Brunsj-logo

Brunsj

News

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Description:

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

Language:

Faroese


Episodes
Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Niels Petersen

6/24/2023
Niels Petersen av Tvøroyri er kendur sum ein sera eldhugaður frásøgumaður innan fótbólt og annan ítrótt. Venjarafelag Føroya kjósaði hann sum Ársins eldsál í fótbólti í 2012.

Duration:02:14:52

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Jens Jákup Hansen

6/17/2023
Jens Jákup Hansen er útlærdur sum snikkari, fjallabjargari og sjónvarpsfotografur og starvast fast á Mentanar-deildini í Kringvarp Føroya. Jens Jákup hevur altíð kent seg øðrvísi enn onnur, og í januar 2022 fekk hann staðfest ADHD.

Duration:02:16:23

Ask host to enable sharing for playback control

Magnus Magnussen er gestur í Brunsj

6/10/2023
Magnus Magnussen er føddur í 1966 á Tvøroyri. Hann er uppvaksin í Fámjin og búsitandi í Havn. Magnus er útbúgvin Bachelor of Art í søgu og landalæru á Fróðskaparsetri Føroya, men seinastu fimtan árini hevur hann starvast sum søluleiðari fyri útflutningi hjá Samskip. Tey allar flestu munnu tó kenna Magnus best í leiklutinum sum vertur fyri Gekkinum í sjónvarpinum hjá KVF. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Magnus frá síni bakgrund og ymiskum stuttligum og áhugaverdum hendingum, ið hava merkt hansara lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.

Duration:02:13:24

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Mariann Mikkelsen

6/3/2023
Mariann Mikkelsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Oyra, nøs og háls deildini á Landsjúkrahúsinum. Hon hevur áður starvast sum sjúkrarøktari í Grønlandi, í Danmark og á boriplatformi í off-shore vinnuni.

Duration:02:18:34

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Ragnhild Ellingsgaard

5/28/2023
Ragnhild Ellingsgaard hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla og arbeiðir sum lærari á Skúlatrøð. Hon er kend frá føroyska miðlaheiminum og hevur arbeitt fyri bæði Sosialin, Rás 2 og KVF.

Duration:02:11:33

Ask host to enable sharing for playback control

Kári Streymoy er gestur í Brunsj

5/20/2023
Kári Streymoy, ið dagliga starvast sum formaður fyri avskipingini hjá Bakkafrost, hevur eina langa fortíð sum fulltíðar tónleikari og trummuspælari í bólkinum TÝR. Í 2008 fekk Kári ein álvarlsigan skaða í ryggin, eitt disklop, ið skaddi hansara førleikar á trummunum, so hann at enda varð noyddur at gevast í bólkinum.

Duration:02:14:05

Ask host to enable sharing for playback control

Bogi Andreasen er gestur í Brunsj

4/29/2023
Bogi Andreasen er 50 ár, føddur og uppvaksin í Klaksvík, búsitandi í Havn. Hann er útbúgvin námsfrøðingur á Føroya Læraraskúla, og starvast dagliga sum leiðari á millum annað Reinsaríinum og Perluni í Havn.

Duration:02:07:48

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Lív Clementsen

4/15/2023
Lív Clementsen er fødd í 1962 í Sandavági, har hon eisini vaks upp. Sum sekstan ára gomul flutti hon til Havnar at arbeiða í bókhandli, og síðan 1986 hevur hon búð í Hoyvík. Lív hevur eitt rættiliga sjáldsamt starv. Hon eigur og rekur eina av bert trimum fyritøkunum í føroyum, sum veita jarðarferðahjálp.

Duration:02:15:13

Ask host to enable sharing for playback control

Martin Mouritsen er gestur í Brunsj

4/1/2023
Martin Mouritsen er føddur í 1955 í Havn, har hann eisini er uppvaksin og búsitandi. Hann er útbúgvin á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og spælir klarinett við millum øðrum GHM og Føroya Symfoniorkestri. Síðan 1986 hevur Martin undirvíst og arbeitt í musikkskúlaskipanini. Í sekstan ár var hann dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, og í dag 1. apríl 2023 hevur Martin 25 ára starvsdag sum stjóri í Musikkskúlanum.

Duration:02:13:12

Ask host to enable sharing for playback control

Gudmund Helmsdal Nielsen er gestur í Brunsj

3/18/2023
Gudmund Helmsdal Nielsen er føddur í 1972 á Saltnesi, uppvaksin í Leynum og búsitandi á Signabø. Hann hevur eina Master í Filmsvísindi, og starvast fulla tíð sum sjálvstøðugt vinnurekandi í fyritøku síni, Helmsdal Media, innan filmsframleiðslu í Føroyum. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Gudmund frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Leynum umframt ymiskum hendingum og upplivingum á síni lívsleið, sum hevur verið merkt av einum ovurstórum áhuga fyri filmi. Eyðfinn Jensen er vertur.

Duration:02:15:41

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Siri Súsonnudóttir Hansen

3/4/2023
Siri Súsonnudóttir Hansen er fødd í Havn í 1979 og uppvaksin upp í Søldafirði. Hon er útbúgvin Kandidat í Námsfrøðiligari Sociologi og hevur millum annað starvast sum blaðstjórið á Kvinnu og verið marknaðarleiðari í SMS. Í dag er hon sjálvstøðugt vinnurekandi og starvast fyri tíðina sum samskipari fyri Tónleikasamband Føroya. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Siri frá ymiskum viðurskiftum, upplivingum og hendingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu og litføgru lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.

Duration:02:14:01

Ask host to enable sharing for playback control

Magni Christiansen er gestur í Brunsj

2/25/2023
Magni Christiansen er 50 ár, føddur í Tórshavn, uppvaksin og búsitandi í Vestmanna Magni er best kendur sum kontri tónleikari og sangari. Hann hevur givið 8 heildarútgávur út, og tann 9. kemur eftir ætlan út í summar. Í sendingini hoyra vit eitt lag av komandi útgávuni.

Duration:02:13:09

Ask host to enable sharing for playback control

Diana Gilstón er gestur í Brunsj

2/11/2023
Diana Gilstón er 59 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon er útbúgvin innan leiðslu og starvsfólkaviðurskiftið og starvast sum deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Taks. Diana er eisini virkin kórsangari og seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Havnarkórinum. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Diana millum annað frá síni familju og bakgrund, uppvøkstrinum á Hornabø og frá yrkisleiðini í Keypmannahavn, London og í Føroyum. Eyðfinn Jensen er vertur.

Duration:02:09:32

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Jóhann Mortensen

1/28/2023
Jóhann Mortensen er føddur í 1950 í Havn, har hann eisini vaks upp. Jóhann er útbúgvin journalistur og hevur starvast í Útvarpinum og Kringvarpinum í 36 ár. Áðrenn tað var hann blaðmaður á Sosialinum í 6 ár. Frá 1995 til 2008 var hann tíðindaleiðari í útvarpinum, men annars er hann helst best kendur fyri náttúru og mentannarsendingar. Í meir enn 17 ár gjørdi hann vælumtóktu sendirøðina Frítíð og náttúra.

Duration:02:12:35

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen

1/14/2023
Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen er fødd í 1963 á Toftum, uppvaksin á Strondum og búsitandi í Havn. Hon er útlærd arkitektur og ein av stovnarunum og leiðarunum hjá MAP arkitektum. Heidi er eisini limur í nevndini hjá Føroya Arkitektafelag.

Duration:02:14:57

Ask host to enable sharing for playback control

Ásla Breyt Danielsen er gestur í Brunsj

1/7/2023
Ásla Breyt Danielsen er 33 ár, uppvaksin í Oyndafirði, fødd og búsitandi í Havn. Hon er útbúgving hárfríðkari og starvast dagliga sum leiðari í egnu fyritøkuni Wauw. Harumframt er Ásla ávirkari ella influensari við meir enn 8400 fylgjarum á Instagram. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Ásla frá síni lívsleið, eins og prátað verður nærri um nakrar av persónligu frásøgnunum og filmunum, sum Ásla hevur lagt út á Instagram og Facebook. Eyðfinn Jensen er vertur.

Duration:02:14:20

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Nicolaj Falck

12/18/2022
Nicolaj Falck er útbúgvin sjónleikari á Listaháskúli Íslands í Reykjavík, og starvast bæði sum sjónleikari og sum timburmaður. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Nicolaj frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Nólsoy og frá ymiskum hendingum og upplivingum, sum hava myndað hansara áhugaverdu lívsleið. Eisini verður prátað um umstøðurnar í Føroyum innan films- og leiklist. Vertur er Eyðfinn Jensen.

Duration:01:58:59

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Jens Eli Ellefsen

12/10/2022
Jens Eli, sum fyri viku síðani kundi hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag, greiðir í sendingini frá barna og ungdómsárunum í Miðvagi, frá sjóðmanslívinum í Føroyum og í Grønlandi og frá tíðini sum handilsmaður og reiðari. Føringar munnu tó kenna Jens Eli best sum tónleikara og yrkjara, og sangir hansara verða javnan sungnir í føroyskum brúdleypum og veitslum. Sendingin var fyrstu ferð send tann 29. august 2020. Eyðfinn Jensen er vertur í Brunsj.

Duration:02:00:54

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Benny Ejdesgaard

12/3/2022
Benny Ejdesgaard er 58 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn. Benny er millum annað útbúgvin sum Dekoratør innan sjónliga marknaðarføring í menningardeildini hjá Lego. Seinni bleiv hann útlærdur koyrilærari, og seinastu átjan árini hevur hann rikið egnu fyritøkuna koyrilærarin.fo Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Benny frá síni bakgrund og ymiskum hendingum, ið hava myndað hansara áhugaverdu og fjølbroyttu lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.

Duration:02:05:28

Ask host to enable sharing for playback control

Brunsj við Jóhan á Plógv

11/26/2022
Jóhan á Plógv er 54 ár, hann er føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn. Jóhan er útlærdir snikkari, námsfrøðingur og sexologur, og starvast sum námsfrøðingur á Fjálgalon. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Jóhan frá síni bakgrund og ymiskum áhugaverdum og stuttligum hendingum, ið hava myndað hansara lívsleið. Eyðfinn Jensen er vertur.

Duration:02:00:24