Ítrottartíðindi-logo

Ítrottartíðindi

Podcasts

Sendingin byrjar aftur í heyst, tá landskappingin 2014 í fótbólti er liðug. Í sendingini verður tikið saman um ítróttin um vikuskiftið, har vit gera úrslit og støður í ymsum kappingum upp. Slag av sending: Ítróttartíðindi Málbólkur: Ítróttaráhugað...

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Genres:

Podcasts

Description:

Sendingin byrjar aftur í heyst, tá landskappingin 2014 í fótbólti er liðug. Í sendingini verður tikið saman um ítróttin um vikuskiftið, har vit gera úrslit og støður í ymsum kappingum upp. Slag av sending: Ítróttartíðindi Málbólkur: Ítróttaráhugað Sendilongd: 20 minuttir Vertir: Heðin Arge, Símun Christian Olsen og Heidi Lava Elgeirsdóttir

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini

4/17/2016
At Føroyar ikki hevur egnan limaskap í OL, hevur avleiðingar. Um so var, hevði svimjarin, Óli Mortensen, eisini havt ognað sær luttøku í OL í 400 metra frísvimjing. Umframt svimjing, verður tikið samanum fótbóltin um vikuskiftið.

Duration:00:13:06

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini

4/3/2016
Kyndilskvinnur eru í FM-finaluni, meðan kyndilsmenn enn stríðast um annað finaluplássið. Teir vunnu í dag á oddaliðnum H71. HB varðveitir oddasessin í EFFO-deildini eftir tepran útivallasigur á TB í dag. Fleiri nýggir føroyameistarar vórðu funnir á stóra finaludegnum, sum var í gjár, í badminton, borðtennis og judo. Nýggj dopingreglugerð er sett í gildið í Føroyum. Revsingin at verða tikin fyri doping er tvífaldað. Hon er farin úr tveimum árum upp í fýra ár.

Duration:00:19:11

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 13. mars 2016

3/13/2016
U19 kvinnurnar í hondbólti hava vunnið kappingina Challenge Trophy í Georgia. Hoyr samrøðu við venjaran og spælara. Øll liðini í Effodeildini hava fingið stig, nú annað umfar er avgreitt, men onki lið hevur fulla úrtøku. Fyrsta svimjikapping á langgeil er farin um bak. Hoyr venjaran hjá SuSwim, Jón Bjarnason, taka samanum. Mansliðið hjá ÍF Føroyum í hondbólti er á uppflytingarkós. Djóni Højgaard, formaður í felagnum greiðir frá.

Duration:00:18:18

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 6. mars 2016

3/6/2016

Duration:00:16:41

Ask host to enable sharing for playback control

Tórur Mortensen DM-gull í trístøkk

2/29/2016
Tórur Mortensen er fyrsti føroyingur, sum hevur vunnið DM-gull hjá teimum vaksnu. Lopið hjá Tóri var 14,39 metrar. Hann var 1,5 metrar frammanfyri nummar tvey. 17 ára gamli Tórur Mortensen verður mettur sum stórtalent. Hann venur við Hvirluni í Havn, men umboðar Aarhus 1900, tá kappingar eru í Danmark.

Duration:00:00:55

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 28. februar 2016

2/29/2016
Bæði HM gull og DM gull eru í ítróttartíðindunum hesaferð. Eisini er hondbóltur, flogbóltur, fótbóltur og annar ítróttur á skránni.

Duration:00:16:26

Ask host to enable sharing for playback control

Andras Joensen: Hetta er líka gott aftur í ár

2/7/2016
Andras Joensen er sum vera man fegin um sigurin á STÍF, sum tryggjaði eitt finalupláss aftur í ár. Neistin vann stórsigur 27-19 á STÍF, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at Neistin rann frá STÍF. Hálvleiksstøðan var 10-12 til Neistan, men í seinna hálvleiki kom verulig gongd á álopsspælið hjá Neistanum, sum skoraði meðan STÍF misnýtti sínar møguleikar. Neistin royndi seg við einum eyka útispælara, tá Terji Mørk spældi í málsmansblusu. Hetta riggaði sera væl eina løtu, sum gav Neistanum eina oddaleiðslu. Vit fingu eitt heilt stutt prát við Andras Joensen, sum er ein av berandu orkuni hjá Neistamonnum. Hann var sera eyðsýndur í finaluni í fjør, tá Neistin tapti fyri VÍF. Hoyr Andras Joensen greiða frá hví, at munurin var so stórur í dag í mun til fyru hálvinaluna hóskvøldið.

Duration:00:01:22

Ask host to enable sharing for playback control

Pole Hansen: Hetta er ein skandala

2/7/2016
STÍF tapti seinnu hálvfinaluna 27-19 og fekk í veruleikanum ein avsmurning í seinna hálvleiki móti Neistanum. Finaludreymurin er brostin á Skála, tí hetta var møguleikin hjá STÍF at bjarga kappingarárinum 2015-16. Í landskappingini hevur ikki gingið væl, STÍF hevur 13 stig og møguleikin fyri einum FM finaluplássi er sera órealistiskur. Hóskvøldið sá tó gott út, tí STÍF vann við fýra málum á Neistamonnum í fyrru hálvfinaluni. Men Pole Hansen, venjari, var bangin fyri at teir høvdu vunnið sær sætið í finaluni áðrenn seinna hálvfinalan var spæld. Og tað var júst tað sum hendi, hóast hann hevði brúkt orku uppá at seta leikararnar rætt upp til dystin. Pole Hansen kallar hálvfinalutapið eina skandalu. Kvinnurnar taptu eisini Finalan verður av ongum fyri STÌF í ár, tí í gjár tapti kvinnuliðið fyri VÌF. STÌF tapti 23-21, og fyrra dystin tapti STÌF tepurt, 20-19. Men leingi sá gott út hjá STÌF, sum var á odda heilt til seinni hálvleikur var hálvliðin.

Duration:00:01:05

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindi 7. februar 2016

2/7/2016
Tað er nú greitt at tað vera Neistin og H71, sum spæla steypafinaluna hjá monnum í hondbólti. Og í kvinnufinaluni bresta Neistin og VÌF saman. Tá ítróttartíðidini vóru í luftini í dag, var enn ikki avgjørt um tað varð H71 ella KÍF sum skuldi møta Neistanum leygardagin. Torbjørn Mikkelsen fylgdi dystinum meðan sendingin var. Í báðum mansfinalunum eru tað tey liðini sum taptu fyrra dystin, sum siðani vunnu seinnu finaluna og plássið í finaluni. Hjá kvinnum var nakað øðrvísi, Neistin vann fyrra dystin, tapti seinna dystin fyri Kyndli, men málmunurin var við Neistakvinnunum. VÍF vann báðar hálvfinalurnar á STÌF, men fyrri dysturin var tepur, og í gjár sá leingi út at STÌF hevði annað beinið í finaluni. Marianna H. Jacobsen er til reiðar at møta Neistanum, og trýr uppá ein sigur til VÍF. Men tað ger Marjun F. Damberg eisini, sum saman við Neistanum hevur nógv fleiri royndir við eini steypafinalu. Hoyr samrøður við tær báðar, Andras Joensen hjá Neistanum og Pola Hansen, venjara hjá STÍF, sum kallar tapið eina skandalu. 15 nýggj innandurða met eru sett í Íslandi, tað eru okkara dugnaligu íðkarar í frælsum ítrótti, sum veruliga hava víst sínar dygdir. Serliga má man siga at Tórur Mortesen er í serflokki. Hann hevur tikið trístøkk lopið hjá Øssur Debess Eiriksfoss frá Bermuda og er í løtuni nummar eitt á styrkislistanum í Danmark. Á heimasíðuni fif.fo ber til at síggja lopið hjá honum og eisini kann lesast um øll hinu flottu metini. Hoyr ítróttartíðidini, sum í dag vórðu merkt av hondbóltsspenningi.

Duration:00:31:47

Ask host to enable sharing for playback control

Sverri er danmarkarmeistari

1/30/2016
Føroyskir rógvarar vunnu tvey gullheiðursmerkir og eitt silvurheiðursmerki í dag í DM í inniróðri. Jógvan Sofus Vilhelmsen gjørdist danmarkarmeistari í bólkinum 30-39 ár í tungvekt. Tíðin var 6.24.3. Brandur Kølbro vann silvur í bólkinum dreingir 15 ár. Tíðin var 7.09.08. Sverri Sandberg Nielsen gjørdist danmarkarmeistari í opna bólkinum í tungvekt við tíðini 5.51.6, sum er nýtt danskt met. Tað hevur gingið væl hjá unga miðvinginum seinasta árið, men hóast tað, er enn ógreitt, um hann sleppur við til OL í Rio í summar. Hoyr Sverra greiða frá hví.

Duration:00:02:25

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindi 13. desember 2015

12/13/2015

Duration:00:15:46

Ask host to enable sharing for playback control

Ein føroyingur kann verða heimsmeistari í talvi

11/22/2015
Seinasta umfari í EM-kappingini í talvi í dag millum Føroyar og Eysturríki endaði 2½-1½ til Eysturríki. John Rødgård tapti á 1. borði, hinir tríggir - brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen - telvaðu javnt. Føroyar fingu í gjár eitt sera gott úrslit móti Danmark. Støðan gjørdist 2-2 tá allir leikirnir vóru telvaðir. Úrslitið var heilt óvæntað, tí við trimum stórmeistarum var Danmark stórfavorittur at vinna. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði á stórmeistaranum Sune Berg Hansen, sum er sjeyfaldur danmarkarmeistari. Rógvi Egilstoft Nielsen vann eisini sítt talv á 4. borði. John Rødgård og Høgni Egilstoft Nielsen Vit eru ikki langt frá einum normi, men fyri at náa hægri tindum, so verða vit noydd at fáa kappingar til føroyar og seta ein venjara. Støðan er ikki best hóskandi í løtuni, men nógv ung talent eru á veg fram. Soleiðis sigur forsetin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang. Eingin trúði uppá ein norskan heimsmeistara fyri 20 árum síðani, tá Russland var einaráðandi í talvi. So hví kunnu vit ikki fáa ein føroyskan heimsmeistara um 10-15 ár. Soleiðis sigur Finnbjørn Vang at enda beinleiðis úr Íslandi.

Duration:00:05:38

Ask host to enable sharing for playback control

Framvegis kreppa í VB

11/22/2015
Einki er hent síðani síðsta sunnudag, vit hava bert verið tríggjar og fimml leikarar til venjing í Vági. Soleiðis sigur Gurið K. Mortensen sum framvegis kallar støðuna hjá VB eina kreppu. Men hon ásannar at støðan er hvat hon er, og at tær sjálvar bert mugu fáa sum best burturúr. Ivana Jakelja, sum sambært Gurið, ikki var nóg góð fyri VB, fer av landinum í morgin. Gurið K. Mortensen sigur at tær útlendsku leikararnir ikki funnu væl útav tí saman, og tað sást í dag, tá bert Danijela Mistric spældi at tað gekk væl hjá henni. Danijela Mistric virkaði glað í dag, og um hon heldur fram soleiðis, so sær tað gott út, sigur Gurið Mortensen at enda um kreppuna í VB. Glaðar um eitt tap At tapa við trimum málum fyri Neistanum er góðkent sigur Gurið K. Mortensen. Og við hesum úrslitinum eigur tað at verða møguligt at vinna á STÌF, sum er næsta mótstøðan hjá VB, heldur Gurið K. Mortensen. Marjun skilir ikki kreppuna hjá VB Tær kempa væl og eru eitt gott lið, so eg skilji ikki hvat tey meina við í VB. Soleiðis sigur Marjun F. Danberg úr Neistanum. Men tey mugu gera hvat teimum lystir, men eg veit ikki hvat tey tosa um. Neistin enn oddalið Neistin varðveitir oddastøðuna í Hvonn deildini. Men tey sum hildu at tunga støðan hjá VB fór at verða atvoldin til ein einfaldan sigur fyri Neistan, fóru skeivt. Neistin vann bert við trimum málum, 21-18. Og í hálvleikinum var bert eitt mál á muni, 10-9 til Neistan. Síðstu 5 minuttirnar av dystinum, kom VB veruliga fyri seg. VB skeyt 5 mál hesa lítlu løtuna meðan Neistin bert fekk eitt mál. Toppskjútti hjá Neistanum gjørdist Eir Berg við seks málum, og Danijela Mistric skeyt 7 mál fyri VB.

Duration:00:06:14

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindi 22. november

11/22/2015
H71, VÍF og KÍF vunnu sínar dystir, og tískil er einki broytt í oddinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Neistin vann tepurt á VB og Marjun F. Danberg skilir ikki at VB kallar sína støðu, eina kreppu. Gurið K. Mortensen fegnast um at VB bert tapti við trimum málum, men heldur framvegis at VB er í kreppu. Talvlandsliðið gjørdi bart í móti Danmark. Forsetin í talvasambandi føroya greinar føroysku talvstøðuna, og heldur ikki at tað er undarligt um vit fáa ein heimsmeistara innan næstu 10-15 árini. Hoyr sendingina við hondbóltsúrslitum, flogbóltsúrslitum, úrslitinum frá vetrarkappingini undir kerjum, støðan í kurvabóltslandskappingini og um heiðursmerkini hjá badmintonleikarunum til kapping í Danmark.

Duration:00:26:23

Ask host to enable sharing for playback control

David A. Galán er heimsmeistari í kropsmenning

11/15/2015
Føroyski David Arge Galán vann um vikuskiftið eina altjóða kapping, tá vektlyftarar úr øllum heiminum kappaðust í 12 ymiskum kappingargreinum í New Jersey. Tá avtornaði vann David Arge Galán í kappingargreinini Mens Physique hjá World Natural Bodybuilding Federation, sum á hvørjum ári fyriskipar kappingina. World Natural Bodybuilding Federation er felagsskapurin hjá vektlyftarum, ið røkka sínum málum uttan at brúka ólóglig, stimbrandi evni. Fleiri føroyingar høvdu verið væl egnaðir David Arge Galan sigur at hetta er eitt ítriv hjá honum, men vónar at fleiri føroyingar koma at íðka hesa ítróttina. Hann heldur at fleiri føroyingar hava tað sum skal til, og ynskir at fleiri halda seg til. Jórun Mørkøre Larsen tók eisini lut í kappingini. Hjá henni var tað tó ikki nóg mikið til eitt heiðursmerki í hesum umfarinum. Hoyr hvat David Arge Galán heldur um hendan heiðurin.

Duration:00:04:46

Ask host to enable sharing for playback control

Kreppa í VB

11/15/2015
Tá útlendsku leikararnir ikki styrkja liðið, men bert breiðka hópin, so er ikki skilagott at brúka pening uppá útlendskar leikarar. Gurið K. Mortensen harmast, men ásannar at støðan í VB ikki er góð. Vit eru fáar til venjing, útlendingarnir spæla ikki væl, og hetta kappingárið er longu farið fyri VB. VB tapti í dag 26-17 fyri Kyndli, og sambært Onnu Brimnes í Kyndli, so var tað ikki trupult at skora hjá móti VB verjuni í dag. Óvist um VB sendir útlendingar heim Eg veit ikki um tær spæla næsta dystin fyri VB, men tær eru bara ikki góðar nokk, segði Gurið K. Mortensen í ítróttartíðindunum í kvøld. VB hevur ein útlendskan málverja, sum ofta roynist væl. Síðani er talan um tveir útispælarar, bert onnur av teimum var við í dag, tí hin hevði leikbann. Danijela Mistric sum er komin at styrkja VB liðið, skoraði bert eitt mál í dag. Trupult at venja VB Gurið K. Mortensen væntar ikki at venjarin hjá VB, Jasna Petricevic verður uppsagdur. Hann hevur tað ikki lætt, tí fáar møta til venjing og moralurin er ikki góður á liðnum, tá man áhaldandi tapur. Hoyr samrøðuna við Gurið K. Mortensen omanfyri

Duration:00:02:47

Ask host to enable sharing for playback control

Ítróttartíðindini 15 november

11/15/2015
David Arge Galán er heimsmeistari í kropsmenning. Hann vann í gjár kappingina, Men´s Physique Pro devision, sum var hildin í Atlantic City í USA. Aftaná kappingina fekk hann at vita at hann vann sannførandi á hinum. Hoyr hvat David Arge Galán sigur um heiðurin og hvat ítróttin krevur. Gurið K. Mortensen ásannar at útlendsku leikararnir, sum VB hevur í ár, ikki er ein styrkur fyri liðið. VB hevur bert tvey stig og Gurið K. Mortensen er ikki bangan at kalla støðuna hjá VB fyri eina kreppu. Hon veit ikki um útlendsku leikararnir verða aftur at síggja á vøllinum í ár, men heldur ikki at tað er neyðugt at brúka pening uppá leikarar, ið ikki styrkja liðið. Kyndil er fyribils oddalið í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Kyndil vann 26-17 á VB í dag. Tær hava spælt tveir dystir meira enn Neistin, men óansæð tað, so er eitt annað pláss nøktandi fyri Kyndil at røkka FM finalunum. Hoyr eisini tað nýggjasta í talvi, bridge, úrslitið hjá Amager VK, flogbóltsúrslitini og hini hondbóltsúrsltini.

Duration:00:25:04

Ask host to enable sharing for playback control

Ítrottartíðindi 8. november 2015

11/8/2015
Kyndil er oddalið í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Kurvabóltsleikarar fegnast um, at teir nú spæla landskappingardystir í Føroyum. Bronsuheiðurmerkið hjá Pál Joensen er liður í fyrireikingunum til OL komandi summar. Hetta og meira í ítrottartíðindunum.

Duration:00:15:59

Ask host to enable sharing for playback control

Ítrottartíðindi

10/25/2015
Hoyr alla sendingina her

Duration:00:17:29

Ask host to enable sharing for playback control

Marna Egholm, okkara næstbesta ítrótttarfólk

10/19/2015
Marna Egholm tók átta minuttir og 45 sekund av sínum persónliga meti, men tók eisini góðar seks minuttir av føroyska metinum hjá Valborg Heinesen. Hon er okkara fremsta ítróttarfólk í frælsum ítrótti, og besta føroyska ítróttarfólkið aftaná Pál Joensen. Soleiðis sigur Hallur Holm, ið sjálvur rennur, skrivar fyri heimasíðuna fif.fo og fylgir gjølla við føroyskari renning. Hann grundar hetta á at Marna Egholm er ein nýggur rennari. Hon hevur bert runnið í umleið tvey ár, og tó hevur fingið sera góðar tíðir, sum nú teljast millum elitutíðir fyri kvinnur. Marna skal við til OL í 2020 OL í 2020 er ikki ómøguligt heldur Hallur Holm, sum lýsti rennaran, Marnu Egholm í ítróttartíðindunum sunnudagin. Hon skal renna eitt maraton sjey minuttir skjótari fyri at klára kravtíðirnar til OL. Og uppá eitt ár hevur hon runnið teinin næstan níggju minuttir skjótari, so tí er tað púra eyðsæð at hon klárar kravtíðina til OL 2020. Hoyr Hall Holm greiða frá avrikinum hjá Marnu Egholm og um cippið, sum mundi spilt mjólkina.

Duration:00:11:39