Location:
Tórshavn, Faroe Islands
Description:
Savnssending Fylgt verður við ítróttinum á Oyggjaleikunum 2011.
Language:
Faroese
Website:
http://kvf.fo/oyggjaleikir2011
Episodes
Svimjararnir stóru heiðursmerkjaslúkararnir
7/4/2011
15 av 20 føroysku gull heiðursmerkjunum komu frá svimjingini - 8 av teimum átti Pál Joensen. Svimjikappingarnar eru av, men fimm teirra fingu ikki loyvi til at halda frí. Tey fóru víðari longu í morgun til EJM í Beograd og til venjingarlegu í Singapore.
Duration:00:50:13
Føroysku bogaskjúttarnir eitt stig frá
7/1/2011
Spenningurin var í hæddini, tá seinastu pílarnir vórðu skotnir á hesum oyggjaleikunum. Og hóast úrtøkan hjá bogaskjúttunum ikki var eins góð og seinast, so er Schandorff Vang sum heild nøgdur við tey 11 heiðursmerkini, ið skjúttarnir fingu burtur úr á hesum sinni.
Duration:00:50:00
Kvinnustafettin silvur
6/30/2011
Men á seinastu 50 metrunum var Jersey betur fyri og fór framum. Føroyar vunnu silvur.
Duration:00:50:00
Gull hjá kvinnunum
6/29/2011
Birita Debes, Tanja Skaalum, Astrið Foldarskarð og Guðrun Mortensen tryggjaðu Føroyar seinasta gullmerkið í svimjihøllini í kvøld.
Duration:00:50:00
Bogaskjúttar fáa heiðursmerki
6/28/2011
Eftir drúgva umrøðu vóru endaligu úrslitini frá bogaskjótingini komin upp á pláss. Tvey gull og fýra heiðursmerki tilsamans vóru til føroyingarnar.
Duration:01:00:00
Bronsa fyri hálvt marathon
6/27/2011
Bjørk er rennari og vann bronsu í hálvum marathoni, og hetta er samstundis fyrsta Oyggjaleikaheiðursmerkið hjá henni. Hon hevur luttikið tvær ferðir áður á oyggjaleikunum, men báðar ferðirnar hava úrslitini verið misjøvn - serliga orsakað av hitanum - men nú hilnaðist hjá ungu havnarkvinnuna.
Duration:00:37:41