Stykkjagóðs-logo

Stykkjagóðs

Podcasts

Savnssending Stykkjagóðs er løtt og summarslig sending, á tremur við góðum tónleiki, práti, samrøðum, tjakpaneli, nýggjari PowerPlay og føroyskum klassikara við søguni um sangin hvørja viku, eins og einum soulklassikara hvønn dag. Hvønn dag klokkan 11:15 eru føst evni á skránni. Mánadagar er evnið minnilutin, týsdagar umrøður serfrøðingapanelið, ið er mannað av Ingvør Nolsøe, Inga Joensen og Birgir Kruse, samleikan hjá einari føroyskari fyritøku ella stovni, mikudagar støkkur summargestur á gátt. Hósdagar er evnið ”eg og tónleikurin”, har gestirnir yvirhøvir eru fólk, vit ikki seta í samband við tónleik, og fríggjadagar seta vit 12 spurningar umframt teir ókendu til fólksins umboð. Vertir eru Gunnar Nolsøe og Fróði Løkságarð. Stykkjagóðs er júst felagsnevnarin hjá sendingini og farmaskipunum – tí í sendingini verður borðreitt við eitt sindur av hvørjum, tað veri seg fastir tættir eins og ymiskt, ið er sermerkt fyri júst henda dagin ella hesa vikuna. Og so er tað navnið! Stykkjagóðs er orð ella hugtak, ið stavar frá tíðini tá farmaskipini sigldi við alskyns leysum farmi. Mong minnast kanska orðið frá Skipalistunum, ið vórðu sendir í útvarpinum týsdagar klokkan 12.50 fyri mongum árum síðani. Vælkomin – tune in, turn on!

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Language:

Faroese

Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Vit mugu endurfinna okkum sjálvi

8/31/2012
Psykoterapeuturin og avhengigheitsráðgevin, Bjørg Mortensen, tosar í sendingini nógv um alkoholismu og medavhengigheit; bæði hjá avvarðandi til alkoholikarar og fólki annars. Umframt privata viðgerð, er hon knýtt at viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Bjørg Mortensen harmast, at ikki fleiri tilboð eru til avvarðandi. Av øðrum, sum Bjørg tosar um, kunnu vit nevna týdningin av sjálvverju. Eisini vísir hon á persónligu maskurnar, sum í mongum lívsstøðum er neyðugar, men sum í aðrar mátar forða okkum tætt samband við okkara medmenniskju. Serliga okkara kæru.

Duration:00:48:19

Ask host to enable sharing for playback control

F'øroyskt vatn á donsk borð

8/31/2012
Fimmboði Lisberg greiðir frá gongdini við kelduvatninum úr Suðuroy. Eisini tosar hann um tónleik, nátar, sumbingar, og annað.

Duration:00:35:36

Ask host to enable sharing for playback control

Mangt heilsugott og fittligari kropsvekt

8/31/2012
Elin í Stórustovu skipar fyri útvarpsspengini Fit. Hon sigur, at kósin er tann sama sum síðsta vetur, men at tátturin við lívsstílsbroyting er settur av til kvinnur, sum hava tikið uppá eftir barnsburð. Fit hevur eisini aðrar heilsu-, kost-, og venjingartættir á skránni í vetur. Tað er annað árið, at sendingin Fit verður á hoyra í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Duration:00:14:35

Ask host to enable sharing for playback control

Vantandi vitan eyðmerkir samfelagið

8/30/2012
Men Ingvør Nolsøe játtar tó, at kvinnurnar tíma ikki eins væl og menninir. Tó heldur hon, at tá kvinnurnar hava fingið sínar útbúgvingar og børnini eru vaksin nakað, átti at borið til at tikið felags-samfelagsliga ábyrgd. Í samrøðuni verður eisini tosað um kvinnur fyrr og nú, og um at ferðast, sum part av at taka ábyrgd fyri egnum lívi.

Duration:00:42:15

Ask host to enable sharing for playback control

Meira kapping og minni blokk

8/30/2012
Sakaris Zachariasen, Sakaris í Streymnesi, býr í Skálavík og virkar sum útróðrarmaður. Fiskivinnan er eisini hansara høvuðsáhugi og tískil er tað høvuðsevnið í hesum parti av dagsins Stykkjagóðssending. Eisini tosar Sakaris um annað samfelgasligt, umframt uppvøksturin í Streymnesi, ið var merktur av, at mamman doyði frá honum á ungum árum.

Duration:00:47:26

Ask host to enable sharing for playback control

Virðingin umráðandi

8/29/2012
Bergtóra Høgnadóttir er kveikjari hjá ALS. Hon sigur, at summir arbeiðsgevarar ikki viðfara uppsagdar persónar virðisliga. Og hon heitir á teir, um at handla reelt og við virðing. Sjálv varð Bergtóra uppsøgd í løgtingsstarvinum, tá val var seinast. Hon greiðir frá, hvussu hon hevði tað tá, og hvat hon hevur gjørt síðan.

Duration:00:46:59

Ask host to enable sharing for playback control

Nú gerast kvøldini myrk og long..

8/29/2012
Tá verður konsert í Norðurlandahúsinum við Marknaliðnum, ið er mannað við teimum báðum úr Harkaliðnum, umframt Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen. Annika Hoydal og Jógvan Dahl greiða í samrøðuni frá gomlum døgum, tá tey hugnaðu sær við Harkaliðnum í Danmark. Eisini verður konsertin leygarkvøldið umrødd.

Duration:00:44:52

Ask host to enable sharing for playback control

Avgerandi at fáa fólk at støðast

8/29/2012
Jarvin Feilberg Hansen er gestur í Stykkjagóðsi, har hann greiðir frá sínum royndum við fakfelagsarbeiði, umframt ítrótti og ítróttarviðurskiftum. Jarvin starvst í dag sum ítróttarungdómsráðgevi hjá ÍSF.

Duration:00:46:49

Ask host to enable sharing for playback control

Kynslig javnstøða er mannarættur

8/29/2012
LGBT, Føroyar er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum, og transpersónum. Sonja Jógvansdóttir sigur frá umstøðunum hjá teimum, sum víkja frá meirilutanum kynsliga. Hon heldur, at fjøldin sum heild góðtekur, at LGBT limir fáa lógarliga javnstøðu, og tí eru tað fyrst og fremst politikararnir, ið eiga at handla. Í samrøðuni sigur Sonja Jógvansdtóttir eisini frá viðurskiftunum í Íslandi, har hon fyri stuttum var og helt røðu á Pride Reykjavík.

Duration:00:42:04

Ask host to enable sharing for playback control

Marathon og lívsgóðska

8/29/2012
Eisini sigur Fríðrik Bláhamar okkum, at renningin var ein háttur hjá honum at koma víðari, eftir at hava verið sjúkur seint í nítiárunum. Samrøðan nemur eisni við heilsuspurningar í samband við maraton og aðra ítrótt. Og hvussu ein kann melda til Tórshavn Maraton, ið verður runnið sunnudagin klokkan 13:00.

Duration:00:48:58

Ask host to enable sharing for playback control

Camino til heimsins enda

8/25/2012
Talan er um eina sera langa ferð í Norðurspania, sum fólk oftani byrja í Suðurfraklandi og enda í Santiago de Compostela. Har verður gist á herbergum og viðførið eigur ikki at vera tungt. Kristina Christiansen gekk fyri tveimum árum síðan allan teinin einsamøll, men í ár gingu hon og dóttirin bert ein part av strekkinum. Kristina greiðir í sendingini frá ymsum áhugaverdum, til dømis at Skt Jákup er grivin stutt frá Santiago, og hví ein kirkja hevur livandi hønur í kirkjurúminum. (myndin er frá ferðini í ár).

Duration:00:49:01

Ask host to enable sharing for playback control

Tað gudiliga ógudiliga

8/25/2012
Súsanna Vígdá er clairvoyantur, miðil, hypnoterapeutur, og healari. Síðan hon var smágenta hevur hon havt samband við tað ókenda. Hesi evni nýtir hon í dag til at hjálpa fólki, ið ynskja at fáa eitt betur lív, ella at koma víðari. Eisini vitjar hon hús, har fólk ganga aftur, umframt at hon gjøgnum hypnoterapi t.d. kann stuðla einum í at leggja av at roykja. Healingin fær teg at kenna størri vælveru og javnvág - og kann vera lekjandi. Súsanna Vígdá var í Stykkjagóðssendingini 15. august.

Duration:00:56:18

Ask host to enable sharing for playback control

Stykkjagóðs hósdagin - um Beran og Kýprosferð

8/25/2012
Eisini er samrøða við Gunvá við Keldu, borgmeistara í Klaksvík, um ferð til Kýpros, har hon hitti umboð fyri býráðið í býnum Limassol. Hetta er seinni partur av Stykkjagóðssendingini 23.08,12. Í fyrra parti var einans ein samrøða, ið er løgd út sum "Camino til heimsins enda". (myndin sýnir Onnu Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, nevndarlimir í Beranum).

Duration:00:56:29

Ask host to enable sharing for playback control

Færri kilo og størri lívsgleði

8/22/2012
Guðrun vð Rættará á er dagsins tónleikagestur í Stykkjagóðsi. Millum løgini greiðir hon frá yrkinum sum hárfríðkari; hvussu tað var at missa foreldur: um sambandið við systrina; um gastric bypass skurðviðgerðina, umframt tónleikin í sendingini, og annað..

Duration:00:47:20

Ask host to enable sharing for playback control

Javnstøða krevur tilvitan

8/22/2012
Havnakvinnan Laufey Blaasvær hevur sera greiðar meiningar í javnstøðuspurningum. Tá fólkið herfyri skuldi teljast í Manntal, helt hon tað vera nógv fyri, at orðið Fólkatal ikki varð nýtt. Laufey sigur, at hon sum kvinna krevur at kenna seg aftur í tungumálinum, ið er rættiliga maskulint. Tá prátið kemur inn á fyrimyndir, hava Astrid Lindgren og Pippi eitt serliga bjart pláss í hugaheiminum hjá Laufey Blaasvær.

Duration:00:33:09

Ask host to enable sharing for playback control

Minni skipan og størri ego

8/22/2012
Fyrrverandi landsliðsmálmaðurin var í gjárkvøldið í Degi og Viku og vísti á trupulleikan við svørtum peningi í føroyskum fótbólti. Sendingin Stykkjagóðs spyr Jens Martin, hvørjar afturmeldingar eru komnar í dag til hansara ákærur. Eisini tosa vit við Mannin í Topphúgvini um bókina sum heild; hvør munur var á hugburðinum á A-landsliðnum í mansfótbólti fyrr og nú. Og vit spyrja Jens Martin Knudsen, hvat hann metir sum sín besta eginleika. (myndin er tikin av netinum).

Duration:00:07:19

Ask host to enable sharing for playback control

Mítt lív er mín ábyrgd

8/21/2012
Í samrøðuni vísa tær á forðingar og loysnir í samband við persónsmenning. Eisini greiða gera tær frá ymsum, ið vit vanliga ikki eru tilvitaði um. Eisini spyrja vit Tinu og Sigbritt, hvat meiningin er við lívinum, og hví X Factor vinnarar hava trupult við at vinna sær fótafesti í tónleikavinnuni.

Duration:00:29:13

Ask host to enable sharing for playback control

Varpið hevur meiningar

8/20/2012
Anja Jacobsen er drívmegin í hesum nýggja miðli, ið tey ætla skal mennast alsamt. Vit hitta hana á telefontráðnum úr London, har hon tekur eina informasjónsútbúgving. Anja greiðir frá Varpinum, hví Fámará bleiv ein stórur partur av hennara gerandisdegi, og frá útbúgvingini.

Duration:00:32:56

Ask host to enable sharing for playback control

Regin Jóanesarson helt dregginum longst

8/20/2012
Teir ungu menninir megnaðu ikki at vinná á Regini, sum helt varpinum í meira enn 10 sekund longri enn tann næstbesti. Vit tosa við Regin Jóanesarson um hesa kapping og um at nýta rørslu sum sinnisbata.

Duration:00:07:25

Ask host to enable sharing for playback control

Stykkjagóðs 1. august

8/9/2012
Harafturat hava vit verið til filmsinstalatión í Norðurlandahúsinum og so vitja Korsie og Finnur Koba sendingina, nú Korsie og 60ini er um at fara í luftina

Duration:01:59:59