Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er inmente@kvf.fo. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er inmente@kvf.fo. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, fyrsta føroyska yrkingasavnið 100 ár

5/20/2014
Mikukvøldið 14. mai hátíðarhelt H. N. Jacobsen Bókhandil at 100 ár eru liðin síðani fyrsta føroyska yrkingasavnið ? Yrkingar, eftir Janus Djurhuus, kom út. Í reportaguni hoyra vit Maluna Marnersdóttir bjóða vælkomin, Vár Berghamar Jacobsen og Annfinnur Heinesen lesa tvær yrkingar, eins og vit tosa við fyrilestrarhaldaran Hanus Kamban.

Duration:00:52:48

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente: Vinnandi stuttsøgan »Hav teirra deyðu«

5/13/2014
Eisini tosa vit við Rakel Helmsdal, ið telist millum stigtakararnar og fyrireikararnar av Skrivikappingini 2014, vit hitta Edvard Nyholm Debess, sum letur úr hondum fotobókina ?Kærleiki og Vónir?, og vit vitja á Listasavni Føroya, har Nils Ohrt tosar um hugtakið bíbilsk list og relieffini við frásagnum um Jesu lív, sum Edvard Fuglø gjørdi til Christianskirkjuna í Klaksvík.

Duration:00:48:26

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente: Hanni Bjartalíð, listamaður

5/6/2014
Eisini tosa vit við Hanni Bjartalíð um tað at vera listamaður í Finnlandi, og hvussu almennu stuðulsmøguleikarnar heldur kundu veri skipaðir. Og í mentanarálmanakkanum hitta vit Kinnu Poulsen, sum er kurator á framsýning, sum letur upp í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn; Joel Cole, sum hevur framsýning saman við Amariel Norðoy, og Hedvig Westerlund-Kapnas, sum greiður frá dansibólkinum Fanclub, ið verður á palli í Norðurlandahúsinum.

Duration:00:50:48

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Vit ummæla Klippfisk á ferð

4/29/2014
Eisini greiða Rógvi Rasmussen og Maria Winther Olsen okkum frá um tiltakið Klippfisk á ferð, um teir 8 føroysku filmarnar, og um hvørjir filmar eru í framleiðslu. Filmarnir, ið verða umrøddir, eru Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá, Paint og Eg, ið báðir eru Nollywood framleiðslur, Ljós eftir Daniel Jensen, Munsch eftir Jónfinn Stenberg, John eftir Juliu í Kálvalíð, Eina eftir Andreas Høgenni, og True love eftir Heiðrik av Heygum. Eisini hitta vit listarmannin Hanni Bjartalíð, sum í hesum døgum hevur listaframsýning í Öström.

Duration:00:50:47

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Hvat kunnu vit standa við?

4/8/2014
22. juli 2011 varð ein dagur, ið rakti norsku tjóðina meint, tí hetta var dagurin Anders Behring Breivik framdi sínar illgerðir í Oslo og á Utøya. Dagin eftir átók norski advokaturin Geir Lippestad ? eftir áheitan frá Breivik sjálvum, at verja norska hópdrápsmannin - ein avgerð, ið ikki var heilt løtt at taka. Geir Lippestad hevur nú skrivað bókina "Tað, vit kunnu standa við", ein bók, sum Sprotin 7. mars gav út í føroyskari týðing eftir Edvard Olsen.

Duration:00:52:25

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Sjónvarp Føroya 30 ár

4/2/2014
Í mentanarálamanakkanum frætta vit um nýggja sangleikin Gentan, ið onki mintist, ið 10. flokks næmingar úr Fuglafjarðar skúlanum og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík framføra; vit hitta Arna Würgler, sum í hesum døgum hevur konsertir um landið; og vit fregnast, nú íslendska listarkvinnan Guðrun Einarsdóttir letur upp listaframsýning í Listaskálanum.

Duration:00:55:43

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Sjónvarp Føroya 30 ár

4/1/2014
1. apríl 2014 eri 30 ár síðani Sjónvarp Føroya sendi á fyrsta sinni, og í hesum sambandi viðgera Per Zachariassen, sjónvarpsframleiðara, Høgni Mohr, tíðindamaður, og Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, høvuðsspurningarnar hvønn týdning hevur sjónvarpið havt fyrstu 30 árini, og hvør verður leiklutur sjónvarpsins framyvir.

Duration:00:41:36

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Oliver Twist í Gøtu og Morð á Sandi

3/27/2014
59 leikarar eru á palli í Víkingahúsinum í Gøtu, har Ria Tórgarð hevur leikstjórnað kenda Charles Dickens klassikaran sum sangleik. Og á Sandi hava tey skrivað eitt sonevnt murder mystery dinner party, ið er sniðkað til hølini hjá Ungmannafelagnum Virkinum. Sóley Danielsen hevur leikstjórnað, og fara hendingarnar fram í fimtiárunum. Vit hava vitjað í Gøtu og á Sandi, har vit hava hitt eitt nú leikstjórar, tónleikarar og leikarar.

Duration:00:58:54

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Garnatálg og tónlistavirðislønir

3/11/2014
Vit umrøða FMA, og um runda borðið eru Rólant Waag Dam og Barbara Holm frá Rás 2, Sif Gunnarsdóttir og Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum, og Eyðfinn Jensen frá Kringvarpi Føroya. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú sangløtu í Kvívíkar kirkju; 50 ára jubileumskonsert Stanley Samuelsen í Listaskálanum; framsýningina "Mítt yndislistaverk", ið letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, FM í garnatálg; framsýningina Silvurtráðurin í Glyvra kirkju; og myndakapping, nú Býarbókasavnið í Havn 1. apríl verður 45 ár.

Duration:00:56:07

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente: Wacken Metal Battle Føroyar 2014

3/4/2014
Leygarkvøldið 8. mars verður á triðja sinni skipað fyri Wacken Metal Battle Føroyar. Vit hitta Teit Egholm Fossáberg, ið er ein av fyriskiparunum, og Theodor Kabnas, ið spælir guitar í Hamferð, ið vann bæði føroysku og altjóða kappingina í 2012. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú Spælimenninar í Hoydølum, sum í ár runda tey 40, Trónd Patursson, sum fríggjadagin hevur fernisering í Steinprenti, Fuglafjarðar Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarfelag, sum hava tvær konsertir saman, og Sosialin, sum 14. mars letur úr hondum nýtt mentanarblað.

Duration:00:51:35

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Rúmdarferð í Listaskálanum

2/25/2014
Guðrið Poulsen arbeiðir við rúmum sum tilveru, einføld rúm, fløkt rúm, opin rúm, stongd rúm, fylt rúm, tóm rúm ? alt samalt ímyndir um menniskjaliga tilveru. Vit byggja rúm, og tey forma okkum. Og seinast í januar mánað var skipað fyri Rúmdarferð á Listasavni Føroya ? ein ferð, har farið varð í ringrás við rúm og rúmd og leiri og leirlist.

Duration:00:47:31

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, nýggi leikurin "Tóm rúm"

2/18/2014
Leygarkvøldið varð nýskrivaði leikurin Tóm rúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vár Berghamar Jacobsen, kandidatur í leiklistafrøði; Bergljót av Skarði, cand. mag í enskum og føroyskum máli; og Pætur Marjunarson Dahl, cand. mag. í heimsspeki og films- og miðlavísundi umrøða nýggja leikin.

Duration:00:52:40

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Marjun Syderbø Kjelnæs

2/11/2014
Leygarkvøldið verður nýskrivaði leikurin Tómrúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vit mála ein vangamynd av Marjun, ið eitt nú nemur við týdningin av trý ára starvsløn og hvør avbjóðingin er, tá tú skrivar til pall. Farnu vikuna var Finnland í eygsjón í Norðurlandahúsinum. Vit hitta tvey, ið vóru á palli: Emma Salokoski og vinnaran av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins Pekka Kuusisto.

Duration:01:01:22

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Vetrarmorgun og Finnland í eygsjón

2/4/2014
Í døgunum 6. til 16. februar verður The Berlinale Film, ið telist millum heimsins størstu filmsstevnur, á skránnið í Berlin - ein filmsstevna, sum í fjør taldi eina hálva millión vitjandi og har 124 lond vóru umboðað. 8. februar seta Sakaris Stórá og Ingun í Skrivarastovu kós móti Berlin til stóra filmsfestivalin, har filmurin "Vetrarmorgun" verður vístur sjey ferðir.

Duration:00:51:48

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Kveikingardagur

1/28/2014
9. floksnæmingar í føroyska fólkaskúlanum kunnu nú luttaka í Skrivikapping 2014, har høvuðsvinningurin er eitt skriviskeið í Biskops Arnö í Svøríki. Og fríggjadagin var Kveikingardagur í Norðurlandahúsinum, har næmingar ? umvegis verkstovur og rithøvundar, fingu vegleiðing í skriviførleika.

Duration:00:55:11

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Føroya Listaháskúli

1/21/2014
Farnu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at fyrireika ein føroyskan listaháskúla. Vit hitta tveir av fyrireikarunum, Katrinu í Geil, designara og íverkseta, og Joel Cole, listarmann, og spyrja eitt nú hvat er endamálið, og hvussu langt verkætlanin er komin. Eisini hitta vit Hansinu Iversen, listakvinnu, sum hevur verið við til at fyrireika listaháskúlan eins og Martin Mouritsen, musikskúlastjóra, um royndirnar við bygnaði musikskúlans.

Duration:00:54:27

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, The Woodstock Filmfestival

1/14/2014
Vit tosa við Meira Blaustein, ið tók stig til The Woodstock Filmfestival, um eitt nú hvussu festivalurin kom í lag, hvønn týdning festivalurin hevur fyri økið, vit spyrja hvat hon heldur um støðið á føroyskum filmi, eins og um møguleikar og hvat skal til. Ludvíg á Brekku er hugtikin av list, og hann bæði skrivar og málar. Vit hitta Ludvíg eins og hann eisini lesur okkum stuttsøguna ?Grindaformaðurin?.

Duration:00:53:08

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente Special um føroyskar bókaútgávur

12/11/2013
Vit hitta Jógvan Isaksen, ið sigur okkum um sína nýggja krimisøgu, "Prædikarin", eins og aðrar útgávur, ið Mentanargrunnur Studentafelagsins letur úr hondum í ár. Dagny Joensen lat herfyri úr hondum bókina "Alt av kærleika", ið er skrivað um nakrar av teimum føroysku kvinnunum, sum í sekstiárunum blaðungar fóru av landinum, eftir at hava hitt hvør sín einasta eina amerikumann - vit hava verið á gátt hjá høvundanum.

Duration:01:46:36

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Sara Blædel

12/4/2013
Danski krimihøvundurin Sara Blædel hevur skrivað tíggju skaldsøgur, har av hin seinasta "Dødesporet", kom út fyri fáum vikum síðani. Vit hittu kenda hvundan á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 23. november. Tunnilsdagin letur Per á Hædd, myndamaður, upp eina forvitnisliga fotoframsýning í Spaniastovu í Klaksvík, við myndum, ið eru tiknar í Føroyum í 1911.

Duration:00:51:04

Ask host to enable sharing for playback control

In Mente, Leirvíkar bygdarsøga og Myndaódn

11/26/2013
Vit hitta Martin Fjallstein, sum herfyri lat úr hondum fimta bind um Leirvíkar bygdarsøgu; Kinnu Poulsen, sum hevur sett upp fimtu myndaódnina í Steinprenti, eins og Bárður Jákupsson, sum hevur fingið serligt heiðurspláss á framsýningini. Eisini hitta vit Elin Josefinu Smith, sum hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, og Kára Svensson, ið skal hava framsýning í Stephanssons Húsi.

Duration:00:49:41