Við Tórði á túri-logo

Við Tórði á túri

Podcasts

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri í Húsavík - seinni partur

5/6/2024
Tey, sum eru við í hesum seinna partinum av túrinum í Húsavík, eru: Eyðstein Ólason, Mary-Ann Anthoniussen, Basa Hansen, Tórun Magnussen og Kristina á Reynatúgvu.

Duration:00:51:39

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri í Húsavík - fyrri partur

4/29/2024
Tey, sum eru við í hesum fyrra partinum av túrinum í Húsavík, eru Eyðstein Ólason, Kristrunn Petersen, Max Petersen, David Wilhelmson, Tummas Pauli Olsen, Miriam Fossdalsá, Kári Sørensen

Duration:00:51:28

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri á Sevmýri á Tvøroyri

4/15/2024
Tey, sum eru við á túrinum á Sevmýri, eru: Mortan Vang, Oddbjørg Øster, Anton Øster, Kriss Jan Michelsen, Andrea Sørensen, Páll Sørensen, Julia Sørensen, Petur Hammer, Jóan Pauli og Ása Ludvig.

Duration:00:51:52

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri við Petur Jacobi Sigvardsen

3/25/2024
91 ára gamli Petur Jacob Sigvardsen hevur í sínum mongu bókum væl og virðiliga lýst heimbygdina Gjógv og lívið har. Høvuðsverkið hjá honum eru tær fimm bøkurnar "Torvið í Føroyum". Við tilsamans 2.000 blaðsíðum lýsir hann torvmentanina í Føroyum.

Duration:00:50:10

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri við demenskórinum Sangfuglum

3/18/2024
Vit eru við kórinum Sangfuglum, sum er stovnað fyri minnisveik fólk, á Sandi, har tey syngja fyri teimum eldru í Tilhaldinum. Í kórinum eru eisini nøkur avvarðandi og nøkur starvsfólk á stovnum hjá Almannaverkinum, har tey minnisveiku búgva ella eru í dagtilhaldi. Demenskórið Sangfuglar hevur nú seks ár á baki. Tey venja einaferð um mánaðin í Vesturkirkjuni og eru úti og syngja fyri fólki einar 12 ferðir um árið. Tey hava m.a. sungið á flestu røktarheimum og eldrasambýlum.

Duration:00:51:56

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri á kvinnudegnum

3/11/2024
Stóra kvinnutiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sjálvan kvinnudagin var aftur í ár og har umrøddu kvinnur við ymsum sjónarmiðum aktuell evni. Onnur evni í hesum túrinum eru spennandi framsýninguará Tjóðsavninum í Hoyvík, stórt tiltak í Havnar kirkju við evninum "Kirkjan og kvinnurnar" og samrøða um seinastu gandakellingina í Føroyum,

Duration:00:51:55

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri á Breiðabliki í Havn

3/4/2024
Tey, sum vit hoyra á túrinum á Breiðabliki, eru: Hjørdis Jentoftsdóttir Thomsen, Thomas B. Thomsen, Frida Kunoy, Liss Jacobsen, Jonna á Sondum Eystbú, Bergur Godtfred, Anna Eystberg Hofgaard, Emil Nielsen, Steffan Kunoy og Anna Eiriksdóttir

Duration:00:51:46

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á torratúri í Klaksvík

2/26/2024
Tey, sum tosað verður við á hesum túri, eru: Jógvan Olsen, Anita Joensen, Kári Lamhauge, Linda Frederiksberg, Andras S. Jacobsen, Dávur Winther, Jóhann Lützen, Elin Winther Poulsen, Jóan Petur Klein, Mamy Dahl Sørensen, Alexandur Joensen, Jóhan Páll Joensen, Rógvi Joensen, Sigrun Jónsveinsdóttir, Døgg Robertson, Luna Klein Joensen, Jákup Anthoniussen, Leon Sólheyg, Gunnar Nolsøe, Gutti Winther

Duration:00:51:56

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri á Gamla Hospital

2/19/2024
Tey, sum eru við í sendingini, eru: Vanja Petersen, Bárður í Baianstovu, Eyðun á Borg, Ida Hentze, Julian Martin Juul og Pál Weihe.

Duration:00:51:54

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri á Mini Teen Street á Kambsdali

2/12/2024
Tey, sum tosað verður við á hesum túrinum, eru: Benjamin Djurhuus, Fía í Skorini, Randi Hansen, Durita Jacobsen, Tom Jacobsen, Margreth Djurhuus, Pól Andrias Larsen, Kristina av Teiginum, Remi Didriksen, Andrias Magnussen, Jóhanna Lützen, Hans Jákup Glerfoss, Hildur Skoubo Jacobsen, Hansa Frederiksberg, Joan Dam Jacobsen, Dánjal av Rana, Elin Neshamar og Símun Jóannesarson Hansen.

Duration:00:51:41

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri á Garði í Keypmannahavn

2/5/2024
Tey, sum tosað verður við á Garði, eru Eva Margit Wang Atladóttir, Andrias Nolsøe Jacobsen og Bjørt Teitsdóttir, sum eru lesandi, og Jógvan D. Hansen, Theodor Eli Dam Olsen og Troels Peter Roland, sum fyrr hava búð á Garði

Duration:00:51:37

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri í egningarskúrunum á Stongunum í Klaksvík

1/29/2024
Hóast vit um dagarnar hava hoyrt fiskifrøðngar boðað frá, at støðan hjá toskastovninum undir Føroyum er alarmerandi, fáa útróðrarbátarnir í Klaksvík nógvan fisk tá teir eru sleppa út fyri veður. Teir hava eisini fingið nógvan og góðan tosk. Sagt verður at úrslitið av yvirlitstrolingini hjá Havstovuni hevur víst, at gýtingarstovnurin av toski er ein triðing av tí sum lágmarkið er fyri gýtingarstovnin. Og altjóða havrannsóknarstovan ICES heldur, at út frá hesum tølum áttu Føroyar at steðgað við toskafiskiskapi á landgrunninum í ár og næsta ár.

Duration:00:51:54

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri í Tilhaldinum millum Bóla í Kollafirði

1/22/2024
Elvira Joensen er úr Leynum og hevur búð í Kollafirði síðani 1959. Hon situr í stovuni í Tilhaldinum millum Bóla og stoppar okkurt klæði. "Man treingir til at koma millum fólk viðhvørt", sigur Elvira, sum er ógviliga glað fyri Tilhaldið.

Duration:00:51:23

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á jólatúri

12/18/2023
Aftur í ár selur Kiwanis í Havn jólatrø aftanfyri Sjónleikarhúsið. Teir vænta at selja eini 800 trø í ár, og ágóðin fer til Jólahjálpina hjá Barnabata, sigur Petur Jakobsen frá Kiwanis. Tey flestu keypa jólatræ frá Kiwanis fyri at stuðla, sigur hann. Arnleyg Sørensen hevði lætt við at finna eitt jólatræ. Hon sigur, at familjan fer til Vestmannar at halda jól, men kortini vilja tey hava eitt jólatræ í heiminum.

Duration:00:51:51

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri um Skopunarfjørð

12/11/2023
Við eitt borð uppi í sanongini á Teistanum á veg til Skopunar situr argjamaðurin Suni Jacobsen, sum arbeiðir hjá J&K Petersen og ger eina útstykking á Sandi. Hann hevur nógv minnir frá farleiðini um Skopunarfjørð, tí pápin Meinhard sigldi her í mong ár. Við sama borð situr Martin Olsen úr Havn, sum hevur siglt dagliga við Teistanum síðani skipið kom, tí hann hevur arbeitt á Sandoy Seafood í Skopun í 25 ár. Martin sigur, at tunnilin fer at gera tað tryggari hjá flakavirkinum, bæði at keypa fisk og at avskipa.

Duration:00:50:19

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri - fransiskanarsystrarnar fara

12/4/2023
Tað er ein lítil øld síðani tær fyrstu fransiskanarsystrarnar komu til Føroya. Og um fáar mánaðir er virksemið hjá teimum her søga. Í juni fara tær av landinum, tí tær eru blivnar ov fáar og ongar ungar koma hendavegin. -Torføru viðurskiftini viðvíkjandi innferðarloyvi og arbeiðsloyvi hava eisini gjørt sítt til støðuna, staðfestir Marisa Spiteri Cremona, fransiskanarsystir. Hon greiðir frá torføru støðuni hjá yngstu nunnuni, Rossppin Croos úr Sri Lanka, sum kom til Føroya í fjør, men enn ikki hevur fingið arbeiðsloyvi.

Duration:00:46:55

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri Millum Gilja í Hoyvík

11/27/2023
Býlingurin Millum Gilja í Hoyvík, sum varð útstykkjaður seinnapartin í áttatiárunum, var fyrsti býlingur við bæði randarhúsum og sethúsum. Her eru 75 støk sethús og 56 randarhús, har fólk yvirtóku brandveggir og rond og sjálvi kundu byggja og innrætta seg. Í dag búgva umleið 600 fólk Millum Gilja. -Kombinatiónin millum randarhús og støk sethús er sera góð og húsini líva væl fyri hvørjum øðrum. Hetta er væl hugsað, sigur Kristian Martin Joensen, formaður í Eigarafelagnum Millum Gilja.

Duration:00:51:55

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri í Hvannhaga

11/20/2023
Tað er upp aftur meira spennandi at ganga ein túr í Hvannhaga í Suðuroynni, eftir at menn úr Himalayafjøllunum hava gjørt eina vakra sherpatrappu úr gróti niður í Hvannhaga. Hon er náttúrlig í vakra umhvørvinum í Hvannhaga. Saman við okkum í Hvannhaga eru feðgarnir Eyðun og Magni Petersen og teir eru væl nøgdir við gróttrappuna. Magni hevur frá óvitaárum havt stóran áhuga fyri seyðahaldinum og øllum í Hvannhaga, og tað hevur sonurin Eyðun eisini. Bæði Eyðun og Magni hava á hvørjum ári veðr gangandi í fitilendi her.

Duration:00:49:51

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri við Gongufelagnum í Havn

11/13/2023
Sagt verður, at Gongufelagið í Havn er fyrsta skipaða gongufelag í landinum. Hesi 30 árini felagið hevur verið til hevur tað skipað fyri omanfyri 1200 túrum. 30 ára dagurin varð hildin í Risastovu í Glyvurshaganum og nógv fólk vóru við og nógv varð gjørt burtur úr. Limir úr GHM spældu og Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heini Nygaard frá Gongufelagnum hildu røðu. Bette Johansen, ið kom við hugskotinum um Gongufelagið fyri 30 árum síðani og framvegis er ein eldsál í felagnum, ímóti gávu frá Tórshavnar Kommunu vegna felagið, umframt at hon sjálv eisini varð heiðrað.

Duration:00:48:18

Ask host to enable sharing for playback control

Við Tórði á túri i Aalborg - seinni partur

11/6/2023
Brynjálvur Sigurðsson, formaður í Føroyingafelagnum Álaborg, og Gurið Djurhuus, nevndarlimur, greiða frá umfatandi virkseminum hjá felagnum. Tey siga, at felagið Álaborg man vera tað virknasta føroyingafelagið í Danmark. Aalborg er blivin alt meira ein lestrarbýur. Nógvar lestraíbúðir eru í gerð, og nógvir ungir føroyingar eru nýliga komnir til Aalborg. Tvørámaðurin Eyðstein Borgardal, sum gongur í kokkaskúla í Aalborg, heldur, at miðbýurin í Aalborg kundi verið meira spennandi. Hann er tó glaður fyri at vera niðri við Limfjørðin og trívist í býnum.

Duration:00:51:57