Geymin
Podcasts
Savnssending Geymin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum evni, sum eru uppi í tíðini. Sendingin er ein montaga við persónligum søgum og serfrøðingum.
Location:
Tórshavn, Faroe Islands
Genres:
Podcasts
Description:
Savnssending Geymin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum evni, sum eru uppi í tíðini. Sendingin er ein montaga við persónligum søgum og serfrøðingum.
Language:
Faroese
Website:
http://kvf.fo/geymin
Episodes
Óttin fyri fløskuni
8/28/2017
Sólbjørg Egholm livdi í nógv ár í ótta fyri fløskuni. Hon hevur verið gift tvær ferðir í ávikavist 11 og 14 ár og eigur fýra børn. Bjørg Mortensen er psykoterapeutur og starvast á viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Hon hevur sjálv verið bæði rúsdrekkamisnýtari og avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtara.
Duration:00:41:49
Í Harrans tænastu
8/14/2017
Duration:00:41:19
Tað ektaða lívið
8/7/2017
Amalia í Frammistovu á Kirkju bjóðar ferðafólki ból og bita. Hon hevur ætlanir um at lata upp gistingarhús og bjóða ferðafólki aðrar tænastur eisini.
Duration:00:29:56
Geymin: Eitt betri lív
7/31/2017
Jane kom til Føroya úr Filipsoyggjunum at hitta Jóhan á Ørg í Sørvági, sum hon hevði fingið samband við á netinum. Tveir mánaðar seinni giftust tey.
Duration:00:35:47
Bundin av mati
7/24/2017
Ovurfiti ger fólk sjúk og kedd, men kortini kann tað vera nærum ógjørligt hjá summum at lætna.
Duration:00:40:25
Syndiga máltíðin
7/17/2017
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er altíð klárur at fara í grind, og hann etur ofta spik og grind, hóast heilsumyndugleikar ávara um, at hetta er vandamikið fyri heilsuna.
Duration:00:41:21
Tað einfalda lívið
7/3/2017
Majbritt Mohr og familja hennara liva øðrvísi enn tey flestu. Tey hava hvørki bil, parabol ella kaffimaskinu, og einki verður tveitt burtur, fyrrenn tað er uppslitið.
Duration:00:44:21
Eitt sindur sein
6/22/2017
44 ára gamla Unn Mortensen hevur menningartarn. Hon býr í egnari íbúð í Berjabrekku í Havn, arbeiðir í eini vøggustovu og gongur til ítriv í frítíðini.
Duration:00:38:52
Geymin: Einsemið er ringast á jólum
12/16/2012
Katrin Samuelsen býr einsamøll í eini íbúð í Havn. Hon hevur hildið jól í KFUK tey seinastu árini.
Duration:00:33:06
Duldar røtur
12/9/2012
Jóna og Carl Mortensen í Havn hava ættlett tvey børn úr India - Høgna, sum nú er 23 ár, og Anithu, sum er 19 ár.
Duration:00:37:12
Geymin: Loyndu brekini
12/2/2012
Anna Maria og Ingvi Ragnarsson úr Klaksvík valdu at ættleiða sonin Pravin úr India, hóast hann var ov tíðliga føddur, tí tey væntaðu, at hann fór at koma fyri seg. Í dag er drongurin 10 ár og illa sjúkur.
Duration:00:44:42
Geymin: Børn við fortíð
11/25/2012
Sonja Mørkøre og Johan Petur Johansen í Havn hava ættleitt trý børn úr Vietnam.
Duration:00:43:48
Geymin: Gloymdu borgararnir
11/11/2012
Fleiri smærri kommunur kenna seg noyddar til at leggja saman við størri kommunum, men nógvir borgarar stríðast ímóti, tí tey vilja vita undir hvørjum treytum samanleggingin skal fremjast. Samanleggingin millum Húsa og Klaksvíkar kommunur varð av ongum.
Duration:00:29:17
Geymin: Tá sjey blivu til eina
11/4/2012
Kim Durhuus leggur frá sær sum borgarstjóri í Sunda kommunu á nýggjárinum.
Duration:00:44:47
Geymin: Rokningin fyri tey gomlu
10/28/2012
Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes Kommunu væntar, at tað verður dýrt at yvirtaka eldraøkið. Áðrenn 1. januar 2014 skulu land og kommunur koma ásamt um, hvussu eldraøkið skal skipast og fíggjast.
Duration:00:41:10
Geymin: Myrk í hvítum landi
10/21/2012
Kalpana og Abraham Vijayavarathan eru úr India, men hava búð í Føroyum í yvir 20 ár.
Duration:00:44:57
Í málsligum ongamannalandi
10/14/2012
Vantandi málsligur kunnleiki ger tað torført hjá nógvum útlendingum at fáa arbeiði, sum tey eru skikkað til. Í staðin noyðast nógvir tilflytarar við góðum útbúgvingum at gera ófaklært arbeiði.
Duration:00:34:08
Geymin: Tóma hotellið
9/30/2012
Landsstýrið hevur ætlanir um at styrkja ferðavinnuna. Málið er at tvífalda bæði talið av ferðafólkum og inntøkurnar innan 2020. Gyltu málini standa í skarpari andsøgn við veruleikan hjá einum av smærru veitarnum, hoteleigaranum á Viðareiði.
Duration:00:28:19
Geymin: Gestsins eyga
9/16/2012
Alt ov fá vita um okkum, heldur Ferðaráð Føroya. Gestirnir, bretska familjan Kerstie Pelling, Stuart Wickes og børnini Matthew, Cameron og Hannah hoyrdu um Føroyar av tilvild. Tey hava ferðast kring landið og kundu hugsað sær, at ábøtur vóru gjørdar í ferðavinnuni, og at vit vístu meiri av tí, sum vit longu hava.
Duration:00:28:47
Geymin: Heimurin er opin
6/5/2012
Óli Restorff og Andrea Nielsen búgva ávikavist í Havn og í Vági. Tey fáa miðnámsprógv í summar og ætla sær til Danmarkar at lesa víðari. Óli ætlar at lesa løgfrøði, og Andrea ætlar at lesa til lækna.
Duration:00:42:48