Tilvera-logo

Tilvera

Podcasts

Savnssending Hvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Savnssending Hvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera : Hetta er endin, men fyri meg byrjanin

4/26/2021
Dietrich Bonhoeffer var týskur prestur. Hann var handtikin, tá nazistarnir ráddi fyri borgum. Sagt var, at hann var serstakur fangi hjá Hitler. 9.apríl 1945 varð hann hongdur. - Gestur í útvarpsstovuni er biskupur Hans Jacob Joensen

Duration:00:34:08

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Leygardag hendi onki

4/26/2021
Ymsir siðir eru knýttir at páskunum. Vit mála og rulla páskar egg, og vit siga við børnini, at páskaharan kemur við eggunum. Søgan um páskaharuna er løgin, tí upprunaliga var hon eitt tekin um sterkan kynsligan mátt. Á páskum hava vit vár, smálomb og páskaliljur. Alt er ljóst og gott, men vit halda páskir, tí Jesus doyði og reis upp aftur páskamorgun. Men leygardagin - páskaaftan - hendi onki.

Duration:00:25:41

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Fimta barnasjúkan

4/26/2021
Fimta barnasjúkan ella lúsingasjúkan herjar oyggjarnar í løtuni. Hetta er virussjúka, sum vanliga er vandaleys, men fyri ófødda barnið kann hon vera vandamikil, uttan mun til, um mamman er komin langt ella stutt í barnsburðinum.. Læknarnir siga ymiskt um, hvussu barnakonan eigur at ansa sær, men tað siga Arbeiðseftirlitini í Føroyum og í Danmark ikki. - Oddmar Færø, barnalækni, er í útvarpsstovuni. Armgarð Arge leggur til rættis

Duration:00:26:26

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Føsta

4/26/2021
Í einum mannalívi eru summir dagar øðrvísi enn aðrir, eitt nú føðingardagur, dópsdagur og brúdleypsdagur. Vit hátíðarhalda, tá vit fáa prógv ella hava arbeitt eitt ávíst áramál á einum arbeiðsplássi. Vit hava ymiskar halgisiðir í trúarlívinum, halda jól, páskir, og hvítusunnu. Og soleiðis dettur dagur ikki bert av degi. Men veitsludagarnir løða okkum aftur og vísa okkum allar litirnar í gerandisdegnum, sum vit kanska ikki eru var við. Føstan er skiftið til páskirnar, tá deyðin doyr, og lívið livir, og alt er gróður, grønt og gult - lívið hevur sigrað.

Duration:00:25:19

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Apopleksi

4/26/2021
Í dag er altjóðadagur fyri apopleksi. Apopleksi er heilabløðing ella slag, sum rakar nógv fólk hvørt ár. Fleiri halda, at tað bert eru gomul, sum fáa heilabløðing, men so er ikki. Ung fáa eisini heilabløðing, og sagt verður, at tað stendst av tíðini, vit liva í. Hetta er sokallað vælferðasjúkur. - Gestur í útvarpsstovuni er Jógvan Sofus Vágsheyg, sum í 1998 fekk apopleksi. Armgarð Arge leggur sendingina til rættis.

Duration:00:29:34

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Kann sama kelda geva søtt og beiskt vatn

4/26/2021
Jørgen Molin hevur í mong ár arbeitt í stórari teldufyritøku. Hann fegnast sum alt tað tøknifrøðiliga, men sigur seg ræðast fleiri av telduprogrammunum, sum gera tað møguligt at kontrollera fólk alt ov mikið. Hann og konan Ellen gera vart við hetta í skrift og talu. Eisini hava tey latið upp teirra heim fyri fólkið, sum eru illa stødd av øllum tí alternativa, sum New Age býður fólki.

Duration:00:27:19

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Smá vaksin børn

4/26/2021
Tað hevur altíð verið sagt, at skatturin er nógvur, endatíðin nær og børnini akta ikki foreldrini. Ymiskt er. hvønn leiklut børnini hava havt gjøgnum tíðirnar - frá at vera hildin sum trælir til at vera borin á lógvum. Í dag vilja vit hava skilagóð børn, sum skilja, hví foreldur arbeiða so nógv. Ongantíð áður hava børn í Skandinavia verið so væl ílatin, fingið so góðan mat og so nógvar vitaminir og fingið so nógv undirhald. Granskarar siga, at so lítil javnvág er í, at børn í dag eru smá, vaksin børn, og vit hava tikið barndómin frá teimum.

Duration:00:24:52

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Lívsins byggisteinar

4/26/2021
Gen-vísindin hevur rættiliga tikið dik á seg. Øll hava vit ymisk gen, men enn vita vit ikki, hvørji, og hvar tey eru. - Læknaheimurin sigur okkum frá, at nú fer skjótt at bera til at staðfesta genkortini hjá hvørjum einstøkum. - Ein verkætlan fer skjótt í gongd í Føroyum, sum skal kanna sukursjúk fólk og vónandi finna útav, hvat er hent við genunum. - Gestur í útvarpsstovuni er næstformaðurin í Vísindasiðseminevnd Føroya, Richard Schwartson. Armgarð Arge leggur til rættis

Duration:00:32:29

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Lívsins byggisteinar

4/26/2021
Genvísindin og tøknifrøðin mennast við stórari ferð. Heilivágfyritøkur eru sera hugaðar fyri at staðfesta genið fyri ymiskum sjúkum til tess at kunna bøta um heilivágin. Í grannalondunum er hetta ein vinna, sum kastar nógvar pengar av sær. Ynskiligt hevði verið, at vit skrásettu allar føroyingar aftur gjøgnum tíðina, fingu eitt fullfíggjað ættartræ, og soleiðis fylgdu ymiskum sjúkum aftureftir og sóu, hvar tær byrjaðu. Var starvsstovan og fólkið við útbúgvingini her, kundu vit funnið genið fyri ávísari sjúku og selt eini heilivágsfyritøku upplýsingarnar.

Duration:00:29:57

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Telduspøl

4/26/2021
Tað verður ofta sagt, at barndómurin er stuttur í dag, og at børn spæla so lítið við leikur. Men tey, sum granska leikur, siga, at børn ongantíð hava spælt so nógv, sum tey gera í dag. - Foreldur vilja hava børnini at spæla og keypa fegin ymiskar leikur. Samstundis harmast nógv foreldur um, at børnini heldur leita til telduna við teimum tølandi telduspølunum. - Hetta er onki at harmast ella óttast, siga hesir granskarir. Tí børn kenna markið millum veruleika og fantasi. Tey vita, at hetta eru gjørd spøl. - Samfelagið er í dag rættiliga aldursbýtt, men hetta hvørvur við telduni.

Duration:00:25:13

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Incest

4/26/2021
Vanligt er tá eitt barn verður føtt, at so vil man gera alt fyri tað, ansa tí og verja tað. Men so er ikki altíð. Við hvørt so gera vaksin seg kynsliga inn á barnið. Og ofta eru tað pápar ella fosturpápar. Í útvarpsstovuni í dag eru trý fólk, 2 kvinnur og ein maður. Tey eru ymsastaðni frá í landinum. Felags fyri tey er, at tá tey vóru um fimm ára aldur, so vóru tey kynsliga misnýtt. Henda misnýtsla vardi til tey vóru um trettan ára aldur.

Duration:00:44:19

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Hvat merkir fiskurin?

4/26/2021
Fiskurin er eitt av teimum elstu kristnu teknunum, sum eru. Fram til fjórðu øld var hann sera væl umtóktur og nógv brúktur, men so gjørdist krossurin alt meira dominerandi. - Fyrst í kristnu søguni vórðu tey kristnu forfylgd og tordu illa at geva seg til kennar. Tá tey vildu siga øðrum, at tey vóru kristin, teknaðu tey ein fisk. Sostatt merkir fiskurin: Eg eri kristin! Armgarð Arge leggur til rættis.

Duration:00:27:51

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Umsíðir lærdi eg at liva lívið rætt

4/26/2021
Gestur í útvarpsstovuni er kvinna, búsitandi í Føroyum. Mamma hennara kom úr fremmandum landi, og hon kendi ikki sín veruliga pápa. - Barnaárini vóru strævin. Hvørja ferð pápin var harðligur við mammuna, legði mamman á gentuna. - Árini gingu og gentan visti als ikki, hvussu ein vanligur gerandisdagur var fyri fólk flest. - Hon kom út í ógvusligt misbrúk, hóast hon nú var gift og hevði fingið fleiri børn. Men gjøgnum nógv ár, fekk hon umsíðir hjálp og frið.

Duration:00:31:26

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Á barnaheimi í Katmandu

4/26/2021
21 ára gamla Hanna Fonsdal hevur í eina tíð arbeitt á barnaheimi í Katmandu í Nepal. - Barnaheimið verður fíggjað av donskum sponsorum. Á heiminum búgva børn frá 5 til 15 ár. Hetta eru børn frá sera fátøkum korum. Tá ið tey verða um 12 ára gomul, vilja foreldrini fegin hava tey heimaftur. Tá kunnu tey arbeiða og vera við at bøta um korini í heiminum.

Duration:00:29:34

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Anorexia

4/26/2021
Anorexia ella matstikni er ein álvarsamur trupulleiki. Alt fleiri og fleiri gentur fáa hesa herviligu sjúku, og ilt er at finna røttu viðgerðina. Gestur í sendingini er ein 28 ára gomul kvinna, sum gjørdist sjúk 13 ára gomul. Hon sigur frá hesi longu og strævnu gongd, til hon umsíðir vann heilsubót.

Duration:00:37:39

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Bulimi

4/26/2021
Bulimi ella etingarólag er at eta og síðani spýggja alt uppaftur. Gestur í kvøld er kroppsterapeuturinr Christina Petersen, sum í fleiri ár hevur havt bulimi. Í dag hjálpir hon fólkum, sum líða av etingarólag ella matstikni. - Sagt verður, at etingarólag tekur seg upp, tí okkurt ikki ruggar rætt hjá fólkunum. Hetta er eitt neyðarróp. At ein genta broytir matmynstur hevur onki við matin sjálvan at gera, men hon ger umheimin varugan við, at hon hevur tað ikki gott.

Duration:00:29:18

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Einaferð skilja vit til fulnar

4/26/2021
Fyri nøkrum árum síðani kom ein systir at koyra á barnið hjá systir síni, sum doyði. Ilt er at ímynda sær hesa støðuna. Hesar báðar systrar eru gestir í útvapsstovuni og tær siga frá, hvussu til ber at liva víðari í tí vissu, at einaferð skal man aftur síggjast og tá skilja alt.

Duration:00:34:44

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Vit hava øll ábyrgd

4/26/2021
Sendingin hesaferð snýr seg um vistfrøði. Gestur í útvarpsstovuni er vestmenningurin Finnbogi Joensen, sum hevur stóran áhuga fyri vistfrøðini og náttúruni. Hann heldur, at vit hava felags ábyrgd av klótuni og hugsast má um, at hon verður latin komandi ættarliði.

Duration:00:30:03

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Soleiðis skuldi tað nú vera

4/26/2021
Tá vanlukkur henda, siga vit ofta, at hatta var Guðs vilji ella, at fólkini sum doyðu, vóru spard fyri okkurt verri. Tað er oftast tá nakað syrgiligt hendir, at vit geva Guði skyldina, men vit hava øll ein frían vilja, og vit gera sjálvi av, um vit t.d. roykja okkum til krabbamein ella ikki. Í jarðarlívinum henda ólukkur av ymiskum umstøðum og av okkara ávum. Guð sendir ikki nakað ónt. Frá Honum kemur bert gott. Men Hann er hjá menniskjanum í meiningsloysinum. Í útvarpsstovuni eru presturin Marjun Bæk og Janus Guttesen. Hann og foreldrini vóru árend av bili.

Duration:00:38:57

Ask host to enable sharing for playback control

Tilvera: Ótti

4/26/2021
Marit Poulsdóttir av Tvøroyri misti pápa sín brádliga, tá hon var 9 ára gomul. Hetta var ein stór sorg fyri hana, men tá varð ikki hugsað so nógv um børn, sum syrgdu. Øðrvísi er í dag. Nú skal sorgin gjøgnumlivast, so hon ikki dagar undan aftur. Hjá Marit kom sorgin framaftur, og sum hon vaks, gjørdist hon alsamt meiri bangin. Sálarfrøðingurin Ásvør Skaalum er eisini í útvarpsstovuni. Armgarð Arge leggur til rættis.

Duration:00:37:15